mikudagur 28. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 18 - 28. januar 2004
Nr. 18 - 28. januar 2004
7
Nú eru sameind
kvinnufeløg farin í
gongd við at varpa
rættiligt ljós á støð-
una viðvíkjandi
handli av kvinnum í
Føroyum. Hetta er
serliga komið í lag
eftir, at ein lýsing stóð
í Dimmalætting, har
tað beinleiðis varð
lagt upp til mannfólk
at keypa sær konur
KVINNUHANDIL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Tá avvarðandi myndug-
leikar siga seg ikki kunna
gera nakað við eina lýsing,
sum beinleiðis leggur upp
til keyp av kvinnum, so veit
eg ikki, hvør kann, sigur
forkvinnan í Kvinnufelags-
samskipan Føroya, Inga
Ellingsgaard.
Hon frøist tó um, at tær
báðar nývaldu løgtings-
kvinnurnar, Annita á Fríð-
riksmørk og Heidi Peter-
sen, siga, at tær fara at taka
málið upp á tingi, so skjótt,
sum tað verður sett aftur.
Í lesarabrævi siga tær
báðar, at tað undrar tær
stórt, at varafútin sigur, at
sølulýsingar við útlendsk-
um kvinnum í føroyskum
bløðum ikki eru ólógligar.
Tær báðar vísa á, at sjálv-
andi kann føroysk lóggáva
ikki ráða í útlandinum, men
samstundis vísa tær á grein
233 í revsilógini, har tað
millum annað stendur, at
hann sum á ein ella annan
hátt leggur upp til ólevnað
ella ósiðiligan livihátt, sum
vekir almenna øsing, verð-
ur revsaður við fongsli í
upp til eitt ár.
Tær báðar halda so av-
gjørt, at ein sølulýsing av
útlendskum kvinnum kann
koma undir hesa grein, tí
tær meta tað vera ósigur og
ótespiligur ólevnaður at
bjóða gomlum dreingjum
og giftum monnum í Føroy-
um at keypa sær kvinnur úr
øðrum londum.
Á røttum stað
Inga Ellingsgaard fegnast
um, at løgtingskvinnurnar
vilja taka hetta málið upp.
– So vita vit, at málið
liggur á røttum stað, og eg
ivist onga løtu í, at eitt ein-
mælt samtykt ting tekur
undir við, at hetta ikki søm-
ir seg, sigur hon.
Men fyri tað heldur Inga
ikki, at øll onnur bara skulu
slappa av. Hon sigur, at øll
eiga vit at vera á varðhaldi
yvir fyri, at hetta gongur
fyri seg í Føroyum.
– Hetta má ikki sleppa at
festa røtur í okkara landi.
Tað skal burtur, sigur Inga,
sum leggur afturat, at tey
hava ongi onnur haldgóð
prógv enn lýsingina, og tí-
skil er tað sera torført at
vita, hvat tey skulu gera við
málið.
Á fundi mánakvøldið í
Mettustovu hittust Kvinnu-
felagssamskipan Føroya og
Havnar Kvinnufelag, har
tosað varð um, hvat eigur at
verða gjørt og kann gerast í
hesum málinum.
– Samstundis sum vit
tosa um hetta málið, so
kenna vit tað,sum tað er
rættiliga lítið, sum vit fáa
gjørt, men vit vilja arbeiða
ímóti hesum. Eitt skriv fer
at koma frá feløgunum, har
áheitanir verða um at vera á
varðhaldi yvir fyri hesum,
og har ljós verður varpað á
støðuna, sum hon er í dag,
sigur Inga Ellingsgaard,
sum at enda vísir á, at tað
eru tríggir menn í fjølmiðl-
unum, sum hava tikið hetta
málið upp. Heini Gaard á
Dimmalætting, Sonni Smith
á Rás 2 og Helgi Jacobsen í
Útvarpi Føroya, og tað
heldur hon er flott og gevur
stórar ábendingar um, at tí-
líkt verður ikki góðtikið í
Føroyum.
