fríggjadagur 3. juni 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 64 · 3. juni 2011
8
VIKUSKIFTI
Hevur tú altíð havt áhuga fyri sjónleiki?
Ja, tað haldi eg. Eg havi altíð hildi tað verið
spennandi at eygleitt, hvussu eitt menniskja
kann kann umskapa seg frá at vera seg sjálvt,
til brádliga at blíva ein annar. Og at fortelja
søgur, sum fær fólk at lurta og gloyma
gerandisdagin, íhvørtfall fyri eina løtu.
Hvussu nógv hevði leikluturin
sum Pippi at siga um avgerðina,
at útbúgva teg sum sjónleikara?
Ikki so nógv, eg visti longu, tá eg spældi tann
leiklutin, at tað var sjónleikari eg vildi verða.
Men tá eg bleiv spurd, bleiv eg ófatuliga
glad, tí Pippi leikluturin, var ein, sum eg
bara hevði droymt um at sloppi at spælt.
Hvat er størsti mangulin
innan føroyskan sjónleik?
Tann allarstørsti mangulin er, at tað eru ov
fáir politikarar sum tora at siga alment, at
teir vilja stuðla yrkisleiklistini. Haldi tað er
stór skomm, at vit enn ikki hava nøktandi
umstøður, ið kunna húsa yrkisleiklistini.
Føroyingar klára seg ofta væl í sang-,
dansi- og tónleikakappingum. Eru før
oyingar eins dugnaligir sjónleikarar?
Ja, heilt avgjørt. Tað, at vit í Føroyum, eitt
land sum hevur so fáar íbúgvar, kunnu hava
so nógvar yrkisleikarar og fleiri áhugafeløg
við nógvum limum, er í mínari verð heilt
ótrúligt. Eg havi arbeitt í Danmark, har eg
bara hoyri rós um spæliháttin hjá føroysku
sjónleikarunum. Vit hava eina langa traditión
fyri søguforteljan, og eg haldi, at tann
serføroyska leiklistin er sprottin úr tí.
Hvørjar ambitiónir
hevur tú sum sjónleikari?
Eg haldi at tað burdi verði gjørt meir fyri tey
ungu, eg haldi at hesin bólkurin er dottin eitt
sindur niður ímillum øll hini tilboðini, tá tað
snýr seg um sjónleik, tað er heilt klárt nakað,
eg hevði kunna hugsa mær at gjørt meiri við.
Eg havi altíð sagt við meg sjálva, at tann
dagin, eg ikki finni eina avbjóðing í mínum
arbeiði, so má eg gevast. Mín ambitión er at
mennast og finna nýggjar avbjóðingar innan
leiklistina so leingi, sum eg eri sjónleikari.
Hvussu heldur tú teg í form?
Formurin kundi kanska verið betri, men
spyr meg aftur um tveir mánaðir, so
havi eg heilt víst eitt annað svar.
Lesur tú nógv?
Ja, eg royni at lesa tá eg havi tíð, beint nú
hevur tað verið mest lesnaður í samband við
mítt arbeiði. Eg havi tó eina bók klára, tá eg fái
betri tíð, og hon er ”Stormfulde højder” eftir
Emily Brontë, havi hoyrt so nógv um hendan
klassikaran, so nú er bara at koma ígongd.
Um tú kundi valt tær eina
ferð, hvar hevði leiðin gingið?
Eg hevði so gott kunna hugsa mær at fari
ein túr til Italia ella til Suðurfraklands,
og bara sett meg á eina matstovu
og eti lekran mat, eg elski mat!
Hvør er besti filmur, tú hevur sæð?
Ein av teimum filmunum, sum hevur havt
størsta ávirkan á meg er »Breaking the
waves«, men eg havi eisini tvær yndisseriur,
sum eg altíd kann hyggja at, og tað eru
»Six feet under« og »Angels in America«.
Hvat er tín lívrættur?
Eg fái ikki sagt ein yndisrætt, tí tað er
alt ov torført. Eg fái ikki nokk av sushi,
tazizki, hummus, lekrum lambskjøti við
nógvum hvítleyki, ovnbakaðum rótfruktum,
skerpikjøti, fiski og mammusa brúnu
sós og so ræðuliga nógv annað.
Um tú ikki búði í Føroyum,
hvar vildi tú so búð?
Eg havi altíd dámt øgiliga væl í Keyp
mannahavn, býurin er í einari spennandi
menning, beint nú, listarliga, haldi eg.
Men skuldi eg valt eitt heilt annað stað,
so hevði tad helst eisini verið ein stórbýur,
sum til dømis London ella Berlin.
Hvar sær tú teg um 10 ár?
Mær dámar illa at skula hyggja so langt
inní framtíðinia, tí eg strembi eftir at liva
í nú’iðnum, men vónandi havi eg tað gott,
og eri saman við øllum tey menniskjunum
sum eg eri allarmest góð við. Og eri ígongd
við at spæla leik á nýggja tjóðpallinum.
Beinta Clothier
Long traditión
fyri søguforteljan
lagt til rættis: Leo Poulsen
Beinta Clothier er útbúgvin sjónleikari og fekk helst sítt stóra gjøgnumbrot
í leiklutinum sum Pippi. Hon livir og andar fyri leiklistini og heldur tað
vera skomm, at Tjóðpallurin ikki hevur nøktadi umstøður. »Breaking the
Waves« er besti filmur hon hevur sæð, og so elskar hon mat
mynd: Jens Kristian Vang