mánadagur 30. mai 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
kappingin
Summar
Nógv ferðafólk velja at búgva í eini
frítíðaríbúð uttanlands. Men ein eigur at ansa
væl eftir, soleiðis at ein ikki verður snýttur.
Soleiðis
verður tú
ikki snýttur
”Vandi er í hvørji vælferð”, sigur
orðatakið.
Tað
sama
ger
seg
galdandi hjá mongum teirra, ið
velja at ferðast uttanlands í eini av
snotiligu frítíðaríbúðunum.
Veruleikin er ofta hann, at ein
verður snýttur upp um bæði oyru –
um ein ikki ansar eftir. Neyðugt er
at taka nøkur stig, soleiðis at hesin
parturin av summarferiuni endar
væl.
Í fyrstu syftu er neyðugt, at
íbúðin
verður
leigað
umvegis
profesjonellar og seriøsar útleigarar,
og ikki umvegis privatpersónar sum
ein ikki kennir ella veit nakað um.
Í aðru syftu kemur ein rættiliga
langt – og kemur at búgva væl –
um ein í fyrstu syftu fylgir hesum
ráðum:
1. Fá myndir, bústað og góðar og
ítøkiligar upplýsingar um frí
tíðaríbúðina frá útleigaranum.
Kanna eftir áramáli og ummæl
um frá øðrum.
2. Flyt ikki peningin, fyrrenn tú
hevur lisið leigusáttmálan væl
og virðiliga. Brúka gjaldkort,
tí so er lættari at fáa peningin
aftur, um illa vil til.
3. Kanna væl eftir, hvat fylgir
við í leiguprísinum, so tú ikki
gerst ovfarin at eyka elrokning,
reingerð og líknandi
4. Lat forskotið vera so lítið sum
tilber. Tess longri tú bíðar, tess
vísari eru tú í at tú fært fullan
valuta fyri peningin. Rinda altíð
við visa-korti.
5. Brúka landakort ella Googlemap
fyri at vissa teg um, at íbúðin í
roynd og veru liggur har sum
hon skal.
LOKKANDI
Tær snøggu frítíðaríbúðirnar síggja
so lokkandi út. Men ein krevur tó
at ansa eftir leigumálinum, soleiðis
at ein fær tað sum ein rindar fyri
Á hálsi · Smyrilsvegur 7 · tlf. 312138