Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 86
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 86

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61 kappingin Summar Hvat lærdi omman, tá hon gekk í skúla? Og hvat gjørdi hon í frítíðini? Við ommu í skúla Hesar spurningar og mangar aðrar hava børn og vaksin møguleika at fáa eitt svar uppá, tá tey vitja Den Gamle By í Århus. Ja, hvørjar leikur hevði hon – og dreingirnir, hvat fingu teir dagin at ganga við? Hesin sjáldsami møguleiki verð­ ur givin børnum, ungum og til­kom­ num sum í túsundatali vitja hetta hugnaliga kvarterið mitt í stór- býnum. Her finnast fleiri enn 75 søguligir bygningar, framsýningar, bústaðir, handlar og verkstøð. Tað kemur tí ikki av ongum, at Den Gamle By verður nevnd sum ein merkistaður í heimsflokki. Her fær ein eitt serstakt høvi at fara aftur í tíðina, og síggja hvussu fólk búleikaðust og bóru seg at í stovuni, køkinum, samstundis sum ein kann kenna angan av ný­ bakstri. Her kunnu børn og vaksin spæla tey gomlu spølini, og soleiðis fáa eitt innlit í, hvussu lívið gekk fyri seg í gomlum donskum býum so langt aftur sum í 1500-talinum. Tað er tí sum tikið verður til: Tað er bert ein einstakur Den Gamle by í øllum Danmark, og hevur savnið tikið ímóti omanfyri 3 millliónum vitjandi seinastu 10 árini. Ummæli Fleiri av teimum vitjandi hava givið sítt ummæli av Den Gamle By. Ein teirra sigur soleiðis eftir at hava vitjað her enn einaferð: – Ja, so vóru vit aftur í Den Gamle By. Her koma vit fegin aftur og aftur. Her er hugni og stemningur, og mátin, ið ein verður førdur aftur í tíðina, riggar avbera væl. Av ”nýggjum tingum” var Mønt­mestergården, sum júst var latin upp (2009). Um sólin skínur, tað regnar ella kavar, so fær ein altíð okkurt burtur úr eini vitjan í Den Gamle By. FYRI ØLL Den Gamle By er fyri øll, her børnini eisini sleppa upp í part Eikin Sp/f, tel. 321030, fax 316590, eikin@eikin.fo Landsins størsta úrval – og bestu prísir www.eikin.fo 12.499 Einans 7.998 Einans 2.875 Einans Sosialurin 341800 Smartar elevationssengur 180x200. Multipocket fjarðar/-5 zonu uppdeildar/latextop/tráleys betjening. Uttan boylar Boksmadrassa 140x200 við topmadrassu. Uttan bein Elevationssong 180x200. Posafjarðar/5 zone-oppdeiling/ toppur kjarna úr purskúm Tilboð Spar kr. 5.000,- Spar kr. 5.000,- Spar kr. 1.100,-