fríggjadagur 3. juni 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Kiwanis Tórshavn og Kiwan
is Eysturoy hava tikið stig til
eina lyklasølu, sum hevur til
endamáls at savna pening
inn til sálarliga veik børn í
Føroyum.
Tað eru teir tríggir, Pet
ur Olivar í Hoyvík, Eir-ik
Ingarsson og Sámal Bláham
ar, sum hava tikið stig til
lyklasøluna, sum fer fram í
døgunum 5. til 30. juni.
Hugskotið er íslendskt.
Vit hava roynt hetta áður,
men hesaferð er talan um
ítøkiligar lyklar, sum kunnu
fílast til, so teir passa til øll
Rukolás, sigur Petur Olivar í
Hoyvík.
Lyklarnir eru príddir við
ísledska og føroyska flagg
inum, búmerkinum hjá Ki
wanis og tveimum børnum.
Talan er um góðskulyklar
og teir minna á endamálið
við sínum prýði við fløggun
um og børnunum, sigur Pet
ur Olivar í Hoyvík.
Ætlanin er, at eitt nú
ítróttafeløg, pensjónistafeløg
og líknandi skulu selja lykl
arnar.
Kostnaðurin fyri hvønn
lykilin er 100 krónur, og har
av fáa seljararnir 15 krónur.
Tað verður sostatt ein inn
tøka til tey feløgini, sum selja
eisini. Vit hava gjørt avtalu
við fleiri feløg, men enn er
okkurt øki í landinum, har
vit ikki hava fingið seljarar
enn, sigur Petur Olivar í Hoy
vík.
Teir hava latið gjørt 2.500
lyklar, og vónin er at fáa selt
allar.
Kiwanis 30 ár
Felagsskapurin Kiwanis hev
ur í ár 30 ár á baki. Tað eru
tríggir klubbar í Føroyum,
Kiwanis Tórshavn, Kiwanis
Eysturoy, sum fylla 30 í ár,
og so Kiwanis Rósan, sum er
líknandi felagsskapur fyri
kvinnur. Hann fyllir 20 ár í ár.
Dagurin
verður
hildin
leygardagin – í morgin – við
einari veitslu í húsunum hjá
Kiwanis. Har verður gott at
eta og gott undirhald.
Eisini verður skipa fyri, at
Kiwanis Føroyar verður egin
felagsskapur. Higartil hev
ur Kiwanis í Føroyum verið
undir íslendskum veingj
um, men bæði íslendingar
og føroyingar meta, at tað
verður til frama fyri øll, at
føroyski Kiwanis felagsskap
urin verður undir føroyskari
leiðslu.
Talan verður tí um at
velja ein forseta og fýra
nevndarlimir,
sum
skulu
stjórna Kiwanis í Føroyum.
Kiwanis lýsir seg at vera
ein altjóða felagsskap av
sjálvbodnum við tí stavn
haldi, at stuðla teimum, ið
tørva hjálp. Áherðsla verð
ur løgd á samarbeiði og
samstarv. Nógvar hendure
vinna lætt verk. Tænastu
viljin og longsulin eftir at
ognast góðar felagar er eitt
av felags málunum hjá øllum
Kiwanis limum.
Ljós hevur seinastu tíðina
verið varpað á vánaligu um
støðurnar hjá sálarliga veik
um børnum, og at tað kunnu
ganga tvey ár, áðrenn tey
koma í viðgerð. Tað er fyri at
bøta um hjá hesum, at peng
arnir fyri lyklasøluna verða
nýttir, sigur Petur Olivar í
Hoyvík.
Randi Jacobsen
Søguferðin í Havn er eitt
spildurnýtt og øðrvísi tiltak.
Ein øðrvísi og ørur busstúr
ur í Havn.
Tilboðið er at fara upp
í ein býarbuss, sum koyrir
runt í Havnini og rundan
um Havnina.
Á
hendingini
hendir
ymist. Steðgað verður við
ávís støð, kend sum ókend,
og smáar framførslur verða
her og har. Sagt verður frá
støðum, skaldabrot av mæt
um føroyskum høvundum
verða at hoyra.
Alt møguliggt hugsandi
sum óhugsandi kann henda
á hesi bussferð.
Hetta verður eitt tyssi av
poetiskum og løgnum søg
um og upplivingum.
Ferðin endar við, at farið
verður til eitt hugnaligt
stað miðskeiðis í Havn, har
okkurt gott føroyskt verður
at fáa.
Busserðin
byrjar
á
Kongabrúnni í kvøld klokk
an 19 og 21. Atgongumerki
kunnu keypast á Kunning
arstovuni í Havn, tlf. 302425
og við bussin.
Luttakarar eru leikarar á
Tjóðpalli Føroya, aðrir leik
arar og tónleikarar.
Kiwanis selur lykil til lívið
Frá sunnudegnum og mánaðin
út fer Kiwanis at selja lyklar til
fólk og fyritøkur. Peningurin, sum
kemur inn, skal nýtast at hjálpa
sálarliga veikum børnum í Føroyum
Dreymaferð runt Havnina
Leikarar á Tjóðpalli Føroya skipa mentanarnáttina
fyri eini øðrvísi rundferð í Havn
Eitt nú íslandska sendistovan hevur keypt
lykil til úthurðina á sendistovuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Eirik Ingarsson, sum er ein av teimum trimum handan lyklasøluna, var við til at stovna Kiwanis Føroyar
Mynd: Álvur Haraldsen