Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juni 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2011 · Nr. 63 34 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Trygdin í Focus Felagsskapurin Danske Mo­tor­ cykel Journalister hev­ur kosið nýggju mo­tor­súkkl­una Kawasaki Z1000SX sum ársins mo­tor­súkk­ lu í Danamrk 2011. Hetta er fyrstu ferð at ein Kawasaki fær hend­an heiður í Danmark. Til­sam­ans 17 ymiskar motor­súkkl­ur kapp­að­ust um hend­an heið­ur á Jyl­ lands-Ringi­num. Ein av grund­gev­ing­un­ um fyri at geva Kawasaki Z1000SX hendan heiður er, at hon er tann perfekta mot­or­súkklan til bæði bý­koy­r­ing og til longri túrar. Í Før­oyum er tað MC-Sølan, sum umboðar Kawasaki. Kawasaki ársins MC 2011 Nýggi Ford Focus fekk serliga viðurkenning frá EuroNCAP fyri sínar tøkniligu fram­ kom­nu trygdarskipanir. Higartil hava tað bert ver­ið luksusbilar, sum hava fing­ið viðurkenning frá evro­ pes­iku EuroNCAP krassj­test­ unum. Men nú eru fram­ komnu tøkniliga trygd­ar­ skip­an­irnar eisini á veg í smær­ri bilar. Sum fyrsti bilur í sínum klas­sa fekk nýggi Ford Focus fekk serliga viðurkenning fyri trygdarskipanirnar Ac­ tive City Stop og Lane Keep­ ing Aid. Active City Stop er ein skipan, sum ansar eftir ferðslu­ni framman fyri bilin og bremsar automatiskt um van­di er fyri samanstoyti, með­an Lane Keeping Aid er ein skipan, sum hjálpir bil­ føra­ra­num, um bilurin ó­æt­l­ að skiftir koyribreyt. Skipan­ in rættar bil­in upp um hann kemur ov nær við strípunum á koyri­breyt­ini. Nýggja felagið, PL-stórbilar, sum Petur Larsen p/f í Fugla­ firði og Torleif Nón eiga, er nú alment umboð fyri Vol­vo lastbilar og bussar í Før­oy­ um. Avtala er nú undirskrivað mill­um Volvo Lastvogne Dan­mark A/S og PL-stórbilar í Fu­glafirði, um at fyritøkan er umboð fyri Volvo lastbilar og bussar í Føroyum. Torbjörn Christensson, stjóri í Volvo Lastvogne Dan­ mark A/S, sigur, at avtalan við PL-stórbilar er komin í lag, eftir at teir hava kannað før­oyska marknaðin og hvat tæn­ir teirra kundum best. P/f Petur Larsen er ein familju­fyritøka, sum varð sett á stovn av Peturi Larsen í 1972. Fyritøkan umboðar m.a. Baader maskinur til fiski­íd­nað­in. Í dag eru tað synirnir Rógvi Róin og Atli Larsen, sum reka fyri­tøku­ na. Umframt Rógva og Atla er Torleif Nón ein av eigar­ u­n­um í nýggju last­bila­fyri­ tøku­ni. Torleif hevur fleiri ára royndir sum Volvo last­ bila­mekan­ik­ari. Fyrst í juli letur PL-stór­ bil­a­r eftir ætlan upp ein nýggj­an verkstað til lastbilar og bussar í Hvalvík. Volvo avtalan undirskrivað Avtalan verður undirskrivað. Fremst f.v.: Rógvi Róin, stjóri í PL-stórbilum, og Torbjörn Christensson stjóri í Volvo Lastvogne Danmark A/S. Aftast f.v.: Torleif Nón og Atli Larsen frá PL-stórbilum