fríggjadagur 3. juni 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Skattatrýstið í Føroy
um er so høgt, at tað er
tórført hjá arbeiðsgev
arum at fáa fólk til ar
beiðis.
Samstundis ræðir tað
dugnaligum føroyingum
frá at flyta heim aftur
Tað staðfestir Føroya
Arbeiðsgevarafelag
á
aðalfundi
felagsins
í
mikudagin.
Felagið
sigur,
at
marginalskatturin er so
høgur, at fólk vilja ikki
arbeiða meira enn hægst
neyðugt, tí skatturin fer
avstað við meginparti
num av inntøkuni.
Fyri tey, sum búgva í
kommunum har skatt
urin er hægstur, loysir
tað seg minst at átaka
sær eyka arbeiði. Tey,
sum forvinna millum
250.000 og 400.000 krón
ur um árið, rinda 60,5 %
í skatti av teirri seinastu
krónuni, tey forvinna.
Onkustaðni
gjalda
tey, sum forvinna meira
enn 400.000 kr. um árið,
62,5 % í skatti.
Hetta merkir, at tey
bert hava 37,50 krónur
eftir av hvørjum 100
krónuseðili tey forvinna.
Ein full ársløn hjá
einum tímaløntum er
einar 240.000 kr um ár
ið. Men verður arbeitt
eitt lítið sindur yvir, so
at lønin kemur upp um
250.000 krónur um árið,
fellur høgi skatturin.
- Tað vil siga, at sjálvt
tey lægstløntu gjalda
toppskatt.
Ein forðing
Føroya Arbeiðsgevarafe
lag heldur eisini, at høgi
marginalskatturin er við
til at halda dugnaligari
arbeiðsmegi, íverksetar
um og øðrum, frá at bú
seta seg her á landi.
Felagið heldur, at tað
er neyðugt at endur
skoða
skattaskipanini
sum heild.
- Høgi marginalskatt
urin hevur avleiðingar
fyri búskaparvøksturin,
eggjar til svart arbeiði
og økir um lønartrýstið.
- Og økt lønartrýst
setir kappingarførið hjá
føroyskum fyritøkum í
vanda, sigur Føroya Ar
beiðarafelag.
Felagið vísir eisini
á, at OECD hevur sta
ðfest, at høgur margi
nalskattur forðar fyri
búskaparvøkstri og tað
kann felagið bara stað
festa út frá teimum
kanningum, tað hevur
gjørt her heima.
Føroya
Arbeiðsgev
arafelag mælir tí til, at
skattaskipanin
verður
endurskoðað, so at tað
loysir seg at arbeiða.
Skattaskipanin skal
eggja fólki at arbeiða
meira og ikki minni, sum
skipanin nú ger.
Áki Bertholdsen
Johan Dahl, landsstýrismað
ur í vinnumálum, kom sær í
rættiligt ódnarveður í Løg
tinginum mikudadagin.
Hann var rættiliga opin
skáraður, tá ið Løgtingið við
gjørdi uppskotið um at friða
allar leiðir innanfyri tríggjar
fjórðingar fyri vinnuligari
línuveiði við tí endamáli at
verja ungfiskin.
Hann var so opinskáraðu,
at politikarar úr fleiri flokk
um kravdi eina umbering frá
Johan Dahl.
Tey, sum gingu á odda at
krevja hann eftir einari um
bering, vóru hansara egnu
partafólk í Sambandsflokki
num, Edva Jacobsen og Bjørn
Kalsø.
Men eisini Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, boð
aði frá, at hann hevði gjørt
landsstýrismanninum greitt,
at ein umbering hevði verið
hóskandi.
Og tað fingu tey so at
enda.
Annað starv
Løgtingið brúkti allan dagin
í gjár at viðgerða uppskotið
um at friða allar leiðir innan
fyri tríggjar fjórðingar fyri
vinnuligari lívuveiði og tað
var undir hesi viðgerðini, at
tað mesta fór at snúgva seg
um orðavalið hjá landsstýris
manninum, heldur enn um
sjálvt málið.
