fríggjadagur 27. mai 2011síða 50
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
2
VIKUSKIFTI
Bøkur
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Hugskotið stavar frá slagorðunum
»endurnýtsla og gleði« og »ger heim
in til eitt bókasavn«. Upprunin til hug
skotið stavar úr USA.
Fyribrigdið snýr seg um, at fólk
leggja sínar lisnu bøkur á benkur, í
bíðirúm, á borð á kaffistovum, í bussar
og á onnur almenn støð. Á hendan hátt
fáa bøkurnar nýtt lív, fleiri fólk fáa
gleði av teimum, og fólk fáa nýggjar
bókmentaligar upplivingar, sum tey
helst annars ikki høvdu fingið.
Síggj, hvussu bókin ferðast
Tað stuttliga við fyribrigdinum er, at tú
fært fylgt við í, hvussu bókin hjá tær
ferðast. Allar bøkurnar verða nevniliga
merktar við einum nummari, soleiðis,
at tey, ið finna eina bók, kunnu fara inn
á heimasíðuna og skráseta nummarið
á bókini, og hvar tey eru stødd. Á tann
hátt ber til at fylgja bókunum. Tú kanst
eisini halda eyga við hvørjar bøkur eru
í umfari í tínum umhvørvi , og harvið
síggja, hvørjar bøkur, tú hevur møgu
leika at finna og lesa.
At skráseta bøkurnar er púra
ókeypis. Tá bókin verður funnin, fer
nýggi lesarin inn á heimasíðuna og
skrásetir hana, áðrenn hon verður lisin
og latin víðari. Nýggir lesarar kunnu til
dømis eisini skriva, hvat tey hildu um
bókina, og á tann hátt, kanst tú fylgja
við í, um bókin hjá tær skapar gleði á
ferðini.
Føroyskt
møsn
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Bill Mc. Leod Jacobsen / Jens Kristian Vang
2 Klumma: Føroyskt møsn
4 Interview: Bill Mc. Leod Jacobsen
6 Tips: Tónleikur til summarið
8 90 sekund: jákup símun simonsen
10 Til arbeiðis: Hervør Hansen
12 Í rangastrúpan: Ymiskt úr miðlunum
12 Umafturafturum: Høgni Djurhuus
16 Albert Isfeldt: Á ferð í USA
20 Bakgrund: Bob Dylan 70 ár
22 Bakgrund: Oprah Winfrey
26 Miðlamjarr: Tað siga tey á Facebook og í miðlunum
27 Tað hendir: Konsertir, tiltøk, bøkur og annað
28 Vikumyndin: Obama í London
INNIHALD
klumman
Uni Holm
Johannesen
Eitt nýtt rák, nevnt Bookcrossing, hevur nú tikið
seg upp. Á føroyskum kundi tað itið »Bøkur á ferð«,
og tað snýr seg um, at fólk leggja bøkur sínar á
ymisk almenn støð, tá tey eru liðug at lesa, soleiðis,
at onnur eisini kunnu fáa gleði av teimum
Bookcrossing – lat onnur
fáa gleði av bókunum
Tað er ótrúligt, sum føroyingar kunnu
skræða um lítið og einki. Hesa ferð hevur
tað mín sann eydnast at víst verkætlanini
Manntal so stóran mótvilja, at tað er vandi
fyri, at hon fer fyri skeyti.
Ósemjan er íkomin, tí spurnarbløðini
fara inn á persónligu viðurskiftini hjá fólki.
Gamaní, tað eru nakrir spurningar, sum
kanska eru ov nærgangandi fyri summi. Tað
hevur eisini verið víst á, at fólkini, sum savna
inn upplýsingarnar, góðkendu teljararnir,
kunnu koma til dyrnar hjá fólki, og tað er
í stríð við grundlógina, sum skal tryggja
friðin í privatlívinum. Summi finnast at, at
upplýsingarnir verða almennir um 80 ár.
Tað eru fleiri, sum finnast hvassliga at á
kjaksíðum og aðrastaðni. Tey ætla sær ikki
at luttaka. Onnur hugsa um at skriva okkurt
fjas fyri at sleppa undan bótini.
Evarska lítlar fløkjur, sum kunnu loysast.
Eingin samstarvshugur. Tað ræður bara um
at sita og peika og rópa upp um, hvussu býtt
øll hini eru. Serføroyskt møsn. Vit geva fyri
at fáa.
Verkætlanin Manntal er eitt stimbrandi
átak fyri føroyska samfelagið. Ein løtu
mynd av, hvussu vit liva. Ein rúgva av
spurningum verða svaraðir. Politikarar
sleppa undan at gita seg fram til veruleikan.
Tað fæst greiða á, hvønn tørv, føroyingar
hava. Spurnarbløðini hava ótrúliga stórt
granskingarvirði. Ein verkætlan, sum skal
betra um livikor føroyinga. Hetta skal takast
í álvara.
Svarini er ikki ætlað sum undirhald fyri
tey, sum stjórna verkætlanini. Tað er látuligt
at hugsa so. Um øll vísa kanningini aftur.
Avleiðingarnar kunnu verða øgiligar.
Eitt slitið orðatak sigur, at vit skulu
læra av fortíðini fyri at brynja okkum til
framtíðina.
Vælsignaðu føroyingar, vísið ikki verkætl
anini so stóran mótvilja, at samfelagið ikki
kann brúka upplýsingarnar. Hetta er ikki
eitt inntriv í títt lív. Hetta er eitt inntriv í
samfelagið.
Fakta
• 132 lond eru í løtuni við í
Bookcrossing.
• USA, Týskland og Ongland eru
størstu Bookcrossing londini.
• Tá tú vilt lata eina bók fara víðari, er
mannagongdin: Fá bókini eitt
nummar á www.bookcrossing.com,
fest tað í bókina og legg hana á eitt
alment stað.
• Tá tú finnur eina bók, er manna-
gongdin: skráset nummarið í bókini
á heimasíðuni, les bókina, og lat
hana ferðast víðari.
• Í løtuni eru fleiri enn 7 milliónir
bøkur í umfari kring heimin
• Heimasíðan eitur bookcrossing.com