fríggjadagur 3. juni 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. juni 2011 · Nr. 64
30
Sosialurin
Merkisdagar
Silvurbrúdleyp
Fríggjadagin 10. juni halda vit bæði. Sonlis
og Tummas Eli Høj Joensen, silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin í Kelduni í Skalabotni
frá kl 18.00. Tey, ið vilja gleða okkum við
at halda dagin saman við okkum, verða
vinarliga biðin um, at siga frá innan 3. juni
á tlf. 749451 ella á telduposti: tehj@kallnet
Silvurbrúdleyp
21. juni hava Eyðvør og Eyðfinnur Dam í
Húsavík verið gift í 25 ár. Silvurbrúdleypið
verður hildið í Samljóð í Skopun 25. juni kl.
19. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum,
verða vinarliga biðin um, at boða frá áðrenn
18. juni á telf. 361061 - 261540 ella e-mal: ey-
dam@olivant.fo
Silvurbrúdleyp
Mikudagin 13. juli hava Gudny og Marner
Mortensen Klaksvík silvurbrúdleyp. Dag
urin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leir
vík mikudagin 13. juli kl.18. Tey ið vilja gleða
okkum við halda dagin saman við okkum,
verða vinarliga biðin um at siga frá innan
1. juli á tlf. 456261/222261 ella teldupost
gudny@email.fo
Brúdleyp
Leygardagin tann 4. juni giftast Annika
Restorff Holm og Hákun Djurhuus. Vígslan
verður kl. 15.00 í Hoyvíkar kirkju. Veitslan
verður fyri innbodnum í hølinum hjá
Dansifrøi.
Brúdleyp
Leygardagin 9. juli giftast Ida Nielsen
og Garðar Justinussen. Vígslan verður í
Havnar Kirkju kl. 15. Vælkomst verður á
Mýrusnípuveg 44 kl. 19. Tey, ið vilja gleða
okkum, við at halda dagin saman við
okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá
innan 10. juni á telefon 287800 (Ida), 230814
(Garðar) ella á brudleyp2011@gmail.com
Brúdleyp
Leygardagin 2. juli giftast Rannvá Arge
Funn úr Vestmanna og Dagfinnur Jensen
úr Skopun. Vígslan verður í skopunar
kirkju kl. 14. Vælkomst verður í Samljóð í
Skopun kl. 18.30. Tey sum vilja gleða okkum,
við at halda dagin saman við okkum, verða
vinarliga biðin um at siga frá innan 20. juni
á tlf. 361600.
Brúdleyp
Leygardagin 2. juli giftast Esther Pia
Holmsund og Tórarin Tindskarð, Norðasta
Horn. Vígslan verður í Saksunar kirkju kl 14.
Vælkomst verður í róðranestinum á Argjun
kl 19. Tey sum vilja feira dagin saman við
okkum, vera biðin um at siga frá í seinasta
lagi 15. juni á tlf 264030 (Heiðveig) ella 572634
(Esther Pia).
Brúdleyp
Leygardagin 23. juli giftast Annika Bolton
Mortensen og Jónas Bloch Danielsen, Velba
staður. Vígslan verður í Kirkjubøar kirkju
kl. 15. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman
við okkum eru vælkomin í brúðarveitslu í
skúlagarðinum á Velbastað kl. 18. Vinarliga
sigið frá umvegis teldupost áðrenn 1. juli.
annikaboltonmortensen@gmail.com og
jonasbloch@gmail.com
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 3. juni fyllir Jona Midjord
í Bøkkum Porkeri 90 ár. Dagurin verður
hildin í Purkugerði 12 B í Tórshavn frá kl 18.
Øll eru hjartaliga vælkomin
60 ára føðingardagur
Týsdagin 14. juni fyllir Johannes Joensen,
Vágur, 50 ár. Vælkomst verður heima á
Marknoyrarvegi 24, leygardagin 11. juni frá
kl 10.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Vit, Esther Eleina Joensen, Skúvoy, og Mart
in Winther, Skopun, skulu giftast 6. august.
Vígslan verður í Skopunar kirkju kl. 14.00.
Vælkomst verður í Samljóð í Skopun kl.
18.30. Tit, ið vilja gleðast saman við okkum,
verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf.
221777 innan 6. juli. 14 ára aldursmark.
