Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64 Sosialurin GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Nýggj vøruskrá fæst! Sp/f. Sp/f. Námsfrøðingar til Gjáarlon Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Gjáarlon at byrja 15.08.2011 ella sambært avtalu. Talan er um fulltíðarstørv, tó við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á: • trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum • at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur • at vit eru ein grønur stovnur Vit ynskja: • at tú hevur áræði at geva børnunum avbjóðingar í gerandisdegnum, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • at tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt • at tú ert ágrýtin og nýhugsandi • at tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið • at tú sært møguleikar og avbjóðingar fram um forðingar Lønarviðurskifti Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Núverandi setanarstaður er Gjáarlon. Setanarøkið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morið A. O. Gardy, leiðara, á tlf. 770 134 ella Eyðbjørg Hansen, varaleiðara, á tlf. 770144. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. juni 2011 kl. 12:00 og sendast til: Vestmanna Kommunu Bakkavegur 16 Postboks 91 355 Vestmanna Gjáarlon er dagstovnur við vøggustovu og barnagarði – normeraður til 84 børn. Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum leggur dent á at fara væl um umhvørvið – inni sum úti. Stovnurin hevur góðar umstøður – bæði innan- og uttandurða. Okkum dámar væl at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar úti í náttúruni. Á henda hátt kunnu vit menna børnini likamliga og geva teimum vitan um náttúruna. Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl.17.15. Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum. Lesið Sosialin - so eru tit við