fríggjadagur 3. juni 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 3. juni 2011
2
VIKUSKIFTI
Krimibók
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyri tveimum vikum síðani gav forlagið
Torgard úr krimisøguna Metusalem,
sum Jógvan Isaksen hevur skrivað.
Hetta er fjórða krimisøgan hjá føroyska
rithøvundanum, sum verður givið
út á donskum máli. Týðari er Povl
Skårup.
Ummælarin hjá blaðnum Metro
Xpress gevur Metusalem gott skoðsmál.
Hann sigur millum annað, at bøkurnar
hjá Jógvani Isaksen geva eitt innlit í
føroysk viðurskifti og politikk, og
bøkurnar fáa Føroyar at virka sum eitt
vakur, spennandi og áhugavert stað,
sum mann fær hug at vitja.
MetroXpress gevur Metusalem 4 av
6 stjørnum.
Paperback útgávur
Samstundis sum Metusalem er komin
út á donskum máli, hevur Torgard
givið tríggjar tær fyrru krimisøgurnar
hjá Jógvani Isaksen út sum paperback
– ella bíligókaútgáva.
Tað eru bøkurnar »Blid er den
færøske sommernat«, »Grå oktober«
og »Korsmesse«, sum nú eisini finnast
sum paperback.
Tær báðar fyrstu vóru givnar út
á forlagnum Vindrose í 1991 og 1995
og hava verið útseldar í mong ár. Nú
er so høvi at ogna sær tær aftur. Ta
triðu, Korsmesse, gav forlagið Torgard
út í 2009, og 1. útgávan er mestsum
útseld.
Til hesa hópútgávuna av Føroya
fyrstu – og enn einastu – krimibókarøð
hava donsku útgávurnar fingið nýtt,
flott kápusnið, sum sniðgevin Høgni
Egholm Magnussen hevur staðið fyri.
Útgávurnar hava fingið stuðul frá
týðingagrunninum undir Norður
lendska Ráðharraráðnum og Mentunar
grunni Landsins.
Stríðið í
Hoydølum
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Súsanna Danielsen og Kristina Maria Eliasen / Ólavur J. Hansen
2 Klumma: Stríðið í Hoydølum
4 Interview: Kristina Maria og Súsanna
6 Tips: Pottar
8 90 sekund: Beinta Clothier
10 Til arbeiðis: Bjarni Petersen
12 Í rangastrúpan: Ymiskt úr miðlunum
12 Umafturafturum: Høgni Djurhuus
14 Bakgrund: Sextrælir hjá ríkmonnum
16 Albert Isfeldt: Á ferð í USA
20 Bakgrund: Stjórnarskipanin
22 Kappingar: Vinn góðar vinningar
24 Miðlamjarr: Tað siga tey á Facebook og í miðlunum
27 Tað hendir: Konsertir, tiltøk, bøkur og annað
28 Vikumyndin: Guardiola
INNIHALD
klumman
Inna
Törnroos
Krimisøga hjá Jógvan Isaksen fær gott
ummæli í donskum blaði, og ummælarin
hevur fingið hug at vitja Føroyar
Gott ummæli
til Isaksen
Um nakrar dagar eru tað 20 ár, síðani eg fekk
studentahúgvuna á høvdið.
Eg skal ikki troytta tykkum við minnum
frá hesum gyltu døgum í juni 1991 – ístaðin
skal eg minna tykkum komandi studentar á,
at tað er NÚ, tað er strævnast.
Eg havi so í øllum førum ongantíð –
hvørki áðrenn ella aftaná – arbeitt so hart,
sum eg gjørdi, tá eg gekk í studentaskúla
í Hoydølum. Dagar og kvøld vóru fylt
við skúlatingum. Nakað privatlív var ikki
hugsingur um, og takk og lov búði eg á
kostdeildini, so at eg fekk mat regluliga.
Sjálvandi var eg kallað »strebari«, tí eg
gjørdi míni ting. Men fyri okkum, ið ikki eru
fødd geni, mugu skúlatingini gerast, fyri at
úrslitið ikki skal vera alt ov vánaligt.
Mín »ess« vóru munnligu royndirnar,
tí eg ikki eri skorin fyri tungubandið. Eg
snakkaði sum ein maskingever og gekk
út frá, at um helvtin av tí, eg segði, var
skilagott, mundi tað nokk fara og ganga.
Tað gjørdi tað, og hóast eg langt
síðani havi gloymt, hvat eg var uppi í,
so minnist eg enn hvørjir karakterirnir
vóru, og hvussu kenslan var, tá eg stóð við
húgvuni á høvdinum. Tað kendist ikki so
FANTASTISKT, sum eg helt tað fór at gera
– meira ein kensla av »Nå, var hetta alt? Og
hvat geri eg nú?« Flakavirki í Sørvági?
Eg væntaði sjálvandi, at universitet
lesnaðurin fór at verða nógvar ferðir
strævnari enn studentaskúlin var. Men
har fór eg skeiv. Universitetið var herliga
avslappað, og gekk tað galið í onkrari roynd,
fór man upp aftur til næstu roynd.
Sum vaksin havi eg lisið bæði á privatum
skúlum og á Fróðskaparsetrinum, og eg
dugi ikki at skilja, hví studentaskúlin var so
strævið. Var tað mær
tað var galið
við, ella var
skúlin bara ein
pylsumaskina,
sum stappaði
okkum full í
vitan, og so knýtti um
endan við eini húgvu og
blakaði okkum út?
Eg havi havt nógva
nyttu av mínum
prógvi. Eg kom inn
á útbúgvingina, eg
vildi koma inn á, eg veit
at úlvur eitur »Lupus« á
latíni, hvussu eygnaliturin
gongur í arv, og hvat
»Je ne regrette
rien« merkir á
fronskum!
Jógvan Isaksen hevur nú fýra
krimisøgur úti á donsum máli