Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 64 · 3. juni 2011 10 VIKUSKIFTI til arbeiðis Arctic Viking fer nú á beding hjá skipasmiðjuni MEST, og tá skipið verður klárt at loysa aft­ur um einar tríggjar vikur, er ætlanin at fara á makrelveiði undir Føroyar. Bjarni Petersen er rættiliga argur inn á føroysku fiskiveiðimyndugleikarnar, nú rækju­ skipini hava mist týdningarmikil rækjurættindi í Grønlandi við ósemjuni millum Føroyar og ES/ Noreg um býti av makreli, samstundis sum rækjuskipini einki hava fingið afturfyri. Skiparin vísir á, at rækjuskipini kunnu fáa lut í sonevnda olympiska makrelfiskiskapinum, sum nú fer at byrja, men hann heldur, at mát­in sum hetta verður gjørt upp á við felags­kvotum, er púrasta burturvið. - Íslendsk rækjuskip gjørdu góðar túrar á makrelv eiði í fjør, og stundum fingu hesi skip betri prís fyri fiskin enn eitt nú tey traditio­ n­ellu nótaskipini. Vit kundu eisini hug­s­að okkum at fiskað eini 30 tons um sam­døgn­ ið, sum vit síðan frystu umborð. Men tá ongar kvotuásetingar eru fyri hvørt skip­ið, og alt bara verður blakað út í einum klumpi, er vandin fyri, at olympiadan um makrel­in verður liðug næstan, áðrenn vit eru byrjað­ ir. Hugsandi er, at onkur skip kanska fara at fiska eini 300 tons um samdøgnið. Bjarni sigur, at soleiðis, sum hann hev­ur skilt, verða 20.000 tons lutað út fyr­st – og síðan 22.000 tons seinni, og hugs­andi er, at rættiliga nógv skip fara at taka lut í hesum fiskiskapi. - Vit, sum eiga rækjuskip, kenna okkum órætt­víst viðfarnar. Vit hava mist okkara høvuðs­grundarlag, sum er Eysturgrønland, men hava einki fingið afturfyri. Eg haldi tað vera ófatiligt, at fólk við skili skulu leggja upp til ein olympiskan fiskiskap eftir makreli, so­leið­is sum gjørt er, sigur skiparin. Skúlaðir føroyingar - Ja, nú eru vit enn einaferð á veg heim til Føroyar, har fiskivinnupolitikkurin eftir mínum tykki er farin heilt av sporinum – um hann nakrantíð hevur verið á sporinum. Órætturin ræður sum tann øvuti Robin Hood. Ogn Føroya fólks skal jú umsitast, soleiðis sum væl skúlaðir frøðingar siga - og als ikki verður lurtað eftir hvat teir, sum hava við vinnuna at gera, siga. Bjarni Petersen vísir á, at um gjørt verður soleiðis, sum uppleggið er við olympiska fiskiskapinum, merkir tað, at vit koma at avreiða fyri umleið 3 krónur fyri kilo – í mun til 8 krónur fyri kilo. Við øðrum orðum verður avreiðingarvirði meiri enn eina helvt minni, enn tað kundi verið. - Tað er tí meiningsleyst at frysta umborð sjálvir. Vit fáa onga sjálvstøðuga makrelkvotu, hóast vit í tvey ár hava mist høvusgrundarlagið beinleiðis orsaka av hesum. Eg vil kalla hetta fyri ognartøku – ja, reina kommunismu, leggur skiparin aftrat. Fann rækjumið Um hendan rækjutúrin annars sigur skiparin á Arctic Viking soleiðis: - Hetta var ein eitt sindur undarligur túrur. Vit byrjaðu í Loynikrókinum, nú Eysturgrønland fyri okkara viