Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Sunnudagin klokkan 16 hev­ur Kór Langholtskirkju kon­sert í Gøtu kirkju. Konsertin er ein minn­ ing­ar­kon­s­ert fyri Páll Jacobsen, pápa Ei­vør Páls­ dótt­ir, sum doyði her­fyri. Kór Langholtskirkju vitj­ar í Før­oy­um í sam­ bandi við kór­stevn­una í Havn. Kór­leið­ar­in, Jón Steff­an­son, er ís­lendski »pápi« Eivør. Tað var hjá hon­um og konuni, Ei­vør búði, tá hon sum 16 ára gom­ul fór til Íslands á fyrsta sinni. Páll helt nógv av hesum fólk­um, sum so hegnisliga tóku sær av Eivør, og familjan er tí sera fegin og tekur tað sum eina stóra æru, at tey nú skipa feyri hesi konstini, Pálli til heið­ urs. Týsdagin skipaði Fróðskaparsetrið fyri ráð­stevnu um, hvussu vit menna Fróð­skap­ar­setr­ið í fram­tíð­ini. Ráð­ stevn­an varð ætlað pol­i­tik­ar­u­num, men tey høvdu ikki hug ella stund­ ir at møta – ein­ans tvær lands­stýr­ is­kvinn­ur tóku upp­gáv­una í álv­ara, Rósa Samuelsen og Hel­ena Dam á Neysta­bø og so ein lekt­ari, sum eis­ini er løg­tings­mað­ur, Kári á Rógvi. Undan seinasta løgtingsvalið var júst evn­ið um gransk­ing og út­búgv­ ing eitt av teim­um heilt stóru, og sum ikki ein­a­ferð, so lovaðu valevni og flokk­ar gull og grøn­ar skógir – hó­ ast úrsl­it­ið varð tað for­út­sig­i­liga, at lít­ið og einki hendir. »Vitan er pallurin, forvitni er drív­meg­in« er boð­skap­ur­in hjá Fróð­ skap­ar­setr­i­num – og vit kunnu bara nikka játt­andi, tá Her­álv­ur Jo­en­sen, stýr­is­for­mað­ur í Degi og Viku vísti á týdn­ing­in av at økja for­stá­ilsi fyri und­ir­vís­ing og gransking og týdn­ ing­in á stig­vísu menn­i­ng­ini av Fróð­ skap­ar­setr­i­num, sum tørvur er á. At játt­an­in held­ur verður støðugt ment, enn at setr­ið fær øk­ing­ar, tey ikki eru fyri­reik­að uppá. Tað var eisin áhguavert at hoyra visi­ón­ir­nar hjá Rósu Samuelsen um held­ur at før­leik­a­menna starvs­fólk á Fróð­skap­ar­setr­i­num við dyggari og drúgv­ari und­ir­vís­ing, held­ur enn at senda fólk av landi­num á dýr skeið – og har ferð­in kanska hev­ur størri týdn­ing enn mál­ið sjálvt. Kári á Rógvi, løg­tings­mað­ur og lekt­ari á Fróð­skap­ar­setr­i­num, vísti á, at løg­ting­ið hevði ong­ar trup­ul­leik­ar at seta av yvir 200 mill­i­ón­ir krón­ur til nýtt hav­rann­sókn­ar­skip og 20 mill­i­ón­ir til eina salt­silo á Tvør­oyri. Men tá tað snýr seg um at seta peng­ ar av til før­leik­a­menn­ing, út­búgv­ing og gransk­ing, so klár­ar løg­ting­ið ikki at gera lang­sikt­að­ar ætl­anir. Hann vísti á, hvussu vit kunnu sam­eina út­búgv­ing­ar á Fróð­skap­ ar­setr­i­num við út­búgv­ing­ar utt­ an­lands. Tað sig­ur seg sjálvt, at vit ikki kunnu hava all­ar út­búgv­ing­ar í Før­oy­um, men tað er so upp­lagt, at vit kunnu kom­bi­nera út­búgv­ing­ar so­leið­is, at vit kunnu taka ein fyri­ reik­andi part í Før­oy­um, með­an vit fara utt­an­lands at ser­út­búgva okk­ um – ella øvugt. Vit kunnu so bara harmast um, at bara ein løg­tings­mað­ur – ið sum starvs­fólk á Setr­i­num sjálv­andi mátti møta upp – og tvær lands­stýr­ is­kvinn­ur møta til eitt slíkt tiltak. Hetta sig­ur tí­verri nak­að nógv um hugs­an­ina, sum pol­i­t­ik­ar­ar hava til út­búgv­ing. Og tað er kanska ein for­klár­ing upp á himm­al­víða mun­in mill­um orð og gerð­ir – mill­um kon­ kretu val­lyft­ini frá síðsta løg­tings­ val­ið, og dags­ins pol­itiska veru­leika. Men tað merkir ikki, at veljarin góð­tekur hetta. Her eigur øll tann pol­itiska skip­anin at taka í egnan barm, tí út­búgv­ing og kunnleiki eru horna­steinar í einum fólkaræði. Himmalvíður munur er millum gerðir og vallyfti Fyrst vóru