Nógvir føroyingar
eru í uppskoti til at
fáa blómutyssi frá
Peter Qvortrup Geis-
ling, tá hesin kemur
til Føroyar seinni í
vikuni
TÍÐINDASKRIV
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Umboðandi
hundraðtals
føroyingar, eru útvið 50
persónar í uppskoti at fáa
»Månedens Buket« frá
vælumtókta
sjónvarps-
læknanum.
Tað er komandi viku-
skiftið, at læknin frá Lækn-
in hevur orðið vitjar í Før-
oyum.
Leygardagin
kl.
15.00 í Norðurlandahús-
inum og sunnukvøldið kl.
19.00 á Hotel Norð.
Frá IRIS, ið fyriskipar
vitjanina, verður sagt, at
sera nógvir og áhugaverdir
persónar eru í uppskoti, og
tað verður torført at taka
dagar ímillum tey mongu
góðu uppskotini, men ein
skal so veljast út. Ein inn-
stilling er gjørd, sum sjón-
varpslæknin sjálvur sleppur
at velja ímillum, eftir at
hann sjálvsagt hevur gjøgn-
umgingið øll innkomin
uppskot.
Avgjørt er, at ein persón-
ur verður heiðraður í Norð-
urlandahúsinum, og ein á
Hotel Norð á Viðareiði.
– Enn eru nøkur atgongu-
merkir eftir, ið fáast í Norð-
urlandahúsinum, á Kunn-
ingarstovuni í Havn og á
Statoil-støðini í Klaksvík,
siga fyrireikararnir.
Í hernað móti
handli við kvinnum
Forkvinnan í
Kvinnufelagssamskipan
Føroya, Inga Ellingsgaard er
ikki í iva um, at tá málið
verður lagt fyri í tinginum,
verður tað eitt 100 % samt
ting, sum verður ímóti
hesum ólevnaði, sum letur til
at ganga fyri seg í Føroyum
Mynd: Jens K. Vang
Er heitið á øðrum
átakinum, sum
skúlarnir í Klaks-
víkar kommunu í
samstarvi við
heilsunevnd býráð-
sins, hava arbeitt
við í eina tíð. Átakið
verður fríggjadagin
og er onnur roynd-
in at gera skúlarnar
í býnum roykfríar
ROYKING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Annað átakið
ímóti royking hjá skúl-
unum og heilsunevndini í
Klaksvíkar
kommunu
verður nú fríggjadagin í
KFUM og K. Átakið
byrjar klokkan tíggju og
mangt og hvat spennandi
er á skránni.
Tað fyrra átakið var
sjálvan altjóða roykidag-
in tann 31.mai 2002, og
hevði tað heitið Tað er
ræst at roykja. Í sam-
bandi við tað átakið varð
gjørd ein kanning, sum
vísti, at umleið annar
hvør næmingur í fram-
haldsdeildini í skúlunum
roykti.
Nú er so aftur gjørd ein
kanning, sum verður av-
dúkað fríggjamorgunin.
Formaðurin í heilsu-
nevndini Rani Nolsøe
sigur, at tey eru sera
spent uppá úrslitið av
kanningini, tí hon kemur
at staðfesta, um hesi
átakini gera nakran mun
og um hetta er gongda
leiðin til ein roykfrían
skúla.
– Her skal sigast bein-
anvegin, at lærararnir eru
undangongufólk í dag, tá
tað kemur til royking.
Tað eru alsamt færri og
færri lærarar, sum roykja,
og er tað serstakliga gott,
heldur
formaðurin
í
heilsunevndini í Klaks-
víkar býráð.
Spennandi skrá
Hóast hetta átakið ikki er
á sjálvum Altjóða royki-
degnum, so ivast Rani
ikki í, at tað fer at eydn-
ast væl.
– Hetta verður bara
meira okkara egna átak
av tí sama, sigur hann.
Sum sagt er ein spenn-
andi skrá fyri dagin, og
nógv verður gjørt burtur-
úr. Nøkur ítróttarfólk,
sum eru komin langt
áleiðis innan teirra ítrótt-
argrein koma at tosa við
næmingarnar um royk-
ing.
Brandur Enni, sum
hevur ætlanir um at koma
langt innan tónleikin
verður eisini har. Og har-
til kemur sjónvarpslækn-
in Peter Qvortrup Geis-
ling eisini at hava eitt
innlegg.
Og at enda verður so
úrslitið av roykikanning-
ini millum næmingar í
framhaldsdeildini
lagt
fram.
Rani Nolsøeer sera
spentur, og hann fegnast
um, at hesi átak hava ver-
ið, tí hann er ikki í iva
um, at tað ger mun.
– Hetta hava skúlarnir
arbeitt við í samstarvi við
Klaksvíkar
kommunu.
Og býráðið hevur tikið
undir við hesum átak-
unum og játtað pengar til
tað, sigur Rani og leggur
afturat, at onnur átøk eis-
ini fara at koma.
Royking
stinkar
Royking stinkar er heitið á herferð í móti royking millum
næmingar í fólkaskúlunum, sum skúlarnir og
heilsunevndin í Klaksvíkar kommunu arbeiða við
Hvør fær »Månedens Buket«
frá sjónvarpslæknanum
Tveir føroyingar fáa blómutyssi
frá sjónvarpslæknanum komandi
vikuskifti. Ein í Norðurlanda-
húsinum og ein á Hotel Norð
Mynd: Kirsten Ellebæk
Skipafelagið
umhugsar nú at fara
undir sigling bein-
leiðis úr Suðuroynni
niður til Scrabster,
mánakvøld
ÚTFLUTNINGUR AV
FESKUM FISKI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kappingin um suðuroy-
ingar harðnar alsamt.
Í hvussu so er á flutnings-
økinum.
Nú er Skipafelagið eisini
farið at hugsa um suðuroy-
ingar mánakvøld.
Suðuroyingar
hava
mangan gramt seg um trup-
ulleikarnar at flyta feskar
fiskavørur beinleiðis úr
Suðuroynni, niður á megin-
landið í Evropa.
Men nú ætlar Skipafelag-
ið at fara undir sigling bein-
leiðis ímillum Suðuroynna
og Scrabster í Skotlandi
mánakvøld.
Herfyri skrivaðu vit ann-
ars um faramskipið Bjørg-
vin, sum fer undir beinleið-
is sigling ímillum Suður-
oynna og Skotland tvær
ferðir um vikuna.
Bjørgvin skal sigla bein-
leiðis úr Suðuroynni týsnátt
heilt tíðliga týsmorgun og
so aftur seint fríggjakvøld.
Fyrsti túrurin verður nú
fríggjakvøldið.
Men nú sær sostatt út til,
at fiskavirkini í Suðuroy
fáa ein flutningsmøguleika
afturat mánakvøld, tí nú
ætlar Skipafelagið at lata
Ernir sigla beinleiðis úr
Suðuroynni til Skotlands.
Sigla har farmur er
Árni Joensen á Skipafel-
agnum sigur, at tað er ikki
heilt endaliga avgjørt um
Suðuroyggin verður síðsta
havn hjá Ernir úr Føroyum
mánakvøld.
Men tað skilst tað er
hetta, sum liggur í kortun-
um.
Men hann vissar um, at
hetta hevur onki við ætlan-
ina um at lata Bjørgvin
sigla.
– Nú Norrøna gavst at
sigla mánakvøld, tók ein
tørvur seg upp og tann
møguleikan ætla vit at taka.
Men um Suðuroyggin verð-
ur síðsta havn, er ikki heilt
endaliga avgjørt.
– Tað veldst um, hvussu
nógvir farmur verður at
flyta. Vit fara, har sum
farmur er, sigur Árni Joen-
sen.
Hann skoytir uppí, at tað
er eitt ógvuliga sterkt ynski
frá fiskavirkjum í Suðuroy,
at Skipafelagið tekur bein-
leiðis sigling ímillum Suð-
uroy og meginlandið í
Evropa upp, tí teir eru ikki
nøgdir við støðuna sum hon
er.
Men tað veldst eisini um
ferðaætlanina hjá Smyrli,
sigur hann.
– Liggur ferðaætlanin hjá
Smyrli soleiðis, at tað ikki
hóskar saman við siglingini
hjá farmaskipinum, mugu
vit fara eftir farminum
sjálvir.
Lagar seg til
umstøðurnar
Tá ið uppskot var frammi í
Løgtingi um flutningsstuð-
ul í 1999, vóru umboð fyri
Skipafelagið í vinnunevnd-
ini.
Tá ivaðust umboðini fyri
Skipafelagið í, um tað er
rætt, at lata flutningsstuðul,
soleiðis at Skipafelagið
missir tann kappingarfyri-
mun, tað hevur av at sigla
bygd úr bygd.
Ein
spurningur
hjá
Skipafelagnum var, hví teir
skulu fara út á plássini, um
stuðul verður givin til at
flyta fiskin til Havnar.
– Hetta er sjálvsagt. Men
fyri tað er ikki sagt, at vit
eru fyri ella ímóti flutn-
ingsstuðli. Men verða tiltøk
ella inntriv sett í verk av
onkrum slagi, ávirkar tað
onkustaðni og tað mugu vit
lagað okkum til. Tað gera
vit eisini í sambandi við
flutningsstuðulin,
sigur
Árni Joensen.
– Men ein fráferð hjá
Smyrli úr Suðuroy til Havn-
ar, sum passaði betri til
farmaskipini, hevði loyst
nógvar trupulleikar í sam-
bandi við møguleikarnar
hjá suðuroyingum at sleppa
av við feskar fiskavørur.
– Hinvegin er tað ómøgu-
ligt at hava allar bygdir sum
síðstu havn, so onkustaðni
má farmurin savnast. Men
hóast flutningsstuðul verð-
ur latin, kann tað vera eitt
endamál at sigla til Suður-
oyar kortini, tí tað er ikki
vist, at ferðaætlanin hjá
Smyrli liggur so, at tað
passar saman við okkara
farmaskipum og tí er
spurningurin ikki so ein-
faldur, sigur stjórin í Skipa-
felagnum.
– Skelkurin hjá
brúkarum kring um í
Evropa er langt ífrá
hæsaður av eftir
tíðindini um eitur-
evni í alilaks.
Samstundis er prís-
urin nógv lækkaður.
Tó eru smá tekin til at
gongdin fer at venda
ÚTFLUTNINGUR AV
LAKSI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Útflutningurin av føroysk-
um alilaksi er næstan heilt
hildin uppat.
Tað sigur Finn Rasmus-
sen í Landshandlinum, sum
selir nógvan laks og sum
alla tíðina hevur fingurin á
pulsinum á marknaðinum.
Sostatt kann staðfestast,
at tíðindini um eiturevni í
alilaksi hava nitið ógvuliga
fast hjá brúkarunum kring
um í Evropa.
Tá ið tíðindini um eitur-
evni í alilaksi bórust fyri
næstan trimum vikum síð-
ani, fór laksamarknaðurin í
botn frá einum degi til ann-
an og fólk hildu at kalla
uppat at eta laks.
Tíðindini fóru sum eldur
um allan heimin og í
Evropa gjørdu bæði sjón-
varp, útvarp og bløð nógv
burturúr.
Og reaktiónin hjá brúkar-
unum koma eisini alt fyri
eitt og sølan av alilaksi helt
púra uppat nógva staðni.
Tá vónaðu útflytarar, at
hetta var bara eitt upplop og
at óttin fyri at eta alilaks fór
at hæsa av.
Síðani hava teir fylgt
spentir við marknaðinum í
teimum ymsu londunum
kring um í Evropa.
Men fyribils sær tíverri
ikki út til, at óttin fyri at eta
alilaks bara var eitt upplop.
Útflytarar mugu nevniliga
enn ásanna, at gongd er
ikki komin á aftur søluna av
laksi enn.
Verri enn so.
Sum vit stúrdu fyri
Finn Rasmussen sigur, at
gongdin hevur verið sum
hann stúrdi fyri.
Og tað, hann stúrdi fyri,
var, at tað fór at vera eitt
ógvuliga møtimikið tiltak
at fáa fólk at eta laks aftur
eftir at kanningin varð
gjørd.
