Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61 Sosialurin Áki Bertholdsen - Tá ið eg nú havi avgjørt at taka meg úr Tjóðveldi, er tað bæði av persónligum og av politisk­um orsøkum. Tað staðfestir Sjúrður Skaale, sum nú hevur tikið tað víðgongda stigið at mel­ da seg úr Tjóðveldi. Í gjárkvøldið boðaði hann floks­feløg­unum frá, at hann hevði ikki longur hevur sam­ vitsku til at verða limur í flokki­num og at umboða flokk­in á tingi longur. Tað, sum hevur fingið bikar­ið hjá honum at flóta yvir, er ósemjan ímillum hann og tingmanningina annars um illa umstrídda upp­skot­ið um eina nýggja stjórn­ar­skipan. Serliga sjónsk hevur hend­an ósemjan verið við floks­for­mannin, Høgna Hoy­ dal, sum Sjúrður Skaale hev- ur ligið í opnum stríði við í fjøl­miðlu­num. Tað greiðir Sjúrður Skaale frá aðrastaðni í blaðnum í dag. Kolldømdur Men hann leggur afturat, at tað er bæði av persónligum og politiskum orsøkum, at hann nú tekur seg úr flokki­ num. Tann persónliga orsøkin er, at flokkurin hevur valt hann í nevndina at viðgera upp­skot­ið um eina nýggja stjórn­ar­skipan. - Men nú má eg bara stað­festa, at nú arbeiðið nærk­ast endanum, standi eg einsamallur í flokkinum við mínum sjónarmiðjum, tí flokkurin hevur koll­dømt mítt arbeiði í stjórnar­skipan­ ar­nevndini. - Og eg haldi, at tað er keði­ligt at vera komin í eina støðu, at flokkurin kolldømir ar­beiðið, eg havi gjørt í eini nevnd, flokkurin sjálvur hev­ ur valt meg at umboða seg í. Tann politiska orsøkin er, at eftir hansara tykki er tað blóðskeivt av Tjóð­ veldi ikki at taka undir við stjórnarskipanar­upp­skoti­ num, soleiðis sum tað nú fyri­liggur. - Eg skilji onki av tí, hvussu Tjóðveldi kann taka hesa støðuna. Gnaddar í langa tíð Sjúrður Skaale sigur, at sama hvørja lagnu uppskotið til nýggja stjórnarskipan fær, verð­ur hetta eitt mál, sum fer at elva til eina ósemju ímill­um hann og flokkin í langa tíð. - Dettur uppskotið burtur, fer tað at liggja og gnadda ímill­um okkum í langa tíð. Verð­ur tað samtykt, skal tað samtykkjast einaferð aftur­at, umframt at tað skal til fólka­ at­kvøðu og sostatt er hetta ein ósemja, sum undir øllum um­støðum ongin endi fæst á. Og tað hevur hann ikki hug til. aki@sosialurin.fo Politiska arbeiði í løg­tingi­ num og í landsstýrinum er ikki serliga effektivt. Tað staðfestur Sjúrður Skaale, tá ið vit biðja hann draga saman um hesi ár­ ini, hann hevur verið fólka­valdur politikari. Hann hevur verið bæði fólkatingsmaður og løg­ tingsmaður og hann sigur, at tað er himmal­víð­ur munur á teimum báð­um tingunum. - At vera í Fólkatingi var ómetaliga áhugavert, tí har var ikki so nógv­ur partapolitikkur. Heldur arbeiddu vit við ítøkilig­ um málum og fingu eisini ítøkilig úrslit. Eitt úrslit, hann rakk, tá ið hann umboðaði okkum í Norðurlandaráðnum, var at forða fyri, at norð­ ur­lendski stuðulin til Norður­landa­húsið í Før­ oy­um varð skerdur og á fólkatingi var hann eisini ein oddamaður í ar­beið­num at kanna við­ ur­skiftini hjá før­oysk­um útisetum. Harumframt vóru nógv ítøkilig mál um føroyingar, sum onkus­ veg­na vóru komnir í klem­mu og har tað bar til at loysa trupulleikan. - Á fólkatingi bar til at sita eitt fríggjakvøld og líta aftur um bak og vísa á ítøkilig úrslit, sum vóru rokkin í vikuni. - Tað sama kann ikki sigast um arbeiðið á løgtingi, tí eg havi onkun­ tíð sitið eitt fríggjakvøld og ásanna, at hesa vikuna kom onki burtur úr. Hann staðfestir, at hann hevur nógvar góðar starvs­felagar á løgtingi, sum hann hevur havt gott sam­starv við. - Men politiskt arbeiði í Føroyum er ikki serliga effek­tivt, tí tað fer ov nógv orka til politiskan tak­tikk, til politiskar telv­ inga­r og til togarí aftur og fram um alskyns mál. Her kunnu vit við­ merkja, at somu niður­ støðu er fyrrverandi floks­felagi hansara, Tór­ bjørn Jacobsen komin til, tí hann hevur gjørt av at hann stillar ikki upp aftur, tí tað kemur alt ov lítið burtur úr eftir han­sa­ ra tykki. Sjúrður Skaale sigur, at nú hann hevur tikið seg úr Tjóð­veldi, ætlar hann sær ikki upp í nakran annan flokk. Hann staðfestir, at hann verður uttan­flokka­ ting­maður, tað, ið eftir er av hesum valskeiðnum. Hann sigur eisini, at tað liggur ikki í kortunum, at eg stilli upp aftur. - Tað ætli eg ikki. Beint nú eri eg eitt sindur troytt­ur, sigur hann. Hann sigur, at hesi ár­ini, hann hevur verið í løgtinginum, er hann ser­liga fegin um arbeiðið í stjórnarskipanar­nevnd­ ini, tí har er nógv gott fólk, sum hava sett sær sum mál at røkka einum úrs­liti. Men hann er eisini feg­in um semja er um, at málnevndin verður av­ tik­in og at eitt málráð verð­ur sett ístaðin so at vit fáa eitt føroystk mál, sum hevur betri kjølfesti í fólkinum. Sjúrður liðugur Eg standi einsamallur STINGUR Í SEKKIN Sjúrður Skaale hevur gjørt av at taka seg úr Tjóðveldi og hann væntar ikki, at hann fer at stilla upp aftur Alt ov lítið Tað er bæði av persónligum og politiskum orsøkum Beint nú eri eg eitt sindur troyttur Eg skilji onki av at Tjóðveldi kolldømir mítt arbeiði í stjórnarskipanarnevndini, men eg má bara ásanna, at eg standi einsamallur og tað taki eg avleiðingarnar av, sigur Sjúrður Skaale Sjúrður skilir onki