Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sørvingar fingu dura- fjórðingin frá ÍF, tá teir sunnudagin máttu fara heim aftur við 3-1 tapi FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo So er tað ein staðfesting, at gullstríðið í mansflogbólti fer at standa millum ÍF og Mjølnir. Leingi hevur SÍ annars nálgast uppi í teim- um báðum oddafiskunum men eftir úrslitini um viku- skiftið má tað standa mest sum greitt, at teirra leiklut- ur í hesum er av á hesum sinni. Møguleikin hevði fram- vegis verið til staðar, um sørvingar høvdu fingið stig burtur úr dystinum á Kambs- dali sunnudagin, har ÍF tó varð mett sum favorittur. Eitt heiti, sum fuglfirðing- arnir eisini livdu upp til. Tó at talan var um hampuliga jøvn sett, so tóktist alt ganga heimaliðnum til vild- ar tey bæði fyrstu settini, men tá SÍ so tók sær av triðja settinum, kom spenn- ingurin aftur í dystin.Tað eydnaðist tó ikki sørving- unum at halda fast, og við sigrinum opnaðu fuglfirð- ingarnir eitt glopp upp á fimm stig niður til SÍ, og tað kann væl vísa seg at gerast meira enn tungt hjá sørvingunum at taka aftur. Í hinum dystinum hetta vikuskiftið gjørdi Mjølnir bart, tá Fram var á vitjan. Tað varð ikki roknað við, at Fram fór at gera stórvegis við Mjølnir, og tað megn- aðu teir sum so heldur ikki. Brak í Klaksvík Við hesum er lagt upp til eitt satt brak, tá Mjølnir komandi sunnudag tekur ímóti ÍF. Ein dystur, sum verður ein endurtøka av finaludystinum í Mjølnir- kappingini fyri tveimum vikum síðani, tá ÍF tryggj- aði sær pláss í steypafinal- uni. Ta ferðina varð talan um ein sannan gysara, sum gekk yvir øll fimm settini, og tað kann so væl og virði- liga henda seg, at talan verður um eina endurtøku hesaferð. Í øllum førum tykjast dygdirnar hjá lið- unum báðum í mangar mát- ar at viga upp móti hvørjari aðrari, so tað verða allar helst teir minstu av teimum smáu marginalunum, sum verða á muni í dystinum, sum allar helst fer at viga heilt tungt, tá gullmerkini fyri kappingarárið skulu hangast um hálsin. Nr. 17 • týsdagur • 27. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tríggir dystir í meist- aradeildini hjá kvinn- um, vóru leiktir um vikuskiftið. Sum úr- slitini lagaðu seg er Dráttur av álvara far- ið at blanda seg í odd- inum FLOGBÓLTUR Hermann Mortensen Fríggjakvøldið hevði ver- andi meistararnir úr ÍF vitj- an av Drátti. Í endaspæl- inum hevur tað gingið væl hjá Drátti og fyri tveimum vikum síðan vann liðið Mjølnir-kappingina og tryggjaði sær harvið sætið í steypafinaluni. Verandi meistararnir hava ikki somu styrki sum í fjør og tað hevur ikki gingi eftir vild hjá ÍF. Tað stóð eitt triðja pláss uppá spæl fríggjakvøldið og harvið kundi vinnandi liðið eisini verða við til at mynda topp- in í meistaradeildini. Sjálvur dysturin var sera spennandi og sigurin kundi fari báðar vegir, men tað vóru tær úr Drátti, ið drógu longra stráðið. Dráttur vann 3-2. Fyrsta sett var javnt, lið- ini skiftust um at hava leiðsluna, men Dráttur vann at enda settið 25-22. Í øðrum settið vóru tær úr Drátti klárt omaná og tær vunnu eisini annað sett 25- 17. Triðja sett var ein sann- ur gysari, sum endaði 26- 24 til ÍF. Fjórða sett var eis- ini javnt og her vísti ÍF góð- an moral og tær vunnu at enda 25-22. Síðan var farið út í eitt fimta og avgerandi sett. Her vóru tær úr Drátti meira avgjørdar og tær vunnu fimta sett 15-8 og harvið dystin 3-2. Við sigrinum er Dráttur á triðja plássi við átta stigum og einasta veruliga hóttan fyri TB og Mjølnir, sum hava verið suverenar higar- til í kappingini. Fyri ÍF kom tapið sera illa við, nú er munurin upp til oddalið- ið TB seks stig og tað verð- ur meira enn trupult at inn- heinta aftur. Botnliðið Fleyr hevði vitjan av oddaliðinum TB. Hetta vísti seg at verða ein avgreiðslu spurningur fyri TB. TB vann sannførandi 3-0 útisigur við settúrslit- unum 25-11 25-18 og 25- 14. Við sigrinum er TB framvegis á odda í meist- aradeildini hjá kvinnum. Í KÍ-høllini spældu Mjøln- ir og KÍF. KÍF kundi einki stilla upp ímóti Mjølni, sum vann tryggan 3-0 við settúrslitunum 25-16 25-17 og 25-21. Støðan í meistaradeildini hjá kvinnum er nú tann, at TB er á odda við 12 stigum, Mjølnir hevur 10 stig og Dráttur hevur 8 stig. Síðan koma ÍF við 6 stigum, KÍF við 5 stigum og niðast er Fleyr við 1 stigi. Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinnur ÍF-Dráttur 2-3 (22-25, 17-25, 26-24, 25-22, 8-15) Fleyr-TB 0-3 (11-25, 18-25, 14-25) Mjølnir-KÍF 3-0 (25-16, 25-17, 25-21) Meistaradeild menn ÍF-SÍ 3-1 (25-21, 25-20, 23-25, 25-21) Mjølnir-Fram 3-0 Eitt mál millum ÍF og Mjølnir Mjølnir hevði ikki stórvegis trupulleikar av Fram, og nú bíða klaksvíkingar spentir til oddabrakið komandi vikuskifti Mynd: SáH TB framvegis á odda hjá kvinnum Mjølnir-kvinnurnar hava ikki ráð at missa eitt tað einasta settið, sum støðan er, og sunnudagin greiddu tær sín setning, tá KÍF vitjaði Mynd: SáH 23 22 Nr. 17 - 27. januar 2004 22 Nr. 12 - 3. januar 2004 UTTAN ÚR HEIMI Full ferð á Tað gongur strúkandi í bretska búskapinum. Brutto- tjóðarframleiðslan vaks 2,5 prosent í fjør, og hetta er tann størsti vøksturin seinastu fýra árini. Bretar hava fingið meiri pengar at keypa fyri. Tað sást eisini nú stutt undan ársskiftinum, tá fólk keyptu bilar sum ongantíð fyrr, og tað tulka eygleiðarar sum eitt tekin um, at bretar hava álit á, at tað fer eisini at ganga væl í komandi tíð. Samstundis siga serfrøðing- ar við BBC, at bretar mugu rokna við rentuhækking í næstum. Seinast hækkaði rentan 0,25 prosentstig í november í fjør, og hon er nú 3,75 prosent. Í ES-lond- unum, sum hava sett evruna í gildi, er rentan tvey pro- sent, men Bretland er sum kunnugt ikki evruland. Tey nýggju tølini, sum vórðu kunngjørd um viku- skiftið, komu alt fyri eitt bretska pundinum til góðar. Virðið vaks eitt sindur, men tað er ikki bara til tað góða, tí hækkar pundið ov nógv, fáa útflutningsfyri- tøkurnar trupulleikar. Eiga at banna telefonsølu Danska búkararáðið mælir nú myndugleikunum til at banna fyritøkum og feløgum at selja vørur við dyrnar hjá fólki og at selja vørur ígjøgnum telefonina. Sambært galdandi reglum er tað loyvt at selja tryggingar, bløð, bøkur og limaskap í bjargingarfelag- num Falck við dyrnar hjá fólki ella ígjøgnum telefon- ina. Brúkararáðið heldur hesa mannagongdina vera ágangandi og mælir til politikarunum til at broyta ver- andi lóg. Ráðið vísir eisini á, at tað er eingin meining í at hava hesi fýra undantøkini í lógini og hevur tí skotið upp at strika tey. Felagsskapurin hjá donsku dagbløðunum hevur longu mótmælt áheitanini hjá brúkararáðnum. Lars Henrik Munch, sum er stjóri í JP/Politikens Hus, sig- ur við Jyllandspostin, at tað verður ein dyggur smeit- ur fyri dagbløðini, sleppa tey ikki at nýta telefonina fyri at útvega sær nýggjar haldarar. Nógv skip hildin aftur Ikki færri enn 53 norsk skip vórðu hildin aftur í út- lendskum havnum í fjør, tí trygdarviðurskiftini ella onnur viðurskifti vóru ikki í lagi, skrivar Aftenposten. Í 2002 vórðu 35 norsk skip hildin aftur uttanlands. Kurt Kristiansen í norska sjóferðslustýrinum sigur við blaðið, at tað er heilt óneyðugt, at norsk skip verða hildin aftur í øðrum londum. Hann sigur, at reiðaríini eiga at vera meiri ansin, og at tey kunnu ikki loyva sær at slaka við trygdini ella at útseta útbúgv- ingar hjá manningini fyri at spara pengar. Tað er heldur ikki bara í útlendskum havnum, at norsk skip verða hildin aftur. Kurt Kristiansen sigur, at av teimum 562 norsku skipunum, sum vórðu kann- að í norskum havnum í fjør, vórðu 153 hildin aftur. Í 19 førum vísti tað seg, at skipini høvdu størri last, enn tey høvdu loyvi til. Í øðrum førum vóru skipini ov illa hildin, og summi vóru so illa rustað, at tey sluppu ikki at sigla, sigur hann. Hóttir við uppreistri Ein fyrrverandi generalur í herinum í Venezuela hóttir