mikudagur 28. januar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 18 - 28. januar 2004
Nr. 18 - 28. januar 2004
9
Tað gongur eftir
ætlan við varda
verkstaðnum, sum
Sørvágs Kommuna
byggir. Ætlandi
verður latið upp
umleið 1. mars
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Sørvágs Kommuna byggir
vardan verkstað, sum ætl-
andi kann takast í brúk um-
leið 1. mars. Verkstaðurin
er ætlaður brúkarum úr all-
ari oynni.
Málið um vardan verk-
stað í Sørvági er ikki heilt
nýtt. Tað er frá tíðini, tá
Petur Kruse var borgastjóri
í Sørvági og hevur verið
ført víðari í tí anda, hann
ætlaði tað, sigur Eivin
Jacobsen, borgarstjóri í
Sørvági.
Hann greiðir frá, at
timburarbeiðið nú er liðugt,
og at tilboð upp á málaraar-
beiðið fara at verða inn-
heintað fyrsta dagin. Og
gongur so sum ætlað,
kunnu fyrstu fólkini fara til
arbeiðis har um ein góðan
mánað.
Hvussu nógv fólk talan
verður um alt í alt, dugir
borgarstjórin í Sørvági ikki
at siga, sum er. Men tey eru
nøkur um alla oynna.
Í løtuni er tilboð til teirra
í Sørvágs skúla. Men tað
eru ymsir trupulleikar heft-
ir at tí tilboðnum. Eitt nú, at
talan er um avmarkaðar tíð-
ir, sum ikki altíð passa øll-
um brúkarum líka væl. Tí-
skil er líkt til, at ikki øll,
sum annars ynskiligt kundi
verið, gera brúk av hesum
tilboðnum.
Tað metir borgarstjórin
fer at verða heilt øðrvísi, tá
nýggi verkstaðurin verður
latin upp og fer at hava opið
allan dagin.
Av øðrum verkætlanum í
Sørvági í løtuni nevnir
borgarstjórin fiskamóttøk-
una, sum arbeitt verður við
at flyta úr verandi hølum í
størri høli á havnarlagnum,
har sum timburhandilin
fyrr helt til.
Hendan flytingin er helst
einar fjúrtan dagar ella so
seinkað, sigur Eivin Jacob-
sen, sum tó væntar at eina-
ferð seinast í februar fer
móttøkan at lata upp í
nýggju hølunum.
Danski spælimans-
bólkurin »Gamle
venner« koma fjórða
árið á rað til Føroya
at vitja og spæla í
summar. Serlig vina-
bond eru knýtt til
Tjørnuvíkar
VITJAN
Edvard Joensen
Gamle venner eru aftur
farnir at fyrireika eina
Føroyaferð. Hetta verður
fjórða árið á rað, at danska
spælimansorkestrið vitjar í
Føroyum.
Á
sumri
2001
kom
danski spælimansbólkurin
»Gamle venner« til Føroya,
her tey spældu á sambýl-
um, ellisheimum og øðrum
støðum, har eldri fólk búðu
ella hittust. Vitjanin eydn-
aðist so væl, og móttøkan
var so góð, at gjørt varð av
at koma aftur árið eftir.
Og væl man hava hilnast,
tí nú koma tey aftur fyri
fjórðu ferð. Avtalur um at
spæla ymsastaðni í Føroy-
um eru longu gjørdar, siga
tey í tíðindaskrivi, sum
kom um dagarnar.
Bólkurin er úr Ølsted
beint uttan fyri Århus, og
plagar vanliga at spæla á
einum pensionistcentrið í
einum av grannabýunum.
Tey spæla allan vanligan
spælimanstónleik, eins og
annað, ið serliga eldri fólki
dámar. Eisini er vanligt, at
tey taka nøkur dansiløg,
sum teimum eldru plagar at
dáma væl. Og rættiliga van-
ligt er, at tey fara upp á
gólv, tá gomlu vinirnir
vitja.
Donsku spælimenninir
hava á vitjanum teirra búð í
Tjørnuvík, har teimum hev-
ur dámt rættiliga væl og
eisini hava knýtt vinabond.
Í fjør vóru tjørnuvíkingar
í Danmark og sungu Kingo
í samband við 300 ára hald-
ið fyri deyða Thomas
Kingo's, og tá vóru »Gamle
Venner« millum annað við í
fyrireikinunum til onkur av
tiltøkunum í Danmark.
