Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

26 Sosialurin Endurlýsing Dagstovnurin Birkilund søkir eftir leiðara 40 tímar um vikuna, at byrja 1. juli 2011 - ella eftir avtalu Dagstovnurin Birkilund er ein sjálvsognarstovnur, stjórna av eini 5 manna nevnd. Dagstovnurin Birkilund er ein stórur stovnur, ið hysur 3 vøggustovustovur við 12 børnum á hvørjari, 3 barnagarðsstovur og eina skúlastovu, har tey elstu børnini á stovninum halda til. [løtuni eru 107 børn á stovninum. Starvsfólkini eru um 26 í talið, av teimum eru 12 pedagogar. Vit bjóða - eitt áhugavert og spennandi starv, har tú sleppur at verða við til at mynda títt dagliga arbeiði og gerandisdagin hjá børnunum. * Vit liggja í einum náttúruríkum umhvervi tætt við Hoyvikstjørn og við øllum sniðggtunum á Konmansmýru. * ein stóran og spennandi bygning við hópin av møguleikum - møguleika fyri eftirútbúgving * at tú verður partur av einum netbólki, sum kommunan skipar fyri millum dagstovnaleiðarar Vit vænta at tú * er útbúgvin pedagogur og hevur leiðsluroyndir - kanst arbeiða sjålvstødugt og taka avgerðir * hevur hugsjónir um virksemi á einum dagstovni * hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum * hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi - er kveikjandi og megnar at eggja starvsfólkunum at gera sítt besta - sær møguleikar framum forðingar * hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir - kanst virka í góðum samstarvi við nevnd, starvsfelagar og foreldur * dugir væl at samskifta og hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum * hevur teldukunnleika á brukarastødi * vil verða við til at menna stovnin og arbeiða við tí, vit seta okkum sum mál. Setanarviðurskifti løn sambært sáttmála millum Feroya pedagogfelag og Kommunalaarbeiðsgevarafelag. Lønt eftir lønarstigunum 26 til 32. Umsókn Umsókn saman við prégvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum Birkilund - Hoyvíksvegur 41 B - 100 Tórshavn, í hendi, í seinasta lagi 30. mai 2011. Viðmerkjast skal “umsókn til leiðarastarvið". Meira fæst at vita Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Bjarnadóttir, stovnsleiðara á tlf 215458 ella Boga Simonsen, nevndarlim á tlf 214008 Dagstovnurin Birkilund Hoyvíksvegur 41 B FO — 100 Tórshavn SKRIVSTOVUSTARV Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA Sekt verður eftir skrivstovufólki á lønarbrøki 1,0 til felagsskrivstovuna hjá Søgu- og samfelagsdeildini og Sjúkrargktarfroðiskúlanum at byrja 1. august 2011 ella skjótast gjørligt. Sjukrarøktarfrødiskulin og Søgu- og samfelagsdeildin búleikast á Jónas Broncks getu 25, Fróðskaparsetur Føroya. Spennandi avbjóðingar liggja í menningini av nýggju skrivstovuni. Sum skrivstovufólk her fært tú ávirkan á menningina av fyrisitingini og gott samstarv við starvsfólk á Fróðskaparsetrinum. Journalskipanir, sum verða nýttar á Fróðskaparsetri Føroya eru Próvbókin og Info- organizer. Fíggjarskipanin er Oracle. Teldupostaskipanin er Groupwise. Góð upplæring er í sambandi við starvssetanina. Starvið fatar um: vanligt skrivstovuhald, eitt nú bókhald, journal, postavgreiðslu o.a. at hava skjalfesting av útbúgvingunum um hendi dagføring av heimasíðuni Ferleikar Vit vænta at tú hevur: skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving góðan málsligan kunnleika, serliga í føroyskum góðan telduførleika áhuga i útbúgvingarviðurskiftum góð samstarvsevni og ert fyrikomandi evni at arbeiða sjålvstødugt og ert målsøkin evni at tillaga teg til broyttar arbeidsumstødur Setanartreytir Talan er um eitt fulltidarstarv. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki III. Umsókn Umsókn við avriti av prógvum, ævisøgu (CV) og møguligum viðmælum skulu vera Fróðskaparsetrinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. juni 2011. Umsóknir skulu sendast til setur(Øsetur.fo ella til: Fróðskaparsetur Foroya J.C. Svabosgeta 14 FO-100 Tórshavn Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu M. Mortensen, á tlf 292255 ella á teldupostbúðstaði: susannam(æsetur. fo FRODSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan - tlf. 35 25 00 - J. C. Svabos geta 14 Postrúm 272 - 110 Tórshavn : www.setur.fo Fríggjadagur 27. mai 2011 - Nr.61 GRANSKINGAR- HJÁLPARI Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA Søkt verdur eftir granskingarhjålpara til Føroya- målsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya at arbeiða 80% av fullum starvi. Uppgávan hjá granskingarhjálparanum er at vera hjálparfólk hjá granskarunum, haruppii at rekja og menna søvn og dátugrunnar á deildini. Eisini skal hjålparin kunna dagføra heimasíður (upplæring fæst) og ganga til handa í avgreiðsluni. Tú hevur: Stødisnåm (2 ára universitetsútbúgving) í føroyskum Sera góðan kunnleika til tekstviðgerð og rokniark Góð samstarvs- og tillagingarevni Sjålvstødugt arbeiðslag Ein fyrimunur er, um tå hevur kunnleika til heimasíður, myndaviðgerð, Adobe Acrobat, OCR, tøkni og dåtugrunnar. Løn og setanartreytir eru sambært såttmåla millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki V. Starvið verður sett umleið 1. september 2011. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turið Sigurðardóttur, dekan: turids(Øsetur.fo Umsóknarfreistin er 14. juni 2011. Umsóknir við avritum av provskjølum, viðmælum o.g. skulu sendast til: fmd(æsetur.fo ella til: Føroyamålsdeildin Fróðskaparsetur Føroya V. U. Hammershaimbs gøtu 16 Postrúm 272 110 Tórshavn FRODSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan - tlf. 35 25 00 - J. C. Svabos geta 14 Postrúm 272 - 110 Tórshavn - www.setur.fo Ø almannastovan Hægsta dagpeningaupphædd Við heimild í 8 9, stk. 2 í Logtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. ger Almannastovan kunnugt: Hægsta dagpeningaupphædd er ásett til kr. 4.033,00 um vikuna íroknað fritiSarløn. Dagpeningaupphæddin fær gildi frá 1. mai 2011.