fríggjadagur 27. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Gomlu kappingarneytarnir
á orkuøkinum, SEV og Røkt,
hava nú lagt grundarsteinin
undir eitt samstarv um at
menna eina varandi orku
skipan í Vestmanna.
Samstundis eru feløgini
bæði nógv nærri einum
veruligum samstarvi, enn tey
nakrantíð hava verið.
Í hesum sambandi hava
feløgini bæði samsráðst um
eina avtalu um at menna
eina pumpuskipan í Vest
manna.
Tær samráðingarnar eru
nú endaðar við, at SEV og
Røkt hava gjørt eitt ætlan
arskriv um eitt framtíðar
samstarv.
Tað er annars ikki frítt,
at tvídráttur hevur verið
ímillum hesar báðar kapp
ingarneytarnar og helst er
tað Røkt, sum hevur lagt SEV
undir at vísa illvilja og óvilja
til eitt samstarv.
Hetta er serliga komið
fram í sambandi við, at Røkt
hevur ætlað at gera eina
pumpuskipan í Vestmanna.
Men Røkt hevur mangan
víst sína ónøgd við viljan
hjá SEV at lata Røkt sleppa
framat.
Skeiv mynd
Páll á Reynatúgvu, nevndar
formaður í SEV, heldur ikki,
at illviljin hevur verið so
stórur, sum almenna fatanin
mangan hevur verið.
- Tað hevur verðið sett
upp sum um, at Røkt og SEV
eru tveir partar, sum ikki
kunnu samstarva.
- Vit halda ikki, at tað
gevur ein rættvísa mynd
av
veruleikanum.
Røkt
hevur havt síni áhugamál,
men veruleikin er eisini,
at tað er SEV, sum hevur
rættindini til økið og eigur
byrgingarnar.
- So undir øllum umstøð
um skuldu samráðingar til,
leggur hann afturat.
Hesa seinastu tíðina hava
umboð fyri Røkt og SEV so
statt sitið í samráðingum um
at menna eina pumpuskipan
í Vestmanna.
- Talan hava verið um sera
góðar samráðingar, har báðir
partar hava havt eitt opið
sinni og hava víst góðan vilja
at finna eina semju, sigur
Páll á Reynatúgvu.
Nevndarformaðurin
í
SEV sigur, at nú eru part
arnarnir komnir hartil, at
teir hava undirskrivað eitt
ætlanarskriv um eitt sam
starv.
Góðkennast
Fyri SEV eru tað Páll á Reyna
túgvu, nevndarformaður og
Jákup Suni Lauritsen, næst
formaður, ið hava staðið fyri
samráðingunum.
Hetta ætlanarskriv skal
nú leggjast fyri nevndina í
SEV og fyri kommunurnar,
sum eiga felagsskapin, til
góðkenningar.
Verður
ætlanarskrivið
góðkent, verður farið víðari
við ætlanini, sigur Páll á
Reynatúgvu.
aki@sosialurin.fo
Jóhan í Niðristovu, stjóri í
Røkt, sigur, at gongst sum
ætlað, kann ein pumpu
skipan í Vestmanna verða
liðug um eini fýra ár, kans
ka longu um trý ár, gongur
tað heilt væl.
At gera eina pumpu
skipan í Vestmanna, er
ein verkætlan, sum Røkt
hevur arbeitt miðvíst við í
næstan átta ár.
So hóast hann ikki dylir,
at tað hevur gingið alt ov
seint eftir hansara tykki,
er hann kortini nøgdur
við, at tað er komið hartil,
at partarnir hava sett hol á
eitt samstarv.
- Tað hevur gingið alt
ov strilti, men vit eru nøgd
við, at gongd er komin á
og at tað sær út til, at tað
kann bera á mál, sigur
stjórin í Røkt.
Hann
leggur
afturat,
at síðani samráðingarnar
við SEV vórðu tiknar upp
í februar, hevur samskiftið
millum partarnar verið gott.
Røkt
hevur
longu
gjørt forkanningar, sum
vísa, at ein pumpuskipan
í Vestmanna er væl løn
andi, men SEV vil eisini
hava høvi til at gera sínar
viðmerkingar til kanning
arnar.
Tað, sum hevur ligið í
kortunum hjá SEV er at
gera eina pumpuskipan,
sum kann gera eini 33
milliónir kilowatt tímar av
orku og tað er eini 12% av tí,
sum allar Føroyar brúka og
tað er lágt sett.
- Hetta verður í øllum
førum ein verkætlan, sum
fer at pynta munandi um
tølini fyri okkara fram
leiðslu av varandi orku,
sigur Jóhan í Niðristovu.
Ein slík verkætlan kost
ar 255 milliónir krónur.
Leggja
lunnar
undir
samstarv
SEV OG RØKT Tey bæði føroysku orku
feløgini hava nú lagt lunnar undir eitt
samstarv um at menna varandi orku
Um 4 ár
Eftir
ætlanarskrivinum,
sum SEV og Røkt hava
gjørt um at menna eina
pumpuskipan í Vestman
na, verður talan um eitt
samstarv, har bæði feløgini
verða javntsett við 50% í
part.
Páll
á
Reynatúgvu,
nevndarformaður í SEV,
sigur, at tað, sum partarnir
hava avtalað, er eitt sam
starv í fýra stigum.
Fyrsta stigið er forkann
ingar, har endamálið er at
vita um tað yvirhøvur ber
til, og um tað loysir seg, at
gera eina pumpuskipan í
Vestmanna.
Vísir tað seg, at tað loysir
seg, verður sjálv ætlanin sett
í verk í trimum stigum.
Annað stigið er at proje
ktera verkætlanina, triðja
stigið er at byggja pumpu
skipanina og fjórða stigið
verður so sjálv framleiðsl
an, sigu Jóhan í Niðristovu,
sum er stjóri í Røkt.
Men eftir hvørt stigið
hava bæði feløgini rætt at
taka seg burtur úr verkæt
lanini.
Páll á Reynatúgvu dug
ir ikki at siga, hvussu leingi
tað tekur at seta eina verk
ætlan, sum hesa í verk.
- Tað vita vit meiri um,
tá ið fyrsta stigið er avgreitt
og tá ið vit hava staðfest, at
tað ber til at gera eina slíka
pumpuskipan.
Av tí sama dugir hann
heldur ikki at siga, hvussu
dýr ein slík verkætlan verð
ur. Ein endamálið við eini
pumpuskipan er at hava
tvær vatngoymslur, eina í
erva og eina í neðra.
Vatnið rennur so úr
goymsluni í erva ígjøgnum
turbinurnar har tað ger
orku og rennur so í tað nið
aru goymsluna. Haðani
verður vatnið so pumpað
upp aftur í tað ovaru
goymsluna og sosatt kann
tað endurnýtast umaftur
og umaftur til at gera orku
burtur úr.
50%
Kappingarneytar samstarva
Nú er komið um ein stóran snávingarstein í royndunum at menna
ein pumpuskipan í sambandi við elverkið í Vestmanna
Báðir partar
hava havt eitt
opið sinni