Mikudagur 8. juni
09.00 - 16.00
Motiónsrúmið opið
09.30 Fimleikur menn. Dánjal
Húsgarð. Allir menn eru
hjartaliga vælkomnir
13.00 Bindiklubbur
15.00 Túrur inn á Gøtu. Elisa
beth, fysioterapeutur. Øll eru
hjartaliga vælkomin
Hósdagur 9. juni
09.00 - 16.00 Motiónsrúmið
opið
10.00 Fimleikur kvinnur. Grete
Ellingsgaard. Allar kvinnur eru
hjartaliga vælkomnar
11.00 Lesibólkurin: Vit
lesa:”Maleren fra Shanghai”,
Jennifer Code Epstein. Hittast:
25 .aug. Samskipari, Marna
Olsen
13.00 Bindiklubbur
14.00 - 16.00 Prát
Fríggjadagur 10. juni
09.00 - 16.00 Motiónsrúmið
opið
09.30 Fimleikur menn. Dánjal
Húsgarð. Allir menn eru
hjartaliga vælkomnir
14.00 - 16.00 Prát
Drekka er at fáa hvønn dag,
eins og bløðini eru til taks
Frá 1. mai verður Tilhaldið
opið frá 09.00 – 16.00
BERIN
Til børn og ung, ið hava mist
foreldur ella systkin. Vit byrja
nýggjar bólkar í Beranum í
februar. Áhuga eru vælkomin
at ringja til á tlf. 222993
ella maila til info@berin.fo.
www.berin.fo
Føroyskt Bretskt Felag
haft aðalfund
Hesi eru í nevndini:
Knút Gray nyvaldur, Fanny
Joensen, Merry Southerland
Stenberg, Eyrith Guttesen
Leyni og Anna Katrina Viderø.
Nevndin skipaði seg við Knút
Gray sum formanni.
Samuelskirkjuni
Tað eru guðstænastur:
5. juni kl. 14 og 19. juni kl.
14.
Á Hvítusunnu byrjar
summartíðin á
Listasavninum
Listasavnið á Sandi er opið
hvønn sunnudag kl. 14-16,
men vert er at hugsa um, at
skúlaflokkar, virki og onnur
sum koma í Sandoynna hava
høvi at vitja Listasavnið
á Sandi eftir avtalu á tlf.
211924 ella 361617.
Vinaliga ringið í góðari tíð, so
vit finna ta tíðina, sum passar
tykkum og savninum best.
Á Hvítusunnu byrjar
summartíðin á Listasavninum.
Tá er opið allar dagar uttan
mánadagar kl.14-16.
Atgongugjaldið er kr.50
Mikukvøldstúrarnir á
Sandoynni
So byrja mikukvøldstúrarnir
aftur í Sandoynni!
Ætlandi verða hesir túrar
gjørdir gjøgnum summarið!
Allir túrar byrja kl. 20.00.
8. juni 2011, Dalur: Gingið
verður niðan á Skarið
15. juni, Skálavík: Gingið
verður av Keldu og norður
eftir. Hittast á Keldu.
22. juni, Sandur: Gingið verður
inn eftir Ryggi. Møtast við
Landsverk.
29. juni 2011: Gingið verður
frá Líðarenda og út eftir
Berginum.
6. juli, Skopun: Farið verður
frá Vegendanum norðuri í
Høvdarhaga, gingið verður
norður á Rætthamarin, har vit
síggja út yvir Trøllhøvda.
13. juli, Sandsvatn: Gingið
verður runt Sandsvatn. Farið
verður frá Kunningarstovuni.
20. juli, Húsavík: Hittast við
Sólarris og gingið verður til
krossvegin og aftur.
3. august, Knúkur: Farið
verður niðan á Knúk. Vit
møtast við Tyrvingarplássið.
PS. Ikki er loyvt at hava
hundar við á hesum túrum!
visitsandoy.fo
facebook: Sandoyar
Kunningarstova
Tilhaldið Hugnin í Sandoy
hevur opið mánadag og
mikudag frá kl. 13 til
17. Báðar dagarnar er
drekkamuður at fáa. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Mánadagin 6. juni: Vit fara til
Skálavíkar at vitja Immanuel
depilin. Koyrt verður úr
Tilhaldinum kl. 14.
Mikudagin 8. juni: Vit hugna
okkum i Tilhaldinum við práti
og spæli og sangi.
