fríggjadagur 27. mai 2011síða 58
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
10
VIKUSKIFTI
til arbeiðis
Handilsvirksemi, sum Matvørubúðin í Nólsoy
er sprottin úr, hevur nógv ár á baki. Hetta
virksemi hevur verið í fleiri ættarliðum, og
núlivandi fólk í Nólsoy minnast aftur á tíðina,
tá Edward Hansen, pápi Gabriel Hansen,
hevði bæði handil og fiskakjallara í Nólsoy.
Í nógv ár var Pakkhúsið karmur um
handilsvirksemi, og har varð saltfiskur virkaður
í kjallaranum. Seinnu árini av tíð síni sum
handilsmaður, hevði Edward tveir handlar.
Matvøruhandil var nú í kjallaranum hjá
soninum, Gabriel, samstundis sum Edward í
nøkur ár eftir hetta eisini hevði Pakkhúsið opið.
Gabriel, sum er giftur Jolinu, ið er ættað úr
Streymnesi, var sjómaður, men tá Edward legði
handilsvirksemi frá sær, tók Gabriel yvir og
rak hetta virksemi víðari í nógv ár. Í 1983 læt
stórur og nýggjur handil upp úti á Nýggjaveg
– ella á Mýruni, sum tað eisini verður rópt.
Hervør stjóri
Seinnu árini er tað dóttir Gabriel, Hervør og
maður hennara, Hans Martin Hansen, sum hava
staðið fyri rakstrinum av handilsvirkseminum,
og nú er Hervør stjóri í handilsfyritøkuni, Sp/f
Matvørubúðin, sum handilin formelt kallast.
Tá Napoleon Hansen, sáli, flutti úr Nólsoy
og inn á Nes at búgva og keypti kioskina við
Toftagjógv, tók Gabriel yvir tænastuna hjá
táverandi Statoil, nú Effo, sum Napoleon
hevði í fleiri ár. Henda tænasta hevur seinnu
árini verið partur av virkseminum hjá Hervør
og Hans Martini, eins og tey eisini átóku
sær postavgreiðslu í matvørubúðini, tá
posthúsið í Nólsoy læt aftur fyri nøkrum árum
síðan. Útbering av posti og postavgreiðsla
er tí í dag eisini partur av virkseminum
hjá hjúnunum, Hervør og Hans Martini.
Hans Martin er útbúgvin skipari og
sigldi í nógv ár sum stýrimaður og partvís
eisini sum skipari. Síðan hjúnini yvirtóku
handilsvirksemi, hevur hann verið onkrar
avloysaratúrar, men hetta hevur ikki borið
so væl til, síðan tey fingu postin. Hans
Martin var seinasta túrin til skips fyri
umleið tveimum árum síðan. Tá var hann við
verksmiðjuskipinum Ennibergi sum stýrimaður.
Langir dagar
Arbeiðsdagurin í einum matvøruhandli
er langur, og uppgávurnar eru nógvar og
ymiskar. Ikki minst, tá hesar eisini fevna um
oljuveiting til sethús í bygdini og at enda eisini
um postavgreiðslu og útbering av posti.
Hervør og Hans Martin taka sær
av tí mesta sjálvi, men tey hava hjálp
í handlinum, tá mest er at gera.
- Jú, dagarnir eru langir, og tað kemur
meiri enn so fyri, at eg ikki eri heima fyrr
enn út við 22-23 á kvøldi. Nú lata vit upp
klokkan 9.30, men nógv er at taka sær
av, eftir at matvørubúðin er latin aftur
klokkan 17.30 vanligar yrkadagar.
Hervør hevur arbeitt í handli – fyrst hjá
abba sínum, síðan hjá pápa sínum og at enda
hjá sær sjálvari – síðan hon var blaðung.
- Onkuntíð arbeiddi eg í fiski í
fiskakjallaranum, og eg arbeiddi eisini í
Pakkhúsinum. Í fleiri ár var handilin so eisini
í kjallaranum hjá okkum á Ryggi. Hetta hevur
soleiðis verið mítt lív, og eg kann næstan
siga, at handil eisini hevur verið mítt heim.
Dagar eru ymiskir. Onkuntíð kann tankin
streyfa um at gevast, men vit fara ikki at
gevast á hendur. Vit fara at halda fram –
sjálvandi, leggur hon brosandi aftrat.
Útbúgvin zonuterapeut
Hóast Hervør Hansen ongantíð fór í
framhaldsskúla, men bara gekk síni sjey
ár í barnaskúla í Nólsoy, hættaði hon sær
kortini fyri fáum árum síðan undir at taka
eina útbúgving sum zonuterapeutur.
- Í heyst verða tvey ár, síðan eg fekk mína
útbúgving. Eg tók útbúgvingina við sjálvlesnaði
og um telduna, og so vóru vit í Havn í skúla eitt
vikuskifti um mánaðin í eitt ár. Eg hevði hug
at royna okkurt, og eg helt zonuterapi vera
ógvuliga spennandi. Men tað var strævið at
koma ígjøgnum útbúgvingina, viðgongur hon.
Hervør sigur, at sum er, hevur hon ikki
brúkt útbúgvingina stórvegis, men hon hevur
onkuntíð havt familju og kenningar í viðgerð.
- Vit hava havt rættiliga nógv at gjørt í
handlinum, síðan eg fekk mína útbúgving,
serliga síðan vit eisini fingu postin, men eg
havi hugsað um at sett ein dag um vikuna
av til zonuterapi. Enn kann eg tó einki siga
um, nær síkt kundi komið upp á tal, men
tað liggur onkustaðni frammi í tíðini.
Hon vísir á, at í fjør vetur gjørdu tey ta roynd
at lata handilin aftur millum klokkan 14 og
16 um dagin, tá minst plagar at vera at gera.
- Tað er ongantíð einki at gera. Eg ivaðist tí
í hesum í kanska eitt ár ella so, áðrenn vit tóku
stigið. Men eg haldi, at fólk sum heild tóku
væl ímóti hesum. Hetta gjørdi so eisini, at vit
kundu vera fyrr leys av handlinum, tá vit lótu
aftur klokkan 17.30, sigur Hervør Hansen.
Matvørubúðin í Nólsoy eru
partur av Samkeyp.
lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
Hervør er stjóri í Nólsoy
- Onkuntíð arbeiddi eg í fiski í fiskakjallaranum, og eg arbeiddi eisini í Pakkhúsinum.
Í fleiri ár var handilin í kjallaranum hjá okkum á Ryggi. Hetta hevur soleiðis verið
mítt lív, og eg kann næstan siga, at handil eisini hevur verið mítt heim. Dagar eru
ymiskir. Onkuntíð kann tankin streyfa um at gevast, men vit fara ikki at gevast á
hendur. Vit fara at halda fram – sjálvandi, sigur Hervør Hansen brosandi
Fakta
Navn: Hervør Hansen
Starv: Stjóri og handilsleiðari
Besta við starvinum: Nøgd
viðskiftafólk
Ringasta við starvinum: Langir
arbeiðsdagar
Tal av arbeiðsfólki: Tvey, pluss hjálp
Stjóri: Hervør Hansen