Formaðurin í
Sjúklingafelagnum
heldur, at tað skuldi
heldur verið so, at
peningur varð fluttur
til meira sjúklinga-
ráðgeving á Ríkis-
sjúkrahúsinum, enn
til fleiri normeringar
á Hotel Tórshavn
SJÚKLINGA-
RÁÐGEVING
Edvard Joensen
Tað er heilt burturvið at
skerja sjúklingaráðgeving-
ina á Ríkissjúkrahúsinum,
sigur John Eysturoy, for-
maður í Sjúklingafelagn-
um. Tað átti heldur at verið
hinvegin, at fleiri pengar
vórðu nýttir til ta tænast-
una. Sjálvt um tað skuldi
kostað eitt sindur inni á
Hotel Tórshavn.
Ikki so, at hann heldur, at
Hotel Tórshavn á nakran
hátt skal skerjast, leggur
John Eysturoy dent á. Men
hann heldur so sanniliga
heldur ikki, at sjúklingaráð-
gevingin skal tað. Og at
brúk bara skal vera fyri
seks tímum um vikuna til
ráðgeving, heldur hann
vera burturvið.
Hann ivast ikki í, at fyri
sjúklingin er skipanin við
ráðgeving inni á sjúkrahús-
inum burturav, nógv betri
skipan enn tann gamla, sum
var, og sum nú verður tosað
um at fara yvir aftur til. Og
hansara meting er greitt
tann, at her er talan um
sparingar, sum so koma at
raka sjúklingin har, sum
hann annars mest treingir
til at hava stuðul, sigur
John Eysturoy.
Vardi verkstaðurin nærkast
Gamlir vinir hittast aftur
Átti at verið øvugt
Tað er heilt burturvið at skerja sjúklingaráðgevingina á Ríkissjúkrahúsinum, heldur formaðurin
í Sjúklingafelagnum
Tað er Sørvágs Kommuna, sum einsamøll stendur fyri bygging-
ini av nýggja varda verkstaðnum í Vágum, sigur Eivin Jacobsen,
borgarstjóri í Sørvági
Serlig vinabond eru knýtt milum Tjørnuvík og spælimansbólkin »Gamle venner«
– Nú skulu vit vísa, at
vit veruliga eru polit-
ikkarar. Orðini eigur
samráðingarleiðarin,
Jóannes Eidesgaard,
sum ásannar, at bú-
skaparligu útlitini eru
munandi verri í ár
enn undanfarin ár.
Javnaðarflokkurin,
Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin
hava avgreitt ríkis-
rættarligu viðurskift-
ini, vinnumál og
fíggjarmál
SAMGONGU-
SAMRÁÐINGAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Eitt løgtingsval í úrtíð kann
eftir øllum at døma flyta
fjøll. Undir valstríðnum
nýttu flokkar høvið til at
breggja sær av, at búskapar-
støðan í føroyska samfelag-
num var góð, hóast niður-
gongd var at hóma. Nú tyk-
ist vent í holuni.
Fíggjarmálastýrið gjørdi
seinasta fríggjadagin eina
meting búskaparligu støð-
uni og kom fram til, at inn-
tøkumetingarnar eru 200
mio. lægri enn fíggjarlógin
hjá farnu samgongu boðaði
frá.
Í Sosialinum í dag hevur
formaður Tjóðveldisfloks-
ins, Høgni Hoydal, eina
viðmerking til inntøkumet-
ingarnar hjá Fíggjarmála-
stýrinum. Hann rør framm
undir, at tey tøl, sum eru
komin í ljósmála, hava ikki
hald í veruleikanum.
Meðan Høgni Hoydal og
Tjóðveldisflokkurin í løtuni
bíða eftir samráðingarboð-
um, hava Javnaðarflokkur-
in, Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin
umrøtt
fíggjar- og búskaparmál á
Gamla Apoteki.
Javnaðarflokkurin, Sam-
bandsflokkurin og Fólka-
flokkurin hava eina øðrvísi
fatan av búskaparligu støð-
uni enn formaður Tjóð-
veldisfloksins. Undir sam-
gongusamráðingunum hev-
ur versandi búskaparliga
støðan verið nógv umrødd.
Lættari í 1998
– Tað var ólíka lættari í
1998, tá útlitini vóru bjørt.