nú við, at herurin kann fara at gera uppreistur ímóti forsetanum, Hugo Chavez. Nestor Gonzales var generalur í venesuelska her- inum, men varð koyrdur frá í oktober í 2002, tí hann sýtti fyri at gera eftir boðum frá forsetanum. Hann tekur av heilum huga undir við kravinum um eina fólkaatkvøðu um framtíð forsetans. Sjálvur við Hugo Chavez ikki hava fólkaatkvøðuna, og hann hevur sagt, at óheftir útlendskir eygleiðarar sleppa ikki at fylgja við øllum. Hetta góðtekur Nestor Gonzales ikki, og hann sigur Ein nýggj frágreiðing gevur eina ræðandi mynd av, hvussu børn verða nýtt og misnýtt sum hermenn um allan heimin. Serliga í Afriku verða børn í túsundatali drigin upp í kríggj og ósemj- ur BARNAHERMENN Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er serliga har suðuri í Sudan, har eysturi í Kongo og har norðuri í Uganda, at børn verða misnýtt sum hermenn. Ringast stendur til har norðuri í Uganda, har børn eru at kalla dagligt álops- mál. Frágreiðingin »Child Soldier Use 2003« sigur, at síðani borgarakríggið í Sudan byrjaði fyri seytjan árum síaðni, hevur upp- reistrarherurin Lord Resi- stance Army burturflutt fleiri túsund børn og síðani nýtt tey sum hermenn. Hildið verður, at eini 5.000 børn verða rænd á hvørjum ári og síðani nýtt sum her- menn, flutningsfólk og kynsligir trælir. Sambært frágreiðingini hevur støðan ongantíð verið so ring sum júst nú. Sambært ugandiska her- inum hevur tað eydnast at fría meiri enn 7.000 tílík børn. Samstundis verður upplýst, at hvørja nátt fara eini 30.000 børn frá húsi og heimi fyri at fjala seg. Tey tora ikki at vera við hús um náttina, tí tað er tá, upp- reistrarherurin rænir børn- ini. Sambært »Child Soldier Use 2003« er tað ikki bara Lord Resistance Army, sum nýtir børn sum hermenn. Sagt verður, at ein annar uppreistrarherur, SPLA, hevur minst 7.000 børn ímillum sínar hermenn. Men tað eru ikki bara uppreistrarbólkar, sum nýta børn sum hermenn. Barna- hjálpargrunnurin hjá ST vil vera við, at tann almenni herurin í Kongo hevur minst 8.000 børrn, og sagt verður, at í summum her- deildum er meiri enn helm- ingurin av hermonnunum børn. Skilið er tað sama nógva aðrastaðni í Afriku. Á Fíla- beinsstrondini eru nógv børn um tíggju ára aldur hermenn, og í Burundi eru umleið 14.000 børn, sum taka lut í borgarakríggnum har. Ikka bara í Afriku Tað er heldur ikki bara í Afriku, at børn verða nýtt sum hermenn. »Child Soldier Use 2003« sigur, at millum 35 og 40 prosent av stjórnarherinum í Burma eru børn, og at fleiri teirra eru yngri enn ellivu ár. Eis- ini uppreistrarbólkarnir í Burma nýta børn sum her- menn, stendur í frágreið- ingini. Á Filipsoyggjunum fáa børn hernaðarvenjing, so tey kunnu hjálpa teimum muslimsku uppreistrar- felagsskapunum, og í Sri lanka nýttir uppreistrar- felagsskapurin LTTE eisini børn í bardaganum ímóti stjórnarherinum. Í Kolombia hevur upp- reistrarfelagsskapurin FARC umleið 11.000 børn í sínum deildum. Dreingirvir taka lut í baraøgum við stjórnar- herin, og genturnar verða noyddar at virka sum skøkjur hjá hermonnunum, stendur í frágreiðingini. Alt fleiri børn verða nýtt sum hermenn Hesin drongurin í Kongo er eitt av teimum nógvu børnunum, sum verða nýtt sum hermenn í borgarakrígnum har John Kerry hevur bestu møguleikarnar at vinna annað demo- kratiska uppstilling- arvalið, sum er í New Hampshire í morgin Hóast bæði John Edwards og Wesley Clark hava havt veksandi undirtøku í New Hampshire teir seinastu dagarnar, bendir alt á, at John Kerry fer at vinna uppstillingarvalið hjá Hampshire hava fyrr vent øllum á høvdið. Fyri fýra árum síðani valdu teir re- publikansku veljararnir har John McCain og ikki George W. Bush, og fýra ár frammanundan valdu teir kenda senatorin Edward Kennedy at hjálpa sær í New Hampshire. Eygleið- arar siga, at júst stuðul hansara hevði stóran týdn- ing fyri tað fyrra úrslitið. Um Kennedy eisini kann Kerry frammanfyri C M Y K 22