fríggjadagur 27. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðing
ur á Náttúrugripasavninum
hevur leingi droymt um at
fáa eina lítla grind fyri at
kunna seta sendarar á nakrar
hvalir.
Og mikumorgunin gekk
dreymurin út.
Ein lítil grind varð funnin
suður úr Viðoynni, og grinda
formenninir eystan fyri og
sýslumaðurin vóru samdir
um at lata hesa grindina til
vísindaligt endamál. Fólk í
økinum vóru ikki í neyð fyri
grind og spik, og haraftrat var
grindin so lítil, at partarnir
høvdu verið smáir.
Tá ið Bjarni Mikkelsen
fekk boðini, var hann bundin
av øðrum arbeiði, men so
skjótt tað ber til, riggaði hann
útgerðina til og skundaði sær
norður til Norðdepli, har
grindamenninir
goymdu
spaka bólkin.
Ymiskir sendarar
- Tað gekk ógvuliga væl.
Hvalirnir vóru ikki overvaðir
og vórðu spakuliga riknir inn
móti landi. Teir vóru úti og
vendu, og tá ið tveir komu
at landi, komu aðrir aftaná,
sigur Bjarni Mikkelsen.
Átta hvalir fingu sendara
sett á seg. Fýra fingu nýggjar
heilt góðar sendarar, tveir
fingu sendarar, sum Náttúru
gripasavnið hevur fingið úr
Íslandi, og tveir fingu nøkur
ár gamlar sendarar, ið eru
heldur ivasamir.
Gjáramorgunin
hevði
Bjarni Mikkelsen longu frætt
frá fýra hvalum, sum tá vóru
staddir nærinids Sandoynni.
Hann sær tað sum ein
stóran fong at hava sett send
arar á nakrar hvalir, tí nú fer
at bera til at síggja, hvussu
hvalirnir ferðast, og hvussu
langt teir fara úr Føroyum.
Ætlanin er seinni í summ
ar at royna at fáa eina lítla
grind afrat at merkja. Tað er
eingin missur fyri eitt økið,
um einir 20 hvalir ikki verða
dripnir ella kanska 30 í Havn,
heldur Bjarni Mikkelsen.
Hann ætlar ein av døgun
um at fáa skipanina út á
heimasíðuna, so fólk kunnu
fylgja við, hvar hvalirnir eru
staddir.
Heimasíðan eitur ngs.fo
Hvalirnir vóru spaki,r
og lætt var at festa
sendararnar á teir
Mynd: Norðlýsið
Kunnu fylgja hvalunum
Við góðari hjálp frá fólki á staðnum eydnaðist teimum á Náttúrugripa
savninum mikudagin at merkja átta hvalir í Hvannasundi
Randi Jacobsen
Í næstan fýra ár hevur Fróði
Jacobsen arbeitt fyrst hjá
Almanna- og Heilsumála
ráðnum og síðan hjá báðum
ráðunum.
Nú hevur hann søkt um
farloyvi í eitt ár, tí hann fer
at gera nakað heilt annað.
Fróði Jacobsen skrivaði í
gjár undir setanaravtalu við
Javnaðarflokkin, ið komandi
árið í hvussu er verður ar
beiðsgevari hansara.
– Eftir fýra ár í sama starvi
er stundin komin at royna
nakað annað. Eg havi altíð
havt áhuga fyri politikki,
og hesi fýra árini havi eg
arbeitt saman við trimum
javnaðarpolitikarum, Hans
Paula Strøm, Aksel Johanne
sen og nú John Johannesen,
og hevur tað givið mær mót
uppá hesa avbjóðingina, sig
ur Fróði Jacobsen.
Samskiftið fer at fylla
nógv í arbeiðinum hjá Fróða
Jacobsen, og tær mest ítøki
ligu uppgávurnar verða at
fyrireika valstrið, nú tvey val
standa fyri.
Javnaðarflokkurin hevur
leingi leitað eftir einum
fólki at styrkja skrivstovuna
hjá flokkinum við, og Fróði
Jacobsen var áhugaður.
– Uppgáva hansara verður
fyrst og fremst at gera tað
politiska arbeiðið meira pro
fessionelt, sigur Aksel Jo
hannesen, formaður í Javn
aðarflokkinum.
Hann fer at fyrireika mál
fyri tingfólkini at leggja fyri
tingið,
gera
útrokningar,
kanna hvat er gjørt við líkn
andi mál í øðrum londum
o.s.v.
Eisini skal hann samskipa
innanhýsis samskiftinum í
flokkinum við limafeløg og
limir.
Uppgávan er at styrkja flokkin
Fróði Jacobsen er settur í starv sum politiskur samskipari hjá Javnaðarflokkinum.
Endmálið er at gera politiska arbeiðið meira professionelt
Fróði Jacobsen skrivaði í gjár
og undir setanaravtaluna
við floksformannin Aksel
V. Johannesen. Fyrsti
arbeiðsdagur hansara í
nýggja starvinum verður
mánadagin 6. juni
Mynd: Álvur haraldsen