Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 18 - 28. januar 2004 Nr. 18 - 28. januar 2004 3 Úrslitið av løgtings- valinum frøddi ikki Javnstøðunevndina – men kvinnuligir politikarar vilja treyðugt taka undir við tankanum um at bøta kynsbýtið á tingi via lógarligan tvingsil JAVNSTØÐA Búi Tyril/tyril@PRnewsMedia.com Nú dustið aftan á valið 2004 er við at leggja seg og úrslitini eru staðfest, sten- dur greitt at tær kvinnur ið vunnu sær sæti á Føroya Løgtingi hesuferð gjørdust ikki fleiri enn tríggjar, tilsamans minni ein tíggj- undapartur av tingmann- ingini. Hetta kann saman- berast við undanfarna val- skeið, 2002, ið sá fýra kvinnur valdar inn á ting; tað sama gjørdi 1998. Tær tríggjar innvaldu, Lisbeth L. Petersen (Sam- bandsflokkurin), Annita á Fríðriksmørk (Tjóðveldis- flokkurin) og Heidi Petersen (Tjóðveldisflokk- urin), umboða tilsamans 9,4 prosent av Løtinginum. Tó er enn ein møguleiki fyri at kvinnurnar gerast fleiri við at næstvaldar so sum Helena Dam á Neysta- bø (Javnaðarflokkurin), Annika Olsen (Fólkaflokk- urin) og Mamy Dahl Søren- sen (Javnaðarflokkurin), kunnu koma inn fyri fyrst- valdar løgtingslimir ið átaka sær sess í Landsstýr- inum ella av øðrum orsøk- um ikki kunnu uppfylla sítt sæti. Hóast tað heldur ikki var meira enn ein atkvøða ið avgjørdi at Malan Johansen (Sjálvstýrisflokkurin) ikki varð innvald, so kann eing- in burturforklára at úrslitið av valinum talar sítt týði- liga mál. – Tað er jú keðiligt við afturgongd, viðmerkti Ann- ika W. Joensen ið hevur sitið sum formaður í Javn- støðunevnini síðani desem- ber 2002. – Tað skuldi jú heldur havt gingið hinvegin, legði hon afturat. – Kvinnurnar fingu í 2002 nógv fleiri atkvøður, allarhelst av tí at Lisbeth Petersen fekk so mangar atkvøður tá. Onkur vil vera við at tann loyalistiska hugsjónin ikki neyðturviliga inniber nak- ran serligan loyalitet móti einum leiðara. Sum við- merking til at Lisbeth Petersen tók seg aftur sum formaður Sambandsfloks- ins, so at siga straks valúr- slitið var greitt, heldur Annika W. Joensen at floksfelagarnir áttu at víst henni størri samhald. – Hevði talan verið um ein mann, so ivist eg stór- liga í um eitt formansskifti hevði verið líka aktuelt. Lisbeth Petersen var hóast alt tann ið fekk flestar at- kvøður í sínum flokki. – Tíverri vísir tað seg at vera so. Hetta er eftir mín- um tykki eitt dømi um at vit seta hægri krøv til kvinnur enn vit seta til menn. Støði í uppstilling Støðan á javnstøðu økinum er so vánalig at vit eiga at umhugsa at lóggeva um balansuna millum kynini á valevnislistunum til løg- tingsval, meinar Annika W. Joensen. – Úrslitið av valinum var eitt vónbrot sæð úr javn- støðu sjónarhorni. Gongdin seinastu árini, at alt fleiri kvinnur stilla upp og fáa størri part av atkvøðunum, er vend. Nú er tíðin komin at kanna hvørt valskipanin er ein forðing fyri einum jøvnum kynjabýti á tingi. Kvinnulig valevni og politikarar vit hava tosað við vísa seg ikki at vera so vís í vit skulu lóggeva um kvotering í tí kynsliga být- inum í sambandi við valið til Løgtingið. Ein kvinna við drúgvum politiskum royndum er Katrin Dahl Jakobsen (Javnaðarflokkur- in), sum við løgtingsvalið 2004 ikki kom inn aftur á ting. Hon meinar at arbeið- ið við at fáa í lag javnstøðu kynjanna millum tekur drúgva tíð og eigur ikki at forcerast við at lóggeva við kvotering. Harafturímóti er hon samd við Anniku W. Joensen um at eitt orka eigur at sett til undir upp- stillingar fasuni. – Arbeiðið við at fáa í lag javnstøðu millum menn og kvinnur er ikki nakað sum kann gjøgnumførast upp á stutta tíð. Sjálvsagt eiga politikarar alla tíðina at vera til reiðar at lóggeva har tað krevst fyri at hjálpa gongdini tann rætta vegin, men hetta má gerast við varsemi. Vit eiga í øllum førum at hyggja meira at sjálvari uppstillingini. Tað er nevniliga har tann kyns- ligi ójavnin byrjar, tað er har hann hevur sítt støði. Kunnu vit fáa vit fleiri kvinnur at stilla upp, so koma vit uttan iva eisini at síggja eitt positivt útslag í javnvágini á tingi. Kirkjan á veg Annita á Fríðríksmørk, sum hevur sitið sum limur í Løgtinginum tey seinastu seks árini, varð afturvald hesuferð og skal tí sita eitt valskeið afturat. Hon er eins og Annika W. Joensen vónbrotin av at vit ikki fingu fleiri kvinnur inn á ting, og viðgongur sam- stundis at tað kann kennast eitt sindur einsamalt at vera ein av so fáum kvinnum millum so nógvar menn. Meðan hon vísir til møgu- leikan at tær framvegis kunnu gerast fleiri enn tríggjar tá av tornar á hes- um sinni, tekur hon ikki undir við hugsanini um lógarliga at kvotera millum kynini. – Vónandi verður tað so- leiðis at onkrir kvinnuligir varalimir fara at avloysa onkran ið fer út í Lands- stýrið, segði Annita á Fríð- riksmørk. – Tíverri sær tað í løtuni út sum at tað gongur tann skeiva vegin, um vit hyggja eftir umboðanini á tingi. Men nú er tað einaferð so at traditiónir taka sína tíð og lata seg ikki broyta frá ein- um degi til annan. Tað var jú altíð menn ið tóku sær av politikki, og ikki kvinnur. – Kvinnurnar í Suður- streymoy førdu seg væl fram og fingu rættiliga nógvar atkvøður; tað rakk bara ikki um gáttina hjá nóg mongum. – At broyta javnstøðuna er vissuliga ein tungur róð- ur. Hinvegin haldi eg at tað er skeivt at lóggeva viðvíkj- andi kynsbýtinum; vit hava hóast alt eina demokratiska skipan og mugu virða vilj- an hjá fólki at stilla upp so væl sum veljarans atkvøðu. Um orsøkina til at hon varð vald inn á Løgting av nýggjum, heldur Annita á Fríðriksmørk at hetta kann hava við at gera at hon hevur torað at tikið støðu til fleiri eym mál. Av aktuell- um málum sum hon heldur fara at upptaka nógv í kom- andi valskeiði, nevnir hon ta ríkisrættarligu støðuna og yvirtøkuna av fólka- kirkjuni. – Vit fingu endiliga í Mentamálaráðnum gongd á arbeiðið at fyrireika yvir- tøkuna av fólkakirkjuni, hetta ikki minst tí tað eydn- aðist at fáa ein bólk til regluligar orienteringar, ein bólkur ið bestendur av bispi, próvsti, formannin- um í Prestafelagnum um- framt umboðum fyri teir politisku flokkarnar ið hava limir í Løgtinginum. Ar- beiðið er nú komið so mik- ið væl áleiðis at yvirtøkan er næstan klár. Tungur róður móti kynsligari javnvág Tíggju tær ovastu: Persónligar atkvøður Lisbeth L. Petersen, Suðurstreymoy (B) - 648 Annita á Fríðriksmørk, Suðurstreymoy (E) - 527 Helena Dam á Neystabø, Suðurstreymoy (C) - 342 Katrin Dahl Jakobsen, Suðurstreymoy (C) - 308 Malan Johansen, Suðurstreymoy (D) - 212 Heidi