fríggjadagur 27. mai 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61
30
Sosialurin
Hevur tú hug at vera við at samskipa søguligu hendingina, har øll í
Føroyum verða skrivað í manntal?
Fyri fyrstu ferð síðani 1977 skal ein fullfíggjað hagtalslýsing gerast av
føroyska samfelagnum.
Manntal, sum stendur fyri teljingini, søkir eftir 17 dømisleiðarum at
skipa fólkateljingina.
Arbeiðið er at leiða og samskipa teljingina í teljidømunum.
Vit søkja:
6 dømisleiðarar í Tórshavn
2 dømisleiðarar í Klaksvík
2 dømisleiðarar í Runavík ella Skálabotni
1 dømisleiðara í Gøtu ella Leirvík
1 dømisleiðara á Oyrarbakka
1 dømisleiðara í Vestmanna ella Kvívík
1 dømisleiðara í Miðvági
1 dømisleiðara á Sandi
1 dømisleiðara á Tvøroyri
1 dømisleiðara í Vági
Arbeiðsuppgávur:
Í fyrsta lagi at verða við at upplæra teljarar og í øðrum lagi at skipa
arbeiðið tær 3-4 vikurnar, talt verður.
Førleikar:
- royndir í leiðslu og samskipan
- dugir at læra frá tær
- hevur KT-førleikar
Dømisleiðararnir verða settir frá 1. september til uml. 10. desember
2011. Arbeiðstíðin er uml. 20 tímar um vikuna. Lønin er sambært sátt-
mála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið eftir lønarflokki
4.1.
Útgreinað starvslýsing og umsóknarblað eru at finna á heimasíðu okk
ara manntal.fo. Umsóknarfreistin er hósdagin 9. juni 2011. Umsóknir
skulu sendast til heini@manntal.fo
Spurningar um starvið kunnu setast Heina Hátún, samskipara, á tel.
52 23 53 ella á mail heini@manntal.fo.
Manntal er verkæltan undir Hagstovu Føroya. Endmálið við manntal 2011 er at gera eina neyva
lýsing í hagtølum av føroyska samfelagnum. Úrslitið verður bert brúkt til almenn hagtøl, sum
øll í Føroyum hava atgongd til. Løgtingslóg nr. 115/2010 tryggjar, at alt tilfar verður viðgjørt í
trúnaði og bert brúkt til hagtøl.
Sethúsini í Svanga 33 til sølu
Húsini eru í 2 hæddum á umleið 93 m2 og loft. Fríttstandandi
garaga við carport er á grundøkinum, sum er 722 m2 til víddar.
Á loftinum er hjúnarúm við klædnarúmi og altan, 3 kømur, baðirúm.
Í miðhæddini er køkur, stova, altan, wc, bryggers, kamar og gongd.
Kjallarin óinnrættaður. Garaga við elektriskari hurð og hitapumpu.
Garagan er vælegnað til minni virksemi av ymsum slagi.
Húsini eru bygd í 1981.
Husini verða seld um hóskandi boð fæst
Áhugað kunnu venda sær til Sertænastuna
tlf. 213303
Sosialurin 341800
Sí eisini:
www.isvanga33.dk
Arbeiðsuppgávur:
• Skrivari hjá stjóra og leiðslu
• Umsita journalskipan og journalisering. Herundir hava admini-
stratorrættindi og standa fyri innanhýsis undirvísing
• Lættari bókhaldsuppgávur
• Aðrar fyrisitingarligar uppgávur
Førleikar og royndir:
• Skrivstovuútbúgving, hægri handilsskúla ella samsvarandi útbúgving.
Viðkomandi víðarigangandi útbúgving/partsútbúgving verður raðfest.
• Góðan kunnleika og royndir við journalisering, bókhaldsuppgávum
og øðrum fyrisitingarligum uppgávum.
• Hollar royndir sum leiðsluskrivari
• Góðan málsligan førleika – í skrift og talu, í føroyskum,
norðurlendskum og enskum
• Góð samstarvs- og ráðleggingarevni
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• Dugir at samskipa og at fyriskipa tiltøk
• Hollan telduførleika
Løn og setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv at seta skjótast gjørligt. Starvið verður lønt
sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir og umsóknarfreist:
Umsóknir við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast
við vanligum brævi til Rúsdrekkasølu Landsins, att: Elsa Maria Holm
Olsen, Postsmoga 3069, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til
emo@rusan.fo. Umsóknarfreistin er 14. juni 2011.
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Elsu Mariu
Holm Olsen á emo@rusan.fo ella á tlf 340 400.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Rúsdrekkasøla Landsins søkir eftir fólki
at taka sær av leiðsluskrivara uppgávum,
journalisering og bókhaldsuppgávum