– Síðani hendan mat-
vørugølan hevur tikið seg
upp, hevur tað verið at kalla
ómøguligt at selt laks.
Hann sigur, at tað hjálpir
ivaleyst upp á støðuna at
føroyskir
myndugleikar
sendu eina formliga frá-
boðan út um føroyskan
laks.
– Hendan fráboðanin
hevur eisini fingið fitt av
umrøðu í fjølmiðlunum.
Men hon kom bara alt
ov seint
Finn Rasmussen heldur, at
fráboðanin úr Føroyum
skuldi komið beinanvegin,
ímeðan tíðindini enn vóru
ovast á breddanum kring
um í Evropa. Men tað gekk
ein heil vika til hon kom og
tá var gassið farið av og tá
sat óttin fyri at eta laks
longu so fastur, at hitt beit
ikki reiðiliga á.
Sosatt er tað ivingarsamt
um fráboðanin úr Føroyum
hevur gjørt ta stóru ávirk-
anina á vanliga brúkaran.
Annars sendi landshandi-
lin sjálvur sínar egnu frá-
boðanir út og tað tilfarið
hava
millumhandlarar
kring um í Evropa brúkt.
Ávísir glottar
Finn Rasmussen sigur, at
fyri føroyskan útflutning av
alilaksi var tað tvífalt
óheppið, at tað varð basun-
erað út um allan heim, at
tað eru so nógv eiturevni í
alilaksi.
– Prísurin á alilaksi var á
veg uppeftir aftur. Men tá
ið kanningin varð almanna-
kunngjørd og fólk hildu
uppat at keypa laks, fall
prísurin aftur munandi. Og
nú er prísurin einar tríggjar
krónur lægri til alaran enn
hann var, beint áðrenn
kanningin varð kunngjørd.
– Í løtuni fær alarin ikki
meiri enn 16-17 krónur fyri
kilo áðrenn slakt. Áðrenn
gølan tók seg upp, var prís-
urin einar tríggjar krónur
hægri og tað hevur ógvu-
liga nógv at siga hjá eini
vinnu, sum er á markinum.
– Sostatt hevur kanningin
havt sera stóra ávirkan og
hon hevur avgjørt verið
steinur oman á byrðu hjá
teirri hart trongdu alivinn-
uni í Føroyum.
Prísfallið hevur eisini
gjørt sítt til, at so at siga
ongin laksur verður sendur
á marknaðin, tí tað er nyttu-
leyst.
Í gjármorgunin ringdi
hann runt á ymsar markn-
aðir fyri at skatta dýpið.
– Og tað, sum sagt verður
á marknaðinum í Spania,
Fraklandi og aðrastaðni í
Suðurevropa, er, at nú tyk-
ist sum um at ein pikkalítil
glotti er fyri framman og at
sølan av laksi er kvinkað
eitt lítið sindur upp eftir aft-
ur, og at gongd er við at
koma í aftur.
Men framvegis er sølan
bara ein viðfáningur av tí,
hon hevur verið.
Kortini
leggur
Finn
Rasmussen dent á, at vit
skulu heldur ikki gloyma,
at vanliga verður ikki nógv-
ur laksur keyptur fyrst í
árinum, so tað ávirkar eis-
ini støðuna.
Tì vónar hann, at tað
kemur at meiri gongd á aft-
ur, sum tað líður eitt sindur
út á árið.
Kappingin um suðuroyingar harðnar
Nú er verður arbeitt við at lata Ernir sigla beinleiðis ímillum
Suðuroy og Scrabster mánakvøld. Higartil hava suðuroyingar
onga beinleiðis fráferð havt niður á marknaðin mitt í vikuni,
men nú er líkt til, at teir fáa heilar tvær fraferðir at velja
ímillum
Útflutningurin av føroyskum
laksi er næstan steðgaður
Tíðindi um eiturevni í laksi, hava framvegis ógvuliga stóra ávirkan á marknaðin, tí fólk eru ikki
farin at keypa laks aftur enn. Sostatt hæsaði skelkurin hjá brúkarunum ikki so skjótt av, sum
útflytarar høvdu vónað
C
M
Y
K
7
6