Petersen, Norðurstreymoy (E) - 203 Edva Jacobsen, Eysturoy (B) - 180 Súsanna Dam, Suðurstreymoy (B) - 177 Mamy Dahl Sørensen, Norðuroyar (C) - 172 Kristina Háfoss, Suðurstreymoy (E) - 160 Persónligar atkvøður: Prosent í mun til atkvøður í valdømi Heidi Petersen, Norðurstreymoy (E) - (203 av 2493) 8,1% Lisbeth L. Petersen, Suðurstreymoy (B) - (648 av 11763) 5,5% Maiken Krabenhøft, Sandoy (E) - ( 53 av 1023) 5,2% Annita á Fríðriksmørk, Suðurstreymoy (E) - (527 av 11763) 4,5% Rósa Samuelsen, Vágar (B) - ( 88 av 1973) 4,5% Eyðna Vidtfeldt, Sandoy (B) - ( 45 av 1023) 4,4% Mamy Dahl Sørensen, Norðuroyar (C) - (172 av 4069) 4,2% Emmy H. Sandberg Joensen, Vágar (A) - ( 83 av 1973) 4,2% Annlis Bjarkhamar, Suðuroy (E) - (145 av 3507) 4,1% Sólfríð Fjalsbak, Vágar (E) - ( 75 av 1973) 3,8% Kvinnulig valevni Vágar - ( 6 av 20) 30,0% Norðurstreymoy - ( 6 av 22) 27,3% Norðuroyar - (10 av 40) 25% Suðurstreymoy - (16 av 65) 24,6% Suðuroy - ( 8 av 36) 22,2% Sandoy - ( 3 av 23) 13,0% Eysturoy - ( 9 av 48) 9,1% Tilsamans/miðal fyri landið - (58 av 254) 22,8% Atkvøður til kvinnulig valevni Suðurstreymoy - (2856 av 11763) 24,3% Norðurstreymoy - ( 409 av 2493) 16,4% Vágar - ( 297 av 1973) 15,0% Norðuroyar - ( 518 av 4069) 12,7% Suðuroy - ( 391 av 3507) 11,1% Sandoy - ( 101 av 1023) 9,9% Eysturoy - ( 625 av 6879) 9,1% Tilsamans/miðal fyri landið - (5197 av 31707) 16,4% Fakta Hanna Jensen lat seg uppstilla fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi og fekk 99 atkvøður, tað er 1,4 prosent av teimum 6879 atkvøðunum sum tilsamans vórðu greiddar í valdøminum Mynd: Maria Olsen/ PRnewsMedia.com Hermann ósamdur við vinnuna: Ongar sersømdir til alivinnuna Búskaparfrøðingurin, Hermann Oskarsson, heldur ikki tað er rætt at veita kreppuraktu alivinnuni eina ser- liga skattaskipan, sum Føroya Havbún- aðarfelag mælir til. Hann metir, at stórur tørvur er á einum kjaki um ein yvirskip- aðan skattapolitikk í Føroyum SKATTAPOLITIKKUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Hatta er eitt útmerkað arbeiði. Tað er bæði greitt og erligt. Formaðurin í Búskapar- ráðnum, Hermann Oskars- son letur væl at uppritinum um føroyska alivinnu, sum Føroya Havbúnaðarfelag hevur latið úr hondum. Uppritið er eitt tilmæli til politiska myndugleikan um neyðugar karmar til ali- vinnuna, um hon skal koma á føtur aftur. Sjúka og vantandi prísir hava gjørt sítt til, at før- oyska alivinnuna í dag so dánt hórar undan. Fyri bert fáum árum síðan var saml- aði eginpeningurin í vinn- uni góðar 500 mio. krónur og við árslok 2004 væntar Føroya Havbúnaðarfelag, at allur eginpeningurin í alivinnuni er fokin. Hetta er ein ræðandi støða og tí mælir Føroya Havbúnaðar- felag til grundleggjandi broytingar. Í uppritinum verður mill- um annað mælt til, at fígg- ingarstovarnir fáa veð í ali- loyvunum, at útlendskir íleggjarar í størri mun sleppa framm at í Føroyum og at alarar fáa lagaligari skattaviðurskifti. Formaðurin í Búskapar- ráðnum, Hermann Oskars- son, heldur tað er í tøkum tíma, at fíggingarstovnarnir fáa veð í aliloyvum og at útlendingar sleppa at eiga størri part í føroysku ali- vinnuni. Hinvegin tekur hann ikki undir við tilmæl- unum um lagaligari skatta- viðurskifti til alivinnuna. Skattalætti Í