Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 75
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 75

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 61 · 27. mai 2011 27 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagt til rættis: Eyðun Klakstein Finalubrak á Wembley Nú skal sterkasta fótbóltsfelagið í Europa finnast. Sponsku og ensku meistararnir hittast í finaluni í europeisku meistarakappingini, Champions League. Fyri tveimum árum síðani vann Barcelona á Manchester United í hesi kapping, og nú er spurningurin, um teir úr Onglandi kunnu hevna tað tapið. Dysturin verður spældur á Wembley í London. Barcelona-Manchester United Finala í Champions League Leygarkvøldið 28/5 kl. 19.45 Tema um demens Vit taka okkara minni fyri givið, men tá ið vit fara at gloyma, broytist okkara lív munandi. Leygarkvøldið hevur danska sjónvarpsrásin DR2 temakvøld um demens. Greitt verður frá, hvørjir trupulleikar demens skapar, men eisini verður víst á, hvussu tað ber til at halda fram við einum góðum lívi. Tema um demens DR2 Leygarkvøldið 28/5 kl. 19.00 Túnadansur í Hovi Summarið er í nánd, og í Hovi ætla tey sær út í frísku luftina at hugna sær um vikuskiftið. Tveir kendir føroyskir popparar fara leygarkvøldið at spæla til túnadans har. Jens Marni Hansen og Kim Hansen fara at spæla, og teir fara at tríva í sangir hjá bæði sær sjálvum og øðrum bólkum. Jens Marni og Kim Túnadansur í Hovi Leygarkvøldið 28/5 kl . 23.00 Mannskór í Norður­landa­ húsinum Leygardagin ber til at uppliva konsert við mannskóri í Norðurlandahúsinum. Tað er Tórshavnar Mannskór, sum fer at hava konsert, og teir fara at syngja sangir burtur úr sínum fjølbroytta reportoire. Konsertin verður í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Tórshavnar Mannskór Norðurlandahúsið Leygardagin 28/5 kl. 17.00 Rás2 við Hvonn Live Leygarkvøldið verður seinasta Hvonn Live sendingin fyri summarferiuna. Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn, og hesaferð verður danski sjónvarpsverturin Anders Lund Madsen gestur í sendingini. Hann fer at hugleiða um tíðina, hann búði í Føroyum, og hann sigur sína meining um eitt nú pengar, sjónvarp og turran fisk. Guðrið Hansdóttir fer at spæla live í sendingini, og aðrir gestir støkka eisini inn á gólvið. Hvonn Live Rás2 Leygarkvøldið 28/5 kl. 20.00 Timburmenn í Thailandi Ert tú í hýri til ein skemtifilm við løgnum monnum og hendingum, so er Timburmenn filmurin helst nakað fyri teg. Fyri nøkrum árum síðani var filmurin Timburmenn í Vegas eitt stórt hitt, og nú hava framleiðararnir gjørt ein film við sama hugskoti, og hesaferð gongur filmurin fyri seg í Thailandi. Eitt er, at tað, sum hendir í Vegas, verður verðandi í Vegas, men eingin kann ímynda sær, hvat kann henda í Thailandi. Timburmenn í Thailandi Biograffilmur Frá hósdegnum 26/5