fríggjadagur 27. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tá høgætt var,
fóru havnarmenn
á Innasta mið
beint uttan fyri
Tinganes, sum
nú er sprongt
í luftina
Eirikur Lindenskov
Soleiðis fer verðin við øllum...
Fyri at fáa betri pláss fyri
skipferðsluni á havnarvág, so
hevur Tórshavnar kommuna
gjørt av at spreingja kneysar
burtur út fyri Tinganesi. Ætl
anin var eisini at dýpa meira
eystan fyri Tinganes fyri at
fáa pláss fyri bæði Norrønu
og Smyrli við Bursatanga,
men hendan ætlanin varð
steðgað av friðingarmynd
ugleikunum.
Hóast
ristingarnar
av
spreingini út fyri Tinganes
merkjast langt niðan í býin,
so bedýra menn, at eingin
vandi eg fyri fornminnunum
í Tinganesi og á Tinghelluni.
Mourits Mohr Joensen
á Havstovuni, sum hevur
kannað túsundtals mið og
hevur nógvar miðabøkur
liggjandi sigur, at havnar
menn brúktu Innastamið,
tá høgætt var, og tað ikki var
farandi úr í fjørðin.
Innasta mið var ein ham
ari, beint uttan fyri Tinganes,
hálvanannan favn niðurav.
Har fingust oftast nakrir
reyðfiskar.
Ýtini
fyri
miðið
eru:
Kirkjutornið, Amtmanstornið
og Skanskapakkúsið.
So hendi tað, sum leingi hevur verið
væntandi, at stjórnarskipanarmálið
fór at kloyva Tjóðveldi. Tað hevur
ligið í kortunum, at stríðið millum
tingmenninar Høgna Hoydal og
Sjúrð Skaale stakk djúpt – og at
tað kundi føra til, at flokkurin ikki
helt til tað. Annaðhvørt fóru tey at
koyra Sjúrð Skaale á dyr, ella fór
hann sjálvur.
Og í gjárkvøldið fekk Tjóðveldi
so boðini, at Sjúrður Skaale fer úr
flokkinum og verður leysgangari á
tingi.
Sjúrður Skaale greiðir frá, at
hetta sum vera man hevur verið ein
trupul avgerð, men hann fær ikki
verið við, tá ein politiskur flokkur
verður eitt endamál í sær sjálvum.
Hann vísir á, at flokkurin bara er
eitt amboð, sum kann nýtast til
tess at náa nøkrum málum, og tá
hansara egni flokkur gongur ímóti
tí, sum hann heldur vera rætt, so er
bara eitt at gera, og tað er at velja
flokkin frá.
Nú eru tey mong, sum finnast at
arbeiðinum við stjórnarskipanar
nevndini – og skíra tað at vera fjant
og fjas – og at politiska skipanin
eigur heldur at fáast við veruligan
politikk, sum kann tryggja okkum
vælferðina.
Treyðugt so verða slík sjónarmið
havd á lofti. Men tað skerst ikki
burt, at júst stjórnarmálið hevur
klovið føroyskan politikk í stórt
hundrað ár, og at hetta darvar polit
iska arbeiðinum annars at tryggja
vælferðina, sum allir flokkar sjálv
andi siga seg vilja. Tá fimm av sjey
flokkum á tingi beinleiðis hava sín
uppruna ella sum endamál, at Før
oyar skulu loysa ella varðveita sam
bandið, so er tað eitt úttrykk fyri,
at hetta er eitt mál, sum fyllir nógv
– eitt mál, sum má loysast.
Tí hava vit fleiri ferðir á hesum
stað fegnast um, at ein breið semja
var í ljósmála. Ein semja, har alt frá
Sambandi til Tjóðveldi kundi semj
ast um ein leist, hvussu vit kunnu
koma víðari. At ein strika varð sett
í sandin, har vit góðtaka støðuna,
sum hon er og semjast um, hvussu
tilgongdin skal verða, antin vit velja
hesa ella hasa leiðina.
Mangt er, sum veruliga bendir á,
at breiða semjan í stjórnarmálum er
farin fyri skeytið. Tí tá Tjóðveldi í 13
ár við átta dugnaligum politikarum
á tingi, og við næstan fjórða hvørj
um veljara aftan fyri seg, ikki fær
flutt seg frá ultimativa málinum, so
er ikki lætt at tosa »Roma imod«
Sjúrður valdi at fara úr flokki
num. Tjóðveldi og tingfólk annars
mugu nú taka støðu til, um vit vilja
flyta okkum í stjórnarmálum – ella
varðveita naggatódnina. Tey, sum
seinast atkvøddu um fullveldi, eru
86 ár og eldri. Við hetta lag hendir
einki áðrenn 2046. Men vælsignaði
fólk takið eina støðu – og farið so til
arbeiðis!
Hendir einki nú kunnu vit
tað sama bíða til 2046
Tá Sjúrður Skaale í gjár
– tann 26. mai – vendi Tjóð
veldinum bakið, var tað júst
á 10 ára degnum fyri ætlaðu
fólkaatkvøðuni, sum full
veldissamgongan
prokla
meraði 1. februar í 2001.
Hendan
fólkaatkvøða
skuldi haldast 26. mai í 2001.
Hetta kunngjørdu Anfinn
Kallsberg og Høgni Hoydal
á hátíðarligum tíðindafundi
í Eysturstovuni í Skansa
pakkhúsinum í Tinganesi
tann 1. februar í 2001.
Men tað gingu bara bara
23 dagar, so fekk Fólkaflokk
urin kaldar føtur. Anfinn
Kallsberg vágaði sær ikki
at tapa eina fólkaatkvøðu,
segði hann, – og tí avlýsti
hann fólkaatkvøðuna, hó
ast ógvuslig mótmæli frá
Tjóðveldinum.
Tað gav at bíta, tá tey
ungu í Tjóðveldinum skip
aðu fyri stórum mótmæl
isfundi á Vaglinum í Havn.
Tey høvdu fingið ein stóran
lastbil oman í gamla Komm
unuskúlagarðin
og
har
rungaði mótmælistónleik
ur og mótmælisrøður.
Høvuðsrøðari var dags
ins høvuðspersónur, Sjúrð
ur Skaale, sum arbeiddi
sum embætismaður á løg
mansskrivstovuni.
Av tí at Fólkaflokkurin
segði nei, so gjørdist 26. mai
2001 ikki tann nýggi 14. sep
tember 1946.
Umframt at 26. mai er
nevndur eftir enska munk
inum Venerabilis, hinum
tignarliga,
hægst
metta
kirkjulæraranum í miðøld
– so er 26. mai
eisini føðing
ardagurin hjá
krúnprinsi
okkara, Fríð
riki.
Rýmdi á 10
ára degnum
Stjórnarskipan og naggatódn
Innasta mið hjá havnar
monnum sprongt í luftina
...og
skinklandi
meirilutin
Bjarni Djurholm
kjak á síðu 15
Psykia
triin, hvat
vilja vit
Bergtóra Høgnadóttir
kjak á síðu 13
Myndin er tikin, tá fyrsta skotið varð latið av. Á Innasta miði fiskaðu havnarmenn
reyðfiskar á høgætt, tá ikki var farandi á fjørðin
Mynd: Jens Kristian Vang