mánadagur 30. mai 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
kappingin
Summar
Hetta øsa hotellgestir seg um
Í eini kanning sum hotels.com
hevur gjørt vísir tað seg, at 40
prosent av norðmonnum meta
reingerðingina at kømrunum vera
tað sum kann øsa tey mest.
11 prosent av teimum spurdu
vísa eisini á, at tænastan á hotell
inum hevur nógv at siga fyri tey.
Hetta ger seg serliga galdandi fyri
gestir úr Norðurnoregi.
Í Suðurnoregi taka tey ikki
hetta so tungt, men hava ofta
klagur um larmandi grannar og
vánaliga ljóðisolering.
Kanningin spyr eisini, hvat
fólk øsa seg minst um. Sambært
hesi kanningini hevur úrvalið av
sjónvarpsrásum lítið at siga. Bert
1 prosent klaga um hetta.
Annars vísti kanningin hetta:
•
Vánalig reingerð av
kamarinum: 40 prosent
•
Vánaligar sengur: 11 prosent
•
Vánalig tænasta: 11 prosent
•
Larmandi grannar: 8 prosent
•
Vánalig ljóðisolering: 8
prosent
•
Óvæntaðar útreiðslur
(Internet, morgunmatur,
hárturkari o.tl.): 6 prosent
•
Aircondition sum ikki riggar: 4
prosent
•
Tíðliga úr kamarinum: 3 pro
sent
•
Hár í brúsuni: 3 prosent
•
Vánaligt úrval av sjónvarps
rásum: 1 prosent
Ferðandi norðmenn gerast alsamt meiri
krevjandi til hotellini, ið teir gista á.
Serliga reinførið hevur stóran týdning.