Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 64 · 3. juni 2011 4 VIKUSKIFTI mynd: jens kristian vang Interview Barbara Holm barbara@sosialurin.fo – Súsanna er mín lívs kærleiki, og eg vil vera saman við henni restina av lív­inum. Um tað merkir, at eg skal í rættin at berjast fyri okkara giftarmáli, so geri eg gleðiliga tað. Hesi orðini eigur Kristina Maria Eliasen úr Fuglafirði, sum um stutta tíð skal giftast við havnadamuni Súsannu Danielsen. Tær báðar skulu orna papp­írini í Danmark, men halda sína brúðarveistlu í Føroyum. Vit elska Føroyar. Tað er okkara heim­land, og vit vilja vísa okkara kær­leika í Føroyum, staðfestur Kristina Maria. Tað er ikki møguligt hjá Kristinu Mariu og Súsannu at giftast í Føroy­ um, og tí ætla tær at skrásetast í Dan­ mark, og síðani flúgva heim at taka ring­arnar uppá frammanfyri familju og vinum. Men tað er við blandaðum kensl­ um, at tær fara til Føroyar. Tað er ræðuligt, at man ikki sjálvur kann velja, hvønn man elskar. Tað er ein ræðandi tanki, at so skjótt vit lenda í Vágunum, er okkara kærleiki ikki longur góðkendur, sigur Kristina Maria. Tað skal roynast í rættinum Fyri stuttum gjørdist greitt, at danski løgmálaráðharrin ikki væntar, at eitt danskt skrásett parlag er galdandi í Føroyum. Men ráðharrin staðfesti sam­stundis, at tað skal roynast í før­ oyska rættinum, áðrenn ein endalig niðurstøða kann gerast. Vit vilja gjarna í rættin við okkara giftarmáli. Ikki bara fyri okkum, men fyri onnur samkynd pør í Føroyum, sum framvegis ikki vita, hvar tey standa, sigur Kristina Maria. Kristina Maria vísir á, at onkur noyðist at berjast fyri rættindunum hjá teimum samkyndu, eins og aðrar kvinnur frammanundan hava gjørt. Vit hava sæð fleiri sjónligar kvinn­ ur í Føroyum, sum avgjørt hava verið við til at broyta hugsanina um sam­ kynd. Tær hava víst, at samkynd í roynd og veru ikki eru øðrvísi enn øll onnur, sigur Kristina Maria. Fáir homofobar eftir í Føroyum Í mong ár hava vit í Føroyum kjakast um samkynd, teirra rættindi, og um vit yvirhøvur vilja betra teirra rætt­ indi í samfelagnum. Men Kristina Maria kennist ikki við homofoba før­oyingin. Kanska Miðflokkurin og nøkur fá onnur kunnu nevnast homofobar, men eg havi ongantíð møtt nakrari mótstøðu. Eg havi bert upplivað, at føroyingar stuðla mær í mínum lívi, sigur Kristina Maria. Men soleiðis er kortini ikki hjá Súsannu. Hóast hon hevur verið saman við Kristinu Mariu í fýra ár, so hev­ur familja hennara framvegis ikki vant seg við tankan um, at Súsanna er sam­kynd. Eg eri ikki vælkomin í familjuna hjá Súsannu, men vit báðar vænta og vóna, at støðan fer at broytast, tá ið tey hava vant seg við tankan, sigur Kristina Maria, sum staðfestir, at tað er ógvuliga hart fyri Súsannu, at familjan enn ikki hevur góðtikið henn­ara lívsstíl. Framtíðin má vísa hvar heimstaðurin verður Kristina Maria og Súsanna hava spælt sær við tankanum um at flyta aftur til Føroyar. Tær báðar hava stórar framtíðar ætlanir, sum eitt nú inniber børn. Men framtíðin má vísa hvar tær búseta seg. Vit vilja gjarna heim aftur til Før­ oya. Men tíðina má vísa, hvat hendir. Um okkara giftarmál ikki verður góðkent í Føroyum, so kunnu vit ikki búgva har. Vit elska hvørja aðra og vilja ikki góðtaka, at okkara kærleiki ikki fær sama rætt, sum kærleikin hjá øðrum, staðfestur Kristina Maria. Í hugaheiminum hjá Kristinu Mariu snýr kjakið um samkynd ein­ ans um eitt – kærleika. Tað er í mínari verð ein sjálvfylgja, at øll skulu hava loyvi til at elska tann, sum tey vilja. Eg skilji ikki, at man fokuserar so nógv uppá, hvør er saman við hvørjum. Vit elska hvørja aðra – longri noyðist søgan ikki at vera, sigur Kristina Maria. Tær báðar gleða seg til brúdleypið í Føroyum, og vóna, at tær sleppa at giftast í frið og náðum. – Vit vilja vísa heiminum, at vit hava valt hvørja aðra. Tað siga Kristina Maria Eliasen og Súsanna Danielsen, sum í næstum skulu giftast í Danmark. Tær harmast um, at teirra heimlandið ikki góðkennir teirra kærleika Kristina Maria og Súsanna stríðast fyri kærleikanum