fríggjadagur 27. mai 2011síða 60
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
12
VIKUSKIFTI
Øll tosa um veðrið. Men eingin
fær broytt veðrið. Eingin fær
gjørt annað enn at tosa um tað.
Hvussu keðiligt tað er, hvussu
vánaligt tað var, og hvussu
syndarligt tað verður.
Ein danskari, sum fæst við at
gera filmar, Lars von Trier eitur
hann, tosar ongantíð um veðrið.
Tað er niðan fyri hansara tign,
langt undir.
Lars von Trier dugir ikki at
gera filmar, sum eru verdir at
síggja (við einum undantak tó,
“Idioterne”). Tí tosar hann svart
um okkurt býtt fyri at fáa tey,
sum tíma at lurta, og tey eru
nógv, at hugsa um alt annað enn
filmarnar, hann kemur við.
Hesa ferð tosaði tann góði
von Trier um nasismu, jødar og
Hitler. Segði seg skilja Hitler. Og
tá hann at enda ikki rættiliga
megnaði at vevja seg burtur úr
aftur tí vavstri, hann sjálvur
byrjaði, endaði hann orðabraskið
við hesum braski: “gamaní, eg eri
nasistur.”
Sloppið var, helt hann. Hetta
var hóast alt bara grovt skemt,
segði hann. Dagin eftir varð
hann biðin um at fara úr Cannes,
farvæl og takk fyri hesuferð. So
vónaðu tey, sum sita honum nær,
at hann onga virðisløn fekk á
filmshátíðini, tí so noyddist hann
at koyra alla leiðina suður aftur
úr Danmark. Hann torir ikki at
flúgva.
Hann fekk ikki gullpálman.
Tað gjørdi ein amerikanari,
sum ongantíð hevur sagt nakað
alment, ongantíð tosar við
fjølmiðlar og noktar at lata seg
avmynda. Tøgn er gull.
Hvussu var annars við talu
frælsinum hjá von Trier? Jú, tað
er, sum alt annað, relativt. Um
tað so er deyðin, ja, er hann
relativur, tí nógv vænta sær eitt
annað, betri sjálvandi, lív eftir
deyðan. Vit hini staðfesta bara,
javell, ókey, hatta var so tað.
Um hvat tosa føroyingar mei
ra enn um sjúkur og sjúk fólk?
Tøgn í fimm minuttir. Nei, ikki
um veðrið. Jú, um deyðan og
deyð fólk.
Og í álvarsomu og sakligu
tíðindagreiningini Deadline í DR2
var hetta við danska nasistinum
í Cannes sjálvandi eitt stórmál.
Har tosaðu tey um, at von Trier
er vanur at “tage gas på folk.”
Eisini tá hann tosaði um Hitler.
Tað var sjálvandi sagt í fullum
álvara. Tey loftaðu ikki stuttligu
orðingini. Í Deadline skemta tey
ikki.
Tað gera vit heldur her.
So sjálvandi líkist tað ongum
at skilja Hitler, líkasum bera yvir
við honum. Von Trier bað eisini
um umbering aftaná. Vingliskølt
ur innast inni.
Tað er í lagi at skilja Obama,
Nixon, Truman, ja, allar
amerikanskar forsetar. Krígs
greðingar allir við nógvum
manna-, kvinnu- og barnalívum á
samvitskuni. Men tað er ikki tað
sama, tað er nakað heilt annað.
Teir eru í okkara parti, teir eru
the good guys.
Nei, sum hann segði: tað
ræður um at brúka kjaft, meðan
ein er á lívi, tí tá ein er deyður,
kann ein risikera tað at koma at
liggja við síðuna av einum, sum
einki sigur.
Tað er eisini sjálvsagt, at tey,
sum fólk vilja hoyra, brúka kjaft.
Tíverri eru tey verri enn so
altíð verd at lurta eftir.
Annars er tað sera heppið,
at øll ikki tosa líka nógv, tí so
noyddust fleiri at tosa í senn. Tað
eru framvegis bara 60 minuttir í
einum tíma. Til dømis tosa fleiri
í senn á óskipaðum fundum,
tíbetur, tí annars vardi fundurin
fýra tímar í staðin fyri tveir.
Í slíkum støðum ræður um at
tosa hart og skjótt og ikki anda
millum orðini fyri ikki at missa
orðið, sum hon ongantíð fekk,
men tók mitt í einum orði hjá
øðrum. Sum í fuglabergi.
Sum tað stóð á GaJol
pakkanum: sig okkurt skilagott
ella halt gák. Tíverri lurtar eingin
eftir GaJol.
Og
Rúsan slapp ikki í SMS. Men
SMS sleppur nú í Rúsuna.
Tig ella sig einki
Umafturafturum
høgni djurhuus
Skuldu kanska hugsa
meira um málið
HB valdi at sparka
málspørkini og útspørkini
eftir høvdinum hjá Fróða.
Sosialurin
Hvussu fer tað at spæla av?
Grindadráp í Føroyahúsinum
Dimma
Hvønn fót?
Chelsea givið Ancelotti fótin
Sportal.fo
Bara hann ikki fer til gongu
Alirisin í Suðuroy
hevur reist seg
Sosialurin
Nýggjur spælari?
Tryggi skjúttin hjá B36,
Sislowich, smekkaði til...
Dimmalætting
Bara bumban ikki rakar nakran
Bumbuhóttan rakar
føroyska sendistovu
Sosialurin
Hvør er ítróttargreinin?
Eyðun og Andreas døma
millum stjørnur í Hollandi
Sosialurin
Har skalt tú síggja!
Tað eru pengar í flaggstongini
Dimma
Gongur væl!
Tórshavnar Gongufelag
fær heiðursskjal og kekk
Vagaportalurin
ranga
í
strúpan
Francois fær
av at vita
Tveir mánaðar gamli Francois Langur
hevur tað ikki lætt. Mamman Lynn heldur
eitt vakið eygað við honum, og á myndini
sæst hon snøgga Francois eitt sindur um
høvdið. Vit siga bara stakkals Francois!
Og hann verður neyvan lættur at fáast
við, tá ið hann verður tannáringur!
(Mynd: AP Photo)
Hvør er
tað?
Dimmalættin hevur greinað tað, sum hendi
í løgtinginum her fyri, tá ið løgtingsfólk
máttu arbeiða út á náttina. Skrivað verður
millum annað soleiðis um eitt uppskot:
Eitt uppskot frá Kára á Rógvi
Bjørt Samuelsen um at seta eina
rættarskipanarnevnd at gera uppskot
til grundleggjandi rættargangslóg
fyri Føroyar og uppskot til føroyska
revsilóg, var samtykt.
Vit standa bara spyrjandi. Er Kári á
Rógvi Bjørt Samuelsen ein nýggjur
tinglimur – ella er talan um veruliga
samanlegging av tveimum tinglimum?
Vinir práta
- Konan hjá mær segði, at hun vildi
ikki hava nakra føðingardagsgávu
í ár, men helt, at vit heldur
skuldu gera okkurt saman.
- Gjørdu tit so tað?
- Ja, vit skeldaðust um, hví eg ikki hevði
keypt henni nakra føðingardagsgávu.
Tosa ov
nógv
Tað er einki stuttligt at sita í bíðirúminum
hjá læknanum. Eitt er, at tað tekur
evigheitir at sleppa fram at, og nakað
annað er, at hini fólkini eru ikki so festlig
at hoyra uppá. Tey tosa so nógv, um hvat
feilar teimum, at mann sleppur ikki at
fortelja um sína egnu sjúku.