fríggjadagur 27. mai 2011síða 82
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61
kappingin
Summar
Við sínum 250.000 íbúgvum er Århus næststørsti býurin í Danmark,
men samstundis hann við tí lægsta miðalaldrinum.
Århus – yngsti býurin í Danmark
Pulsurin slær týtt í Århus. Við
fleiri enn 40.000 lesandi er hann
landsins yngsti býur, har øll hyggja
frameftir.
Samstundis við hetta trívist
fortíðin eisini her í teimum gomlu,
stemningsfullu og hugnaligu kvar
terunum sum veruliga geva Århus
lív og lit.
Her ber til at njóta nógvu og
stóru handlarnar; ta róligu atmo
sferuna á teimum hugnaligu café'
unum og ganga sær ein langan túr
í skóg, strond og býi, áðrenn leiðin
verður løgd til eina av mongu mat
stovunum.
Umframt alt hetta er Århus
eisini eitt savningarstað fyri list,
mentan og ikki minst tónleik.
Verður tú kvikur, so kanst tú
vinna eina ferð higar í Summar
kappingini mánadagin klokkan
11:30.
Stuttur
vegur
Vinningurin
hesaferð
er
ein flogferð og uppihald á
CABINN Hotel í Århus.
Århus hevur sín egna
flogvøll, men higar flýgur
Atlantsflog ikki í løtuni. Hin
vegin er ikki langur vegur frá
tveimum øðrum flogvøllum í
nánd av býnum.
Um flogið verður til Bil
lund, tekur tað bert einar 80
minuttir at koyra til Århus í
bili. Og um flogið verður til
Aalborg ístaðin, tekur tað
bert fimm minuttir longur
við bili.
Hóast Århus er ein stórbýur,
er eisini gjørt nógv fyri at
hugna um, m.a. við nógvu
og hugnaligu café'unum