mikudagur 1. juni 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Barnatannrøktin í Tórshavn
ar Kommunu skipar aftur í
ár fyri eini stuttligari, hugn
aligari og upplýsandi løtu
fyri børnum, ungum, foreldr
um og øllum øðrum, ið hava
møguleika at koma framvið
Grasagarði hesa løtuna.
Her verður bóltkast, fiski
brunnur, ballónir, kunnandi
tilfar um sunnan mat og
smakkiroyndir av mjólka
úrdráttum, grønmeti o.m.a.
Umframt barnatannrøkt
ina, verða Fólkaheilsuráðið
og ÍSF við hendan dagin.
– Byrjið Mentunarnáttina
í Grasagarði klokkan 14 – 17
fríggjadagin, heilsa tey frá
Barnatannrøktini.
Seinastu tíggju árini hava mentanin
og handilslívið í Havn gingið hond
í hond við at skipa fyri mentanar
nátt fyrsta fríggjakvøld í juni – og
soleiðis verður aftur hesaferð, kom
andi fríggjadag og fríggjakvøld.
Tað er sum á ólavsøku, tá ment
anarnáttin hepnast væl við góðum
veðri, og nógv fólk leita sær í býin
– bæði av bygd og í bý – at hugna
sær og njóta øll tey forkunnugu til
boðini, sum eru hendan dagin og
hetta kvøldið, sum nevnt verður
mentanarnátt.
Skipað verður fyri tiltøkum av
øllum handa slag. Talan er um fram
sýningar, um sølu av heimavirki,
um tónleikaframførslur, kirkjur
og samkomuhús eru opin, søvnini
hava opið, býarhús, landsstýrishús
og onnur forkunnug hús, har van
liga fólkið ikki hevur sína gongd,
lata dyrnar upp og sýna fram.
Skipað verður fyri gongutúrum og
kunningartúrum, eitt nú í gomlu
Havnini og fram við Strond – heim
eftir Penaplássi.
Handilslívið í býnum, bæði í
miðbýnum og í SMS og aðrastaðni
er eisini partur av mentanarnáttini,
har mentanin og handilslívið ganga
hond í hond.
Her eru tiltøk bæði til børn og til
vaksin – og nógv eru tilboðini. Tað
er sera hugaligt fyri býarlívið, at
skipað verður fyri slíkum tiltøkum.
Tí at fáa fólk oman í býin, tað hev
ur nógv størri týdning, enn vit geva
okkum far um. Uttan fólkið so doyr
býurin – eisini miðbýurin.
Seinastu árini er mentanarlívið
í so máta broytt nógv í Føroyum.
Vit hava fingið eina heilt nýggja
mentan við matstovum og skeink
ingarstøðum, og mentanarnáttin
er dømi um, at eitt slíkt kvøld kann
alt ganga upp í eina hægri eind, har
til ber at vitja alt frá kirkjum til
skeinkistøð.
Fyri at taka eitt av teimum
mongu tilboðunum hetta kvøldið
úr rúgvuni, so er eitt spennandi
tiltak í Býarbókasavninum seinna
partin fríggjadagin klokkan 16, har
Theodor Olsen, kvívíksprestur, fer
at hugða um, hvussu vit øll skulu
vera vinir. Hann tekur støði í fabli
num hjá Thorbjørn Egner, Dýrini
í Vallbakkaskóginum, sum vit øll
kenna. Út frá tekstinum hjá Egner
fer hann at tosa um etik og vinar
lag.
At mentanin er ein týdningar
mikil partur av okkara sjálvsmenn
ing, tað eru bókmentirnar hjá Thor
bjørn Egnar eitt gott dømi um. Vit
vóna gott veður og nógv fólk á
mentanarnátt.
Dýrini í Vallbakkaskógi
num læra okkum at vera vinir
Fríggjadagin 3. juni 2011 kem
ur nýggja fløgan ”Beyond thr
Grey” við Guðrið Hansdóttir
út. Hetta er hennara triðja
útgáva, sum verður givin út av
Tutl og Týska plátufelagnum
Beste! Unterhaltung.
Í september 2007 kom
fyrsta útgávan ”Love is Dead”
út. Hon var stak væl móttik
in og vóru ummælini øll sera
góð. Tvey ár eftir, kom ”The
Sky is Opening” á marknaðin
og var hon millum best um
tóktu og best seljandi fløgur í
Føroyum, 2009 og m.a annað
var fløgan kosin ársini fløga á
Planet Awards 2009.
Tey síðstu árini hevur
Guðrið verið sera virkin á
tónleikapallinum her heima
og uttanlands.
”Beyond the Grey” er eitt
sindur øðrvísi, enn undan
farnu útgávurnar. Stílurin
er nú meira fólkatónleikur
við akkustiskum ljóðførum
og sungið er bæði á enskum
og føroyskum. Guðrið hev
ur gjørt allan tónleikin á
fløguni og amerikanski rit
høvundurin
Randi
Ward,
eigur øll orðini. Randi Ward
skrivaði yrkingarnar, ímeðan
hon var búsitandi í Føroyum
eitt
tíðarskifti,
í
meðan
hon læs á Fróðskaparsetri
num. Løgini snúgva seg um
føroysk viðurskifti, eitt nú
um
føroyskar
fiskimenn,
føroyska dansin, um mjørkan,
veðurlagið, lívið úti á bygd og
um kærleika.
Upptøkur vóru gjørdar í
Lundgaard studio í Danmark í
oktober mánaða í fjør og síðan
vóru aðrar upptøkur gjørd
ar í Sólarmagn á Velbastað.
Fløgan er framleidd av Mikael
Blak, sum eisini framleiddi
The Sky is Opening. George
Tanderø hevur ljóðblandað
fløguna í Livingroom Studios
í Oslo. Húsa og grafikk hevur
amerikanska
listakvinnan
Maria Pugnetti gjørt.
Í samband við at fløgan
kemur út verður móttøka
í
Tutlhandlinum
fríggja
kvøldið 3. juni.
Guðrið við
nýggjari fløgu
Ein mentað nátt
Í sambandi við Mentan
arnáttina
verður
almenn
mentunarkvøldseta fríggja
kvøldið frá klokkan 19:30 til
21, nevnd »Hans Andreasar
sangkvøld«.
Úr Tilhaldinum siga tey,
at fyri 60 árum síðani doyði
okkara
fólkakæra
skald,
Hans Andreas Djurhuus, sum
varð føddur 20. oktober 1883.
Á kvøldsetuni fer Hanus
Kamban at hugleiða um
skaldið, og Knút Olsen, Flóv
in Jacobsen og Simme Jacob
sen spæla nøkur løg, har vit
øll syngja við.
Barnatenn í Grasagarði
Fólka
atkvøðan í
1944
Zakarias Wang
kjak á síðu 11
Tíma
lønt við
skerdan
lut
Hans Joensen
kjak á síðu 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Syngja Hans Andreas
í Tilhaldinum
Janus Djurhuus, Jørgen Frantz Jacobsen, William
Heinesen og Hans Andreas djurhuus