mánadagur 30. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Einaferð varð sagt, at ferðavinnan
skuldi verða eitt nýtt bein hjá vinnuni
at standa á. Nógv hevur verið sagt og
skrivað um, hvussu vit skulu hava
talið á vitjandi at vaksa fyri at skapa
størri inntøkur av ferðafólki.
Tað førdi við sær, at Ferðamann
astovan varð til Ferðaráð Føroya.
Samanleggingar, niðurleggingar og
annað hevur ført til, at hesin fyrr so
stóri stovnur, nú bara er ein viðfán
ingur í nærum niðurlagda uttanrík
isráðnum.
Tað er harmiligt, at tað hevur
gingið so illa í hond at samskipa og
menna ferðafólkavinnuna, so hon
veruliga gjørdist eitt ískoyti til bú
skapin. Eyðvitað er, at eins og onnur
smá oyggjasamfeløg kunnu vinna
fitt upp á ferðavinnuna, so kunnu
vit í Føroyum heilt vist fáa væl betur
burturúr.
Tí er tað helst gott, at løgtingið
hevur samtykt at endurstovna Ferða
ráðið. Men tað má so ikki fáa somu
lagnu, sum tað fyrra, og tí má eitt
gott og virðiligt fyrireikingararbeiði
gerast.
Tað er eitt kent fyribrigdi í Før
oyum, at vit hava tað fyri at seta ov
nógv smá kongaríki á stovn. Tað eru
stovnar og ráð, sum altíð hava nóg
mikið í sær sjálvum, sum altíð vita
best – og hvørs tilverugrundarlag alt
ov ofta tykist vera tað, at vera til –
heldur enn hvat gagnar samfelagnum
best. Tí krevur tað, at vit hava eina
greiða stýring , og at alt samstarv og
øll samvinna gongur upp í eina hægri
eind.
Men skulu vit hava eina ferða
vinnu, sum verður eitt veruligt
ískoyti til búskapin, so krevur tað
eisini, at flutningsleiðirnar til landið
eru góðar og greiðar og bíligar. Land
ið eigur meirilutan í báðum flutn
ingsfeløgunum, sum flyta ferðafólk,
Atlantsflog og Smyril Line. Um tað
er gott ella ringt, tað kundu vit altíð
kjakast um, men tað er í øllum førum
ein veruleiki, sum forpliktar. Smyr
il Line hevur verið rikið á privatum
grundarlag, hóast landið fleiri ferðir
hevur loftað felagnum, tá húsagang
ur hevur hótt – og tað hevur ført við
sær, at landsstýrið og landið gjøgnum
grunnar eigur meirilutan í felagnum.
Viðvíkjandi Atlantsflogi, so byrjaði
landsstýrið eina privatiseringstil
gongd, sum steðgaði í hálvum gekki
við tí úrsliti, at landsstýrið í veruleik
anum hevur snýtt privatu partaeigar
arnar, sum ikki hava gjørt annað enn
at geva landskassanum eitt sera bíligt
og rentufrítt lán.
Skulu vit hava eina burðardygga
ferðavinnu, so krevur tað, at land
ið gevur vinnuni góðar og tryggar
karmar. Lyfti hava verið um ser
treytir fyri heimligu vinnuna við eitt
nú lækkaðum meirvirðisgjaldi. Men
hetta tykist ikki blíva annað enn orð.
Eingin ivi er um, at talan er um vinnu,
sum kann blóma. Men tað krevur, at
bestu karmar verða skaptir.
Vit mugu ansa eftir ikki at
skapa fleiri smá kongaríki
Tað er ikki longur sjálvsagt,
at tey samkyndu noyðast
at flyta av landinum, og
ongantíð
fyrr
hava
so
nógv samkynd livað opið í
Føroyum, sigur Bjarni Lis
berg, sum er ein av fyrirei
karunum.
Mikukvøldið 1. juni verð
ur nýggj rørsla til frama fyri
samkynd sett á stovn.
- Ongantíð fyrr hava so
nógv samkynd livað opið í
tí føroyska samfelagnum.
Tað er ikki longur sjálvsagt,
at einasta gongda leið, tá ið
tú sprettur sum samkynd/
ur, er ein einvegis ferðaseðil
til Keypmannahavnar ella
aðrar stórbýir. Fleiri og
fleiri velja at verða verandi
í Føroyum, tí tað er her vit
búgva, arbeiða og virka.
- Vit vilja hava eina jaliga
rørslu, sum skapar trivnað
og eitt mennandi umhvørvi
fyri samkyndum, tvíkynd
um
og
transpersónum.
Rørslan skal sjónliggera
okkum sum ein natúrligan
part av samfelagnum, sigur
Bjarni Lisberg, sum er ein
av fyrireikarunum.
Stigtakararnir heita á øll,
sum vilja stuðla hesi søk um
at møta á stovnandi aðal
fund mikukvøldið 1. juni
klokkan 19.30 í Mannarætt
indarúminum hjá Amnesty
International Føroya Deild á
Kongabrúnni í Havn.
Stovna nýggja
rørslu fyri samkynd
FERÐAVINNAN SUM HITT BEINIÐ
Nei, tað skurrar...
Ella kann man seta
hægsta embætis
fólk í landsstýri
num til løgmann?
Tað royndu sam
bandsmenn í øllum
førum fyri 30 árum
síðani.
Hóast tað ong
antíð hevur verið
frammi
alment,
so greiddi Pauli
Ellefsen, fyrrver
andi løgmaður, frá
í sendingini »Meg
Minnist« hjá Jógv
ani Arge í útvarpi
num, at Sambands
flokkurin ætlaði at
seta Johan Djur
huus,
skrivstovustjóra
í
Tinganesi, til løgmann, tá
Sambandsflokkurin saman
við Fólkaflokkinum og Sjálv
stýrisflokkinum skipaði sam
gongu í januar í 1981.
Eg ætlaði mær ikki at
verða løgmaður. Eg hevði
mítt virki at reka, og eg
skuldi nógv niður í løn, um eg
skuldi verða løgmaður, segði
Pauli Ellefsen í samrøðuni
við Jógvan Arge.
Pauli Ellefesn greiddi frá,
at teir bóðu Johan Djurhuus
(1918-1998) um at verða løg
maður.
Johan
Djurhuus
umhugsaði hetta í tríggj
ar dagar og kom so aftur til
sambandsmenninar og segði,
at tað hevði ongan áhuga.
Johan Djurhuus var ong
antíð politikari, men embæt
ismaður alt sítt lív. Hann var
skrivstovustjóri í Tinganesi,
sjúkrahússtjóri
og
røkti
ymisk onnur størv í hesum
sambandi. Hann var ein av
teimum allar fyrstu embæt
ismonnunum, eftir at fyrsta
landsstýrið varð skipað eft
ir heimastýrislógina í 1948.
Hann var sonur Kristian
Djurhuus, sum var royndur
politikari, formaður Sam
bandsfloksins og løgmaður.
Tað hevði neyvan gingið
í dag, at ein floksformaður
heitti á Marjuna Hanusar
dóttir at gerast løgmaður, tí
hann ikki hevði hug at fara
niður í løn...
Marjun Hanusardóttir
skal vera løgmaður...
Løgting
ið etniskt
reinsað
Ole Wich
kjak á síðu 30
Rann
sakan og
sjálvrann
sakan
Poul Michelsen
kjak á síðu29
At velja Johan Djurhuus til løgmann í 1981 hevði verið eins
løgið og at valt Marjuna Hanusardóttir til løgmann í dag...