mánadagur 30. mai 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tað hendi ein seinnapart í
oktober 2009. Ein pápi, sum
hevur summarhús í Sandvík,
kom gangandi við tveimum
sonur sínum.
Knappliga
komu
fleiri
hundar rennandi, og ein
hundur læsti um lærið á
øðrum dreingjunum.
Málið var fyri í rættinum
fríggjadagin, og bóndin var
ákærdur fyri at hava latið
ótryggjað hundarnar ganga
leysar.
Drongurin fekk ikki so
stóran skaða, at neyðugt var
at fara til lækna, men tað
er ikki loyvt at lata hundar
ganga leysar og ikki hava
tamarhald á teimum.
Bóndin hevði mann sín
sum vitni. Hann segði seg
ikki hava varnast, at nakar
av teirra hundum gjørdi nak
að, men teir vóru farnir út
um teirra øki, og tá ið hann
hoyrdi róp, kallaði hann
hundarnar til sín.
Hann koyrdi teir í bilin
og fór í hagan við teimum.
Maðurin vildi vera við, at
hundarnir altíð vóru í búri
ella inni.
Pápin vardi dreingirnar
Ein
ungur
sandvíkingur
var í rættinum og vitnaði.
Hann var komin koyrandi og
hoyrdi hundagoyggja. Hann
sá eisini hundarnar koma
rennandi, og at ein hundur
glepsaði og tók um lærið á
øðrum dreingjunum.
Hann kundi eisini vitna,
at maðurin hvørki sparkaði
ella slerdi út eftir hundinum,
bara helt um dreingirnar.
Pápin segði, at hann hevði
verið púra forfardur og hugs
aði bara um at bjarga dreingj
unum.
Hundarnir komu sum úlv
ar rennandi, segði hann.
Av tí at hann hugsaði
mest um synirnar, fekk
hann ikki við, um hundarnir
høvdu helsi og skelti um
hálsin. Hann segði eisini, at
var maðurin við hundunum
komin til hansara, hevði
hann neyvan meldað, men
maðurin fór bara avstað.
Fólk ímóti teimum
Bóndin greiddi frá, at hon ikki
var greið yvir, at hundarnir,
hundur, tík og tríggir hvølpar,
ikki vóru tryggjaðir.
Á rættarfundinum bað
bóndin pápan um umbering.
Hon helt tað vera eitt óhapp,
at tonnin var komin í drongin.
Hon nevndi, at fólk í bygdini
vóru ill inn á tey, men soleiðis
er ofta, tá ið tað er jørð.
- Eg royni at vera vinarlig
móti fólki, og eg vóni at kunna
bjóða hasum fólkunum inn
at heilsa upp á hundarnar
aftur, segði hon.
Sosialurin veit, at í apríl
var aftur meldaður ein til
burður um somu hundar.
Hóast bóndin noktaði seg
seka, góðtók hon at gjalda
5.400 krónur í bót.
Hundarnir vóru sum úlvar
Einh bóndi í Sandvík fekk fríggjadagin 5.400 krónur í bót fyri at hava latið hundar sínar
ganga leysar, og ein hundur beit eitt barn. Hundarnir vóru ikki tryggjaðir
Fleiri hundar komu rennandi eftir einum
pápa og tveimum dreingjum
Randi Jacobsen
Klokkan 9.15 í morgin byrjaði
rættarmálið móti tí 44 ára
gamla manninum, sum er
ákærdur móti fíggjarsviki
móti fyritøkuni Formula, har
hann var bókhaldsleiðari.
Maðurin er hart kroystur
av málinum, men samstundis
hevur hann gjørt alt, hann
hevur verið mentur til at fáa
alt fram.
Kropsmálið hjá honum í
rættinum í morgun segði týðu
liga, hvussu ilt málið hevur
gjørt og framvegis ger honum.
Nógvar flytingar
Hann er ákærdur fyri 4 ferðir
at hava flutt pening frá For
mula til EB/Streym, níggju
ferðir at hava flutt pening frá
Formula til sín sjálvs og víð
ari til EB/Streym, og ellivu
ferðir tók hann pening út
at gjalda útreiðslur hjá EB/
Streymi.
Maðurin hevur alla tíðina
játtað seg sekan.
Hann byrjaði at arbeiða
hjá Formula í 1997, og á vári
bleiv hann kassameistari í
EB/Streymi.
Eingin
í
EB/Streymi
spurdi um fíggjarligu støðu
na, og hann stóð fyri øllum
útgjaldingunum, eisini til
spælararnar.
– Eingin uttan eg visti um
hetta, segði hann.
Ákærin spurdi mannin,
hvussu tað bar til, at hann
byrjaði uppá allar hesar ólígu
flytingarnar frá Formula til
EB/Streym.
– Hatta havi eg spurt
meg sjálvan um fleiri ferðir,
tí slíkt eigur man ikki at
gera. Men eg dugi ikki at
svara spurninginum, segði
maðurin, sum sjálvur ikki
fekk eina krónu burturúr.
Alt var bara fyri at hjálpa EB/
Streymi.
Hann varð eisini spurd
ur, hvat hann skuldi hava
reiðan pening til sum kassa
meistari
hjá
EB/Streymi,
og tá svaraði hann tað, sum
nógv hava tosað um í fót-
bóltsheiminum:
Pengar undir borðið
- Onkrir spælarar skuldu
hava pening undir borðið. Tað
var til at gjalda spælaralønir
fyri.
Maðurin segði seg alla
tíðina hava vitað, at hetta
ikki fór at ganga í longdini.
Í fyrstani hevði hann flutt
nakað aftur, men hann misti
tamarhaldið, og sum tíðin
leið, fekk hann tað verri og
verri, og ein dag helt konan,
at hann var overvaður og bað
hann fara til lækna.
- Eg valdi sjálvur at siga frá
og fór til stjóran í Formula og
legði kortini á borðið. Hann
var skelkaður og hevði ikki
varnast nakað. Vit avtalaðu,
at frægast var fyri allar
partar, av vit í trúnaði gjørdu
eina afturgjaldingaravtalu.
Afturfyri
skuldi
Formula
ikki melda. Tað var ikki fyrr
enn aftaná, at ein triði partur
meldaði, segði ærligi maðurin
í rættinum.
Tað var sostatt ein triði
persónur,
sum
meldaði.
Hvørki grannskoðanin hjá
EB/Streymi
ella
Formula
hevði barnast nakað, hóast
upphæddirnar
vóru
so
stórar.
Ætlanin var bara at læna
Fyrrverandi bókhaldsleiðarin í Formula og kassameistari í EB/Streymi hevur lagt øll kortini
um ólógligu flytingarnar frá Formula til EB/Streym á borðið. Hann játtar seg sekan og hevur
goldið yvir fimm milliónir krónur aftur til Formula. Málið er fyri í rættinum í dag
Sum kassameistari vildi hann hjálpa EB/Streymi. Sjálvur fekk hann ongan vinninga