Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-30, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62 kappingin Summar Ein avgjørd treyt fyri at vinna ein av góðu vinningunum í ársins Summarkapping er fyrireiking. Tað staðfesta í øllum førum tveir av vinnarunum – Ása Beder í Havn og Petur av Kák á Argjum. Fyrireiking gevur úrslit Ása Beder hevur verið ein av ídnu luttakarunum í kappingini, og tað hevur eisini givið úrslit hjá henni og familjuni: Ikki færri enn tvær ferðir hev­ ur hon verið hepni vinnarin av tveimum ferðaseðlum við uppihaldi á hotelli. Her ræður í stuttum um at svara rætt uppá fimm spurningar úr lýsingunum í tí undanfarna blað­num. Og tá er bara eitt at gera: Fyrireika seg væl og svara skjótt! Fleiri hava lagt sær blaðið á borðið, hava kanska havt onkran at hjálpa sær ella hava skrivað óført niður, hvør lýsing stór hvar og so framvegis. Hetta við fyrireikingini gjørdi Petur av Kák eisini. Tað einu ferðina – tá tað ráddi um at vinna eina ferð til Danmarkar – var hann so tætt sum hann kundi: Hann hevði svarað rætt uppá fýra teir fyrstu spurningarnar. Men tá hann skuldi svara sein­ asta og avgerandi spurn­inginum í tí umfarinum leitaði hann nøkur heilt fá sekund ov leingi eftir fax­ nummarinum hjá Eikini á Argjum. – Eg var byrjaður at siga fax­ nummarið, tá tíðin var úti. Og tí vann eg ikki ta ferðina, greiðir Petur av Kák frá. Hann var tó heppin í eini seinni kapping, tí næstseinasta vikuskifti vóru hann og unnusta hansara ein túr í Reykjavík, eftir at hava vunnið ”slagið” um Ísland. Hetta var ein fínur túrur, slær hann fast. Seinasti møguleiki at vinna eina av hesum frálíku ferðunum er mikudagin klokkan 11:30. Tá gongur leiðin til Keypmannahavnar fyri tvey á Hotel Hilton. Eikin Sp/f, tel. 321030, fax 316590, eikin@eikin.fo Landsins størsta úrval – og bestu prísir www.eikin.fo 12.499 Einans 7.998 Einans 2.875 Einans Sosialurin 341800 Smartar elevationssengur 180x200. Multipocket fjarðar/-5 zonu uppdeildar/latextop/tráleys betjening. Uttan boylar Boksmadrassa 140x200 við topmadrassu. Uttan bein Elevationssong 180x200. Posafjarðar/5 zone-oppdeiling/ toppur kjarna úr purskúm Tilboð Spar kr. 5.000,- Spar kr. 5.000,- Spar kr. 1.100,- SEINASTI Summarkappingin gevur tær nú møguleika at sleppa ein túr til Keypmannahavn. - Man má vera fyrireikaður um man skal vinna, sigur Petur av Kák, sum vann eina ferð til Reykjavíkar