Útlitini nú eru munandi
verri, men eg havi roynt tað
áður (Jóannes var lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
frá 1990, blðm.). Vit kunnu
eftir øllum at døma vænta
eitt hall á góðar 300 mio.
og tað er ein stór avbjóðing.
Nú skulu vit vísa, at vit
veruliga eru politikkarar,
sigur Jóannes Eidesgaard
Hann heldur tað er av
stórum týdningi, at ein
komandi samgongu setur
sær fyri at skapa neyðugu
optimismuna, sum hann
málber seg. Hetta skal ger-
ast við einum væl skipað-
um vinnupolitikki sum skal
verða við til at økja um inn-
tøkurnar og harvið skapa
ein fíggjarligan vøkstur.
Komið undir land
Samráðingarnar um ríkis-
rættarligu
viðurskiftini,
vinnupolitikkin og fíggjar-
politikkin hava gingið so
mikið væl, at Jóannes
Eidesgaard metir, at málini
eru avgreidd.
Undan samráðingunum
vóru hesi trý mál nevnd um
tey tungu økini í samráð-
ingunum. Javnaðarflokkur-
in, Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin hava eftir
øllum at døma funnið eina
felags semju um hesi øki og
tí eru útlitini fyri eini ABC
samgongu munandi styrkt.
Samráðingarleiðarin vil
framvegis ikki siga, hvørjar
semju, teir tríggir flokkar-
nir hava bundið seg til.
Nakað av togtogan var
mánakvøldið um skattare-
formin hjá Sambandsflokk-
inum, men partarnir funnu
kortini eina semju.
Samráðingarnar skuldu
halda fram týsmorgunin.
Samferðsluøkið
var
á
skránni. Jóannes Eides-
gaard væntaði ikki, at nógv
tíð fór samferðsluøkinum,
tí flestu íløgurnar eru sam-
tyktar. Seinnapartin týsdag-
in stóðu skúla- og mentan-
arøkið fyri tørni.
Ringu útlitini
eru ein stór avbjóðing
Samráðingarnar um ríkisrættarligu viðurskiftini, vinnupolitikkin og fíggjarpolitikkin hava gingið so mikið væl, at samráðingarleiðarin, Jóannes Eidesgaard, metir,
at málini nú eru avgreidd
Mynd: Jens Kr. Vang
Eivør Pálsdóttir og
fløga hennara Krákan
klára seg væl í Íslandi.
Fløgan er farin frá
nummar 21 til
nummar 3 á íslendska
hittlistanum og tað
tykist, sum yngru
lurtararnir nú eisini
vísa áhuga
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Síðani Eivør Pálsdóttir í Ís-
landi varð heiðrað við
heiðurslønum, hevur navn
hennara veruliga verið í
ljósinum og tað frættist eis-
ini í Íslandi, hvussu glaðir
og stoltir føroyingar eru
fyri heiðurin. Nevnd verður
m.a. stóra móttøkan í Gøtu.
Í síðstu viku var fløgan
Krákan nummar 21 á hitt-
listanum í Íslandi, men er
hesa vikuna nummar 3, og
so frammaliga hevur hon
ikki verið áður. Bert tær
tvær fløgurnar, sum høvdu
bestu sølutølini í fjør, seldu
fleiri eintøk hesa vikuna.
Talan er um Papar, sum
James Olsen einaferð var
partur av og so Óskar
Pétursson, ið syngur væl
dámdar sangir í operakend-
um stíli.
Og tað tykist, sum er ís-
lendski ungdómurin farin
at vísa Eivør áhuga. Ung-
dómar atkvøða á hittlist-
anum »Samfés«, ið er á
landsumfatandi støðini Rás
2 hvønn mikudag. Listin
kann sammetast við okkara
15 tær bestu í Úf.
Hesa vikuna hevur Eivør
verið nummar 3 á Samfés
listanum við »Við gengum
tvø«. Tað løgna er kanska,
at vanliga er tað munandi
tyngri tónleikur, ið ger seg
galdandi í oddinum og sæst
tað eisini av, at nummar eitt
er System Of A Down og
nummar tvey er Audio-
slave. Men Eivør er numm-
ar 3 og eru lurtarar hennara
tískil nú eisini tey 13-15 ára
gomlu, har tað áður annars
mest vóru tey á hennara
egna aldri og eldri, ið lurt-
aðu eftir Eivør.
Krákan fer upp eftir listunum
Krákan hjá Eivør hevur
høgt flog á íslendsku
tónleikatindunum
C
M
Y
K
9
8