fríggjadagur 27. mai 2011síða 84
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61
kappingin
Summar
Í gjár kom út bókin ”Århus i hjertet” her 15 ymisk fólk
siga frá upplivingum sínum í býnum og kring býin.
Við Århus í hjartanum
Millum tey kendu, sum geva sítt
íkast til søguna um næststørsta
býin í Danmark, eru Margretha
drotning sum vísir lesarunum runt
á Marselisborgini; filmmaðurin og
rithøvundurin Jørgen Leth sum
fer aftur til barnaár síni; og kendi
politiski viðmerkjarin og tíðinda
maðurin, Henrik Qvortrup sum
beinleiðis heitir á býin um at fara
í viðgerð hjá sálarfrøðingi.
– Århus er ein býur við eini so
órímiliga stórari sjálvsfatan, at tað
irriterar meg. Býurin átti at farið í
viðgerð, heldur Qvortrup í øllum
førum.
Felags fyri øll hesi 15 fólkini er,
at tey hava Århus í hjartanum, tí
býurin hevur havt stóran týdning
fyri tey.
– Bókin er okkara lítillátni máti
at heiðra býin, fólkini og støðini.
Samstundis er tað vón okkara,
at søgurnar í bókini fara at geva
afturljóð hjá lesaranum og kanska
fáa tey at hugsa um staðið, har
ein valdi at liva sítt lív, sigur Søren
Højlund Carlsen, sum hevur gjørt
bókina saman við myndamanninum
David Bering.
Bókin verður útgivin av TUR
BINA-forlagnum og kostar 299
krónur fyri tey, ið hava áhuga fyri
at ogna sær hana.
LESTRARBÝUR
Nógvir danir og føroyingar við hava búð nógv ár í Århus
í samband við útbúgvingar sínar av einum og øðrum
slagi. Hetta staðið man vera kent av fleiri
Århus er ein býur við eini so
órímiliga stórari sjálvsfatan,
at tað irriterar meg. Býurin
átti at farið í viðgerð
Henrik Qvortrup