Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 18 - 28. januar 2004 Nr. 18 - 28. januar 2004 5 - Men nógvar íløgur eru fíggjaðar yvir raksturin, samstundis sum fígging av goymslum og skuldarum seta alsamt størri krøv til rakstrarfígging. Tí kann roknast við, at gjaldførið hjá mongum virkjum er hart spent, sigur Jóhan Martin Jacob- sen, sum starvast hjá Rasmussen & Weihe FLAKAVINNAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Grannskoðarafyritøkan, Rasmussen & Weihe, hevur gjørt tvær sonevndar rokn- skapargreiningar. Onnur snýr seg um føroyska fiski- skipaflotan; hin um flaka- vinnuna. Á kunnandi fundi fyri viðskiftafólki hjá fyritøk- uni síðsta fríggjadag legði Jóhan Martin Jacobsen, sum starvast hjá Rasmus- sen & Weihe, fram hesar greiningar. Í blaðnum í gjár gjørdu vit nakað burtur úr tí, sum sagt verður um fiskiflotan, og í dag fara vit í stuttum at hyggja at tí, sum sagt verð- ur um flakavinnuna. 11 feløg Greiningin um fiskavirkini, byggir á gongdina hjá 11 feløgum, sum reka flaka- vinnu, og greiningin er grundað á almennu rokn- skapirnar hjá hesum feløg- um árini 1998 til 2002. Upplýsingar um eitt nú rá- fiskanøgd, nettosølu og rá- fiskakostnað hevur Ras- mussen & Weihe eisini út- vega sær hjá hesum feløg- um. Feløgini, sum eru við í greiningini, eru P/F Kósin við 12,2% av ráfiskinum, sum hesi feløg hava tikið ímóti í 2002, P/F Føroya Fiskavirking (48,4%), P/F Fiskavirkið (9,0%), P/F Vaðhorn Seafood (3,1%), P/F Delta Seafood (3,6%), P/F Sandoy Seafood (10,9%), P/F Norðís Sea- food (3,7%), Sp/F Eystís Seafood, sum er við frá 2000 (1,8%), P/F Vestís, sum er við frá 2001 (1,7%), P/F Suðurís, sum er við frá 2002 (0,3%) og P/F Palm Seafood við 5,3% av rá- fiskinum. Skrásetingar ikki eins Í frágreiðingini, vísir Ras- mussen & Weihe á, at rokn- skapirnir hjá luttakandi feløgunum eru uppsettir ymiskt, og konti eru bólk- aðar ymiskt. Væntandi er heldur ikki, at øll feløgini skráseta sínar bókingar heilt eins. – Hetta kann viðføra, at feilir kunnu vera í saman- lagda roknskapinum fyri øll feløgini, men hetta hev- ur helst bert smávegis týdn- ing. Feløgini, P/F Delta Sea- food og P/F Sandoy Sea- food, hava ikki ynskt at lata av hondum eyka upplýsing- ar. Kortini hava Rasmussen & Weihe valt at hava hesi virkini við í greiningini við almennu ársroknskapunum sum grundarlag. Harum- framt hevur grannskoðara- fyritøkan við støði í prís- gongdini og øðrum mett um, hvørji vantandi tølini eru. Við mettu tølunum, er samsvar millum brottu- vinningin, sum feløgini hava uppgivið í almennu roknskapunum. Afturgongd Í frágreiðingini um fiski- flotan, legði Jóhan Martin Jacobsen dent á, at nógvar detaljur eru í eini slíkari greining, og tí hava tey, sum lesa frágreiðingina, høvi at gera sínar egnu nið- urstøður. – Sama er við flakavinn- uni, tí heldur ikki her hava vit eina eintýdda niður- støðu um gongdina. Kortini staðfesti Jóhan Martin, at virkini sum heild hava verið fyri eini stórari framgongd árini 1998 til 2002, tó at tølini fyri 2002 eru heldur lakari enn fyri 2001. – Men tað tykist, sum vend er komin í gongdina. Tær ábendingar, sum eru um gongdina í 2003, benda á, at farna ár var munandi verri enn 2002. Virkini væl fyri Tað tykist, segði Jóhan Martin, sum um kappingin um rávøruna við útlandið er munandi harðnað í 2001 og serliga í 2002. – Hetta kann koma at merkja, at virkini mugu gjalda meira fyri ráfiskin, samstundis sum lønirnar eru hækkandi. Hann helt, at tølini fyri 2003 og 2004 benda á eina afturgongd, um ikki aðrar marknaðarfortreytir byrgja upp fyri hesum. – Virkini eru sum heild væl konsolideraði og mugu tí metast at vera væl fyri til at ganga eini afturgongd á møti. Kortini eru einstøk virkir, sum kanska ikki eru líka væl fyri. Hann segði, at nógvar íløgur eru fíggjaðar yvir raksturin, samstundis sum fígging av goymslum og skuldarum seta alsamt størri krøv til rakstrarfígg- ing. – Tí kann roknast við, at gjaldførið hjá mongum virkjum er hart spent, segði Jóhan Martin. Stór virðisøking Samanløgdu roknskapar- tølini fyri hesi 11 virkini vísa, at raksturin hevur verið fyri stórari fram- gongd hesi 5 árini (1998 til 2002), tó at raksturin er versnaður nakað í 2002 í mun til árið fyri. – Tølini vísa, at ráfiska- nøgdin er vaksin hvørt ár til 2002, tá ið nøgdin minkar nakað. Jóhan Martin segði, at samanlagt er ráfiskanøgdin økt við 18% hesi 5 árini. Sølan er økt 29%, samstun- dis sum ráfiskakostnaður v.m. bert er øktur við 15%. – Við hesum hevur flaka- vinnan staðfest eina stóra framgongd í virðisøkingini, bæði í krónum og prosent- um hesi árini. Starvsfólkakostnaðurin er vaksin á hvørjum ári, og í 2002 er hann 41% størri enn í 1998. Posturin, »ann- ar rakstrarkostnaður«, sum eitt nú fevnir um streym- gjald, oljunýtslu, viðlíka- hald, reingerð, flutnings- gjøld og skrivstovuhald, er vaksin á hvørjum ári. Árini 1998 til 2002 er vøksturin heili 95%. Stórar íløgur Jóhan Martin segði, at úr- slitið áðrenn rentur og av- skrivingar vaks hesi 5 árini við 92%, men er síðan fall- ið eitt sindur aftur. Kortini er hetta tal 75% størri størri í 2002 enn í 1998. – Stórur vøkstur er í av- skrivingum, nevniliga heili 165%. Orsøkin er stórar íløgur í framleiðslutól. Hin- vegin eru rentuútreiðslurn- ar falnar síðan ár 2000. Hann segði, at ársúrslitið fyri árini 1998 til 2002 vaks við 115%, men í 2002 var fallið tó 15% í mun til árið fyri. Framleiðsla og ráfiskur – Framleiðsluvirðið øktist árini, 1998 til 2002, við 8,7%, samstundis sum rá- fiskakostnaðurin fall við 2,8%. Tað merkir, at fiska- virkini hava staðfest ein vøkstur í virðisøkingini uppá 35%. Hetta gevur ábendingar um, at virkini hava staðfest vaksandi skiftisavlop í krónum fyri hvørt kilo av ráfiski. Jóhan Martin segði, at sambært teimum tølum, sum liggja til grunds fyri greiningini, hevur ráfiska- kostnaðurin verið alsamt fallandi, og árini 2001 til 2002 er minkingin rættiliga »markant«, sum tikið verð- ur til. Ein talva, sum er við í greiningini hjá Rasmussen & Weihe, vísir, at útflutn- ingurin av heilum fiski var 50.000 tons í 2002. – Møguliga hevur økta virðisøkingin í 2001 og 2002 verið viðvirkandi til gongdina í útflutningi av heilum fiski. Tað er í hvussu er áhugavert at síggja, hvussu »markant« virðisøkingin er í 2002, samstundis sum útflutning- urin av óvirkaðum fiski tví- faldast. Lønirnar hækka eisini »markant« í 2002, og er hetta helst viðvirkandi til, at virkini lata lutfalsliga minni fyri fiskin, segði Jóhan Martin. Ársverk í vinnuni Ein onnur talva vísir, at hesi 11 feløgini, talan er um í greiningini, hava 1.253 ársverk í flakavinn- uni í 2002. Talið er eitt sin- dur minni í 2001 og upp- aftur minni árini aftur til 1998. Men her skal havast í huga, at øll 11 feløgini eru ikki við í greiningini heilt aftur til 1998. – Talvan vísir, at í 2002 eru 176 ársverk fleiri enn í 1998. Miðal árslønin er økt øll árini, tó mest í 2002. Samanlagt er miðal ársløn- in hækkað 21,1% hesi 5 árini. Ráfiskur fyri hvørt ársverk er øll árini á sama støði. Hetta merkir, at talið av ársverkum sum heild fylgir vøkstrinum í ráfiska- nøgdini, segði Jóhan Martin Jacobsen. Vaðhorn Seafood er eitt av virkjunum, sum er við í greiningini hjá Rasmussen & Weihe Mynd: Jens Kr. Vang Samstundis, sum virðisøkingin vaks »markant« í 2002, tvífaldaðist útflutningurin av óvirkaðum fiski Fiskavirkini eru væl fyri at taka eina afturgongd Her greiðir Jóhan Martin Jacobsen, sum starvast hjá Rasmussen & Weihe, frá gongdini í flakavinnuni seinastu 5 árini.Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4