uppritinum hjá Føroya Havbúnaðarfelag kemur fram, at kappingarneytarnir hjá føroysku alivinnuni hava eina væl lagaligari skattaskipan enn føroysku alararnir. Í uppritinum verður millum annað sipað til Noreg, sum hevur møgu- leika at flyta tap og vinning aftur og fram yvir eitt longri tíðarskeið. Umframt flyting av skatt- ligum halli, hava normenn eisini eina skipan við skattaafturbering og øðrvísi goymsluáseting enn føroy- ingar. Føroya Havbúnaðar- felag sigur í niðurstøðuni, at føroyska alivinnan eigur at fáa somu skipanir fyri ali- vinnuna sum okkara kapp- ingarneytar. Hermann Oskarsson tek- ur ikki undir við tilmælun- um hjá Havbúnaðarfelagn- um um lagarligari skatta- skipan. Hann heldur, at verða tilmælini fylgd, er tað sama sum at geva alivinn- uni ein skattalætta og tað er ikki rætt. – Vit hava í løtuni fleiri serskattaskipanir og tað haldi eg er óheppið. Alt eig- ur at skattast eins, og ikki sum støðan er nú. Vit skulu ikki nerta við skattaskipan- ina hjá alivinnuni, uttan at øll skattaskipanin verður viðgjørd í einum. Serliga skipanin við afturbering av skatti, haldi eg vera suspisiøs, sigur Hermann Oskarsson. Hann leggur afturat, at skulu tilmælini hjá Føroya Havbúnaðarfelag fylgjast, verða færri inntøkur í landskassan. Yvirskipaður politikkur Hermann Oskarsson held- ur, at skattapolitikkurin í dag er nógv merktur av lappaloysnum uttan at fyrilit verða tikin fyri saml- aðu skattaskipanini í Føroyum. Heldur enn bert at fremja lappaloysnirnar, áttu vit at havt eitt yvirskip- að kjak um skattapolitikk í Føroyum, sigur formaðurin í Búskaparráðnum. – Fleiri flokkar tosa nú um at veita skattalættar. Vit hava júst framt skattalættar fyri góðar 300 mio. krónur og tí mugu vit hyggja nærri, hvussu skattalættarnir skulu fíggjast og hvørja ávirkan tað hevur á væl- ferðina, greiðir Hermann Oskarsson frá. Tvey brek – Føroyska alivinnan varð fødd við tveimum brekum. Annað var, at útlendingar ikki sleppa at eiga meir enn eitt vist, og hitt var, at ein avmarking var sett í kredit viðurskiftunum, vísir Hermann Oskarsson á. Brekini, Hermann sipar til, eru lóggávan, sum forð- ar útlendskum íleggjarum at eiga meir enn ein triðing av partabrøvunum í einum alibrúki. Avmarkingin í kreditviðurskiftunum í dag er, at fíggjarstovnar ikki hava loyvið at veðseta aliloyvi. Hesi brekini í alivinnuni, hevur Búskaparráðið fleiri ferðir víst á, men politiski myndugleikin hevur kortini tvíhildi um verandi forðingar. Hermann Oskarsson tekur fult undir við tilmæl- unum hjá Føroya Havbún- aðarfelag um, at útlendskir íleggjarar skulu fáa betri møguleika at koma í før- oyskt vinnulív og at fígg- ingarstovnar skulu í fram- tíðini fáa veð í aliloyvum. Hann sannførdur um, at høvdu hesar forðingar longu verið beindar av vegnum, hevði alivinnan helst ikki verið í tí kreppu, sum eyðkennir vinnuna í dag. Hermann Oskarsson set- ur at enda spurning við, um tað ikki er ov seint nú at fremja hesar broytingar nú, tí útlitini hjá føroysku aluvinnuni eru alt annað enn bjørt komandi árini. Formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, tekur ikki undir við serligum skattaskipanum til alivinnuna, sum Føroya Havbúnaðarfelag mælir til Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2