mánadagur 30. mai 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
kappingin
Summar
Hóast parkin varð løgd fyri so
mongum árum síðani, er støddin í
dag tann sama sum tá.
Hvørt einasta ár vitja beint
niðanfyri 4 mió fólk í Tivoli, og er
mest vitjaða ferðamálið í Danmark.
87 prosent av teimum vitjandi eru
danir.
Um hugt verður eftir líknandi
parkum í útheimi, so er Tivoli
á einum 3. pláss, tá talan er um
vitjanir. Bert Disneyland Paris og
Europa Oark í Týsklandi hava fleiri
vitjanir enn Tivoli.
Tivoli í Keypmannahavn er kort
ini annað enn ein stuttleikapark.
Her finst eisini ein ævintýrgarður
sum nógv bara njóta at ganga ígjøg
num.
Ein partur av skránni eru tær
serstøku rokk-konsertirnar fríggja
kvøld. Millum tey sum fara at fram
føra her eru Roxette, Savage Rose,
Sort Sol, Nick&Jay og okkara egni
Teitur, ið verður at hoyra her 10.
juni.
Umsetningurin hjá Tivoli liggur
um 950 mió krónur um árið. Her
arbeiða 1500 fólk um summarið,
sum svarar til 782 fulltíðarstørv.
Keypmannahavn: Tivoli læt upp í 1843, og telist millum heimsins elstu stuttleikaparkir.
Must-see: Tivoli
FYRI ØLL
Tivoli hevur nakað fyri øll
og í øllum aldursbólkum.
Hetta ger helst sítt til, at
staðið er so væl umtókt