Fleiri útróðrarmenn vóru
møttir upp í tinginum og um
tað var hetta, sum fekk ting
fólk at tendra í topp, skal
vera ósagt, men krútið varð
ikki spart.
Tað, sum elvdi til alt rokið,
var tá ið Johan Dahl helt fyri,
at ein friðing er altíð ring
fyri tann, hon rakar og hann
skilti teir útróðrarmenn, sum
stúrdu fyri, at hetta fór at
taka lívið av vinnuni.
- Men valið er um vit vilja
taka lívið av toskastovninum.
- Spurningurin er eisini
um útróðrarmenninir í hes
um bólkinum kanska átti at
funnið sær eitt annað starv,
legði
landsstýrismaðurin
afturat.
Hann vísti á, at í fjør vóru
74 bátar í hesum bólki skrá
settir sum fultriknir útróðr
arbátar.
- Men av teimum høvdu
48 bátar havt eina inntøku
upp á 400.000 krónur til
samans, men so hava onkrir
verið omanfyri og onkrir
niðanfyri.
Og tað skuldi so býtast
ímillum menninar, ið vóru
knýttir at bátinum.
- Tað sigur mær, at hetta
er í øllum førum ikki ein vin
na, sum er so lønandi, sum
hon átti at verið.
Hann vísti á, at hetta er
ein inntøka, sum tað saktans
ber til at fáa við einum norsk
um línibát ella øðrum skipi.
Hann staðfesti, at veður
og vindur hava sítt at siga,
men tað hevur sanniliga eisi
ni sítt at siga, at fiskurin er
ov smáur til til at geva rætta
prísin.
Johan
Dahl
vísti,
at
stendur valið ímillum at
bjarga toskastovninum ella
at bjarga nøkrum útróðrar
monnum, er tað vert at seta
friðingina í verk.
- Tá ið ein vinna ikki ber
seg, haldi eg ikki, at hon
skal verða hildin á lívi, legði
landsstýrismaðurin afturat.
Umbering
Hetta var eitt biti, sum ting
limir úr fleiri flokkum fegnir
gloyptu og teir koyrdu so
hart á landsstýrismannin at
eftir hetta snúði tað mesta av
kjakinum seg um hetta, held
ur enn um málið sjálvt.
Og tað endaði við, at
landstýrismaðurin gekk í
seg sjálvan og bað um eina
umbering.
- Havi eg verið ov bondsk
ur við útróðrarmenn, skal eg
biðja um umbering fyri tað,
segði
landsstýrismaðurin,
men hann helt, at tað var ikki
meint so illa, tí kanska vóru
suðuroyingar bara harðari í
orðavali enn norðoyingar og
kanska heldur ikki so fjaður
sárur.
Hann helt, at tað var ikki
fyri at niðurgera útróðrar
menn, at hann hevði staðfest,
at vinnan er so tórført, at teir
kanska ikki áttu at verið í
henni.
Hinvegin staðfesti hann,
at hetta var ikki fyri at vera
kensluleysur
ímóti
eini
heilari vinnu.
- Hetta er fyri at vera
realistur, sigur hann.
Flutti 1,5 fjórðing
Annars endaði málið við
eini semju, har allar leið
ir innanfyri hálvan annan
fjórðing verða friðaðar. Men
kortini fær landsstýrismað
urin heimild at gera undan
tøk fyri leiðir, har ongin
ungfiskur er.
Johan Dahl
í ódnarveðri
OPINSKÁRAÐUR Eg eri ikki kyniskur, eg eri
realistur, sigur landsstýrismaðurin
Kanska eru
suðuroyingar bara
harðari í orðavali enn
norðoyingar
Bæði løgmaður og hansara egnu politisku partafólk og tinglimir úr øðrum flokkum, hildu,
at Johan Dahl átti at biðja útróðrarmenn um eina umbering-og tað fingu tey
Kravdu umbering
Rinda
62,5%
í skatti
SKATTUR Skatturin má
niður fyri at fáa gongd á
samfelagið sigur Føroya
Arbeiðsgevarafelag