Calarasi Missiónin
Hjálp okkum at geva svongum
børnum í Romenien eina heita
máltíð um dagin. Konto í
Eik: 9181 4252669
Bank Nordic: 6460 1618549
Takk fyri tín stuðul.
Frítíðarfelagið Antares
Áhugafelag hvørs endamál
er at skapa samanhald og
røkja áhugamál hjá teimum
føroyingum, sum starvast í
altjóða farma- og frálanda
vinnu. Vitja heimasíðu okkara
á www.antares.fo ella send
ein teldupost til antares.
njordur@gmail.com, fyri at
fáa meira at vita um felagið.
Landsfelag Pensjónista
Tróndargøta 13, Tórshavn
Tlf. 319394 ella 219394
Skrivstovan er opin týsdag frá
kl. 13 til 16.
Dagtilhaldið í Nólsoy
er opið mánadag, týsdag og
hósdag frá kl. 13-17. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Dagtilhaldið á Toftum
Vit fara nú í summarfríð, lýst
verður tá vit byrja aftur.
Dagtilhaldið í Fuglafirði
Opið er: Mánadag, týsdag og
mikudag frá kl. 15-18.
Dagtilhaldið
í Runavíkar Kommunu
Vit halda til í húsinum hjá Nón
á Torvgøtu 2, Saltangará.
Opið er mánadag til hósdag
frá kl. 14-17.
Høvi er at gera ymiskt
handaligt arbeiði, spæla kort,
boccia og onnur spøl. Týsdag
er fimleikur/styrkivenjing.
Bløðini eru til taks og ein
góður drekkamuður. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Tilhaldið Sóljan
Klaksvíksvegur 35
Klaksvík · tlf. 459091
dagtilhaldid@post.olivant.fo
Opið er: Mánadag til hósdag
kl. 13.30-17.30
Hvønn dag er ein góður
drekkamunnur at fáa, eins og
bløðini eru til taks. Møguleiki
er at gera ymiskt handarbeiði,
spæla kort, bobb, telva o.m.a.
Hvør dagur endar við andakt
og sangi. Øll vælkomin.
Dagtilhaldið Blákollan
á Oyri
Opið er týsdag og hósdag
frá kl. 14-18. Øll eldri eru
hjartaliga vælkomin.
Dagtilhaldið í Vági
Er opið týsdag og hósdag frá
kl. 15-18. Øll eru vælkomin.
Vága Pensionistafelag
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar
ferðir um árið. Kundi tú hugsað
tær at vita meira um felagið
ella at gerast limur, kanst tú
venda tær til, formannin: Sofíu
Haraldsen, tlf. 332741 ella
nevndarlimunum.
Náttarravnarnir í Tórshavn
Tín stuðul ger mun!
Teknað teg sum náttarravn
ella gang ein royndartúr. Ring
tlf. 212498 Daisy, 274696
Barbara, 224048 Óluf.
Spælistovan
í Margarinufabrikkini. Opið er
mánadag, týsdag og hósdag
frá kl. 9-11.30 fyri børnum/
foreldrum uttan ansing.
Kvinnuhúsið
Skrivstovan er opin gerandis
dagar frá kl. 10-17. Tlf.
317200 svarar alt samdøgrið.
www.kvinnuhusid.fo
Listasavnið á Sandi
Sands Listasavn er opið
vetrarhálvuna sunnudag
kl. 14-16. Bólkar o.o. sum
vilja gera seravtalu um
aðrar tíðir kunnu ringja á tel.
211924/ 361617 í góðari tíð
frammanundan.
Vitjunarvinir
Um tú vilt verða vitjunarvinur
hjá Reyða Krossi ring ella
skriva til okkum:
Reyði Krossur Føroya
Bryggjubakki 10, Postsmoga
1015, 110 Tórshavn
Tlf. 319630. Fyriskiparar í
Tórshavn, Eyrith tlf. 313784
og 513784 og Marin 314333
og 284333. www.redcross.fo
Brúdleyp
Leygardagin 9. juli giftast Anna Maria Eg
holm, Tórshavn og Pætur Joensen, Eiði.
Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl 13.00. Døg
urði verður fyri innbodnum kl 16.00. Væl
komst verður frá kl 20.00 í Róðrarneystinum
á Argjum, har tit hava høvi at koma at fáa
tykkum ein drekkamun.