Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 88
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 88

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61 kappingin Summar Ein kann nærum ikki finna eina betri staðseting enn CABINN Aarhus Hotel. Sov væl – og bíliga Hotellið við teimum 192 kømrunum liggur beint við Århus Teater, AroS og Den Gamle By, og higani hevur tú stuttan veg til Dómkirkjuna og Víkingasavnið og ánna, ið rennur gjøgnum býin. Hotellið hevur eina matstovu til morgunmat og bar/lounge, og hevur ókeypis netatgongd í øllum felagsøkjunum. Tað serstaka við hotellinum man kortini vera prísurin, ið má sigast at vera sera rímiligur. Tey hava havt sera góð tilboð, heilt niður í 485 krónur fyri náttina. Tað er tí ikki av ongum at slagorð teirra er ”Sleep Cheap In Luxury”! Annars fæst meiri at vita um ho­tellið á hesi heimasíðuni: http://da.hotels.com/ho227822/ cabinn-aarhus-hotel-arhus-dan­ mark/#description Eitt uppihald á hesum hotell­in­ um er at vinna á Rás2 mánadagin klokkan 11:30. Ummæli Ein og á so mongum øðrum hotellum, fáa gestirnir eisini høvið at siga sína hugsan um tað. Hetta sigur ein teirra: Vitandi um, at kømrini eru lítil og ikki merkt av luksus, er hotellið yvirraskandi gott og virkar sum tað skal, samstundis sum tað liggur ótrúliga væl fyri. Til henda prísin, koma vit aftur eina aðru ferð! CABINN Hotell liggur so væl fyri í Århus sum yvirhøvur hugsandi Hóast CABINN Hotell er bíligt, er tað snøgt innanveggja Á hálsi · Smyrilsvegur 7 · tlf. 312138