fríggjadagur 27. mai 2011síða 56
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
8
VIKUSKIFTI
Hvat er tað besta við býráðsarbeiðinum?
Tað er spennandi at vera við til at
hava ávirkan og taka avgerðir fyri
framtíðina hjá okkum borgarum.
Hvat er tað
ringasta?
Veit ikki
nakað ringt.
Hvat fekk teg at fara upp
í kommunalpolitik?
Áhugin fyri samfelagsviðurskiftum hevur
mín stóra áhuga, so tað er orsøkin.
Heldur tú teg framvegis í form?
Mær dámar væl at ganga túrar,
serliga í føroysku nátturuni. Nøkur
skipa venjing er ikki í løtuni.
Hevur tú húsdjór?
Nei, men vit hava seyð á trøðni.
Hvussu nógv
gongur tú upp
í ítrótt í dag?
Tá H71 og B36
spæla eri eg sera
áhugaður og
spentur. Døturnar
leika eisini við
H71, umframt
at tær renna
við Bragdinum,
so har fylgi
eg eisini við.
Lesur tú nógv?
Ja, havi altíð eina bók á náttborðinum.
Serliga dámar mær væl at lesa søgu
og siðsøgutilfar. Í løtuni lesi eg bókina:
Ziskatrøðbrekkan hjá Christoffer Jensen
Dugir tú at gera mat?
Ikki serliga væl, men mær dámar væl at
fáa góðan føroyskan mat til høldar.
Hvat er tín
lívrættur?
Ein góður ræstur
ella feskur
føroyskur bógvur
í ovninum.
Hvar dámar tær best at ferðast?
Vit hava summarhús í Funningi haðani mamma
mín var ættað. Har dámar okkum væl at fara
at ferðast. Kona mín hevur eina systir, ið
er gift í Ribe í Danmark. Har gongur leiðin,
um farið verður uttanlands. Ein hugnaligur
eldri og friðarligur býur í suðurjútlandi.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Dag & viku, um stundir eru til tess.
Verður tú framvegis í
býráðnum um 10 ár?
Um lív og heilsa verður mær lagað, so
hevði eg fegin vilja, men tíbetur liva vit
í einum demokratiskum samfelagi, har
tað er veljarin, sum tekur ta avgerðina.
Jákup símun simonsen
Haldi fegin fram í politikki
lagt til rættis: Leo Poulsen
Jákup Símun Simonsen er formaður í einari sera virknari havnanevnd í Tórshavnar
kommunu. Hann heldur seg ikki duga serliga væl at gera mat, men dámar væl at fáa
føroyskan mat til høldar. Og so fylgir hann væl við B36 og H71, har døturnar spæla við
mynd: Jens kristian vang