fríggjadagur 3. juni 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 3. juni 2011
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ innu
inna@sosialurin.fo
Pottaprýði
Ein gamal stilvi hjá pápa ella
abba er frálíkur pottur til
litríkar blómur. Ella ger sum
á myndini og hang teir upp.
At stoypa til urtagarðin er bæði lætt og
stuttligt. Finn tær ymiskar formar fram.
Vel ein, sum skal verða uttast, og ein eitt
sindur minni, sum skal vera inni í. Minst til,
at potturin má verða minst tveir sentimetrar
tjúkkur fyri at halda. Pynta betongpottin
við mosaikkpettum ella steinum.
Bildekk eru ikki fremmand í urtagarð
inum, men ger tey enn vakrari við at
mála tey ella skera tey út. Far inn á
hesa heimasíðuna og lær teg, hvussu tú
gert. www.wuvie.net/tireplanter.htm
Eitt gamalt baðikar skal ikki
blakast vekk. Grava tað niður, so
at bara kanturin kemur undan
ella lat tað standa á jørðini og
fyll tað við mold. Stuttligt og
vakurt í urtagarðinum. Havi
eisini sæð gamlar kummur,
ið eru nýttar á sama hátt.
Nú spírar og grør, og ein
vakur pottur uttandura
er eitt vakurt prýði. Her
eru nøkur hugskot til,
hvussu tú gert tín egna
pot og verða vís í, at ongin
annar eigur ein líka