rukkur í lakkinum og í fjør øska á lakkinum – hesa ferð er makrelsalat á lakk­inum, tá Klaksvíkar Sjón­leik­ar­fel­ag spældi sína triðju hall­ar­ka­ba­ rett – Tey bæði undanfarnu ár­ ini hevur tað víst seg at rigg­að øgiliga væl at spæla hall­ar­kab­ arett á Norðoyastevnu. Ikki minst, at vit við bara trimum sýn­ing­um all­ík­a­væl­ kunnu spæla ka­ba­rett­ina fyri einari rúgvu av fólki, sigur formaðurin í Klaks­víkar Sjónleikarafelag, Rud­olf Joensen. Karmurin um hall­ar­ka­ba­rett­ ina í fjør og fyrraárið var Bad­ min­ton­høl­lin, og so verður eis­ini í ár. Hesa ferð verða sýn­ing­ar­ nar klokkan 21 fríggjakvøldið og leyg­ar­kvøld­ið og klokkan 20 sunnu­kvøldið. Og tær verða ikki fleiri í tali enn hesar tríggjar. – Sum altíð, hava vit roynt at funn­ið nøkur aktuell og kend evni, sum so verða drigin í­gjøgnum vinklingar av øllum møg­u­lig­um slagi, áðrenn vit halda, at nú er talan um góðar og stutt­ligar søgur, vit kunnu for­telja teimum, ið koma at hyggja, sigur Rudolf. – Úr rúgvuni av viðgjørdum evn­um hesa ferð kann nevnast nýggja Nýggja Testamenti, fyrr­ ver­andi bankastjórar, aftur­ latna føð­i­deild­in í Klaksvík, grøn­lendskir fað­irl­oys­ing­ar og mangt, mangt annað. Eg haldi, at tað teknar til at gerast ein góð hall­ar­ka­barett aftur hesa ferð. Heitið á árligu hall­ar­ka­ba­ r­ett­ini á Norðoyastevnu fylgir eisini einum ávísum mynstri. Í fyrr­a­árið kallaðist kabarettin »Rukk­ur í lakkinum« við íblástri úr tí gamla Rukk­u­lakkanum, og í fjør var tað eld­gosið í Íslandi, ið gav heitið »Øska á lakkinum«. Í sama anda er heitið hesa ferð bli­ v­ið »Makrelsalat á lakkinum«. – Aftur í ár hava vit fingið góð­ar kreftir at hjálpa okkum. Ják­up Veyhe er enn eina ferð leik­stjóri og eisini er Hilmar Jan við aft­ur í ár. Men haraftrat er tað eydn­ast okkum at fáa Sjúrð Skaale við, og sum skilst, dámar hon­um líka væl at vera við í ka­ barett í Klaksvík sum í Havn, sig­ur Rudolf Joensen, ið sjálvur eis­ini hevur onkran leiklut á palli­num. – Sum altíð, so eru tað tær lokalu kreftirnar, ið eru tær berandi í kabarettini, og í so máta eru vit eisini sera væl mann­að hesa ferð. Enn eina ferð er tað Magni Husgaard, ið við sínum monnum syrgir fyri tón­leik­i­num, so vit gleða okk­um ver­u­liga til eina góða hall­ar­ka­ ba­rett, ið einki stendur aftan fyri tær báðar, ið hava verið hini bæði árini. Makrelsalat á lakkinum Fróðskaparsetur ongan áhuga Mánadagin verður Viku­ Blaðið aft­ur borið í hvørt hús í land­inum. Tað er Miðla­hús­ið, sum hevur yv­ir­tikið blað­ið og øll kon­sept­ini frá Sp/f Petur & Pet­ur. Seinasta árið hevur Miðl­a­hús­ið givið út Mán­ að­ar­blað­ið, sum er komið út í minsta lag­ið eina ferð um mán­a­ð­in, men ann­ars eft­ir tørvi. Áhugin fyri at vera við í blað­num hev­ur ver­ið so mik­ið stór­ur, at Miðla­hús­ið nú hev­ur gjørt av at broyta kon­sept­ið og at geva blað­ið út hvørja viku. Fyri tveimum vikum síð­ani steðg­aði Sp/f Petur & Petur út­gáv­uni av Viku­ Blað­num, sum á hes­um sinni er kom­ið út síð­ani á jól­um. Miðla­hús­ið hev­ ur nú gjørt av­talu við Sp/f Petur & Petur um, at Miðla­hús­ið fram­hald­andi fer at geva út Viku­Blað­ið við teim­um kon­sept­um, sum Viku­Blað­ið hevði, og sam­stund­is steðg­ar út­gáv­ an av Mán­a­ð­ar­blað­num. Kanning hjá Gallup frá ap­r­íl í ár vís­ir, at Vik­u­ Blað­ið er mest lisna blað í Før­oy­um. 58 pro­sent lesa blað­ið. Heiðurskonsert í Gøtu kirkju Ivasama herferðin móti Norrønu Óli Jacobsen kjak á síðu 14 Nú fara teir eftir útróðrar­ monnunum Jógvan á Lakjuni kjak á síðu 14 Miðlahúsið gevur nú Viku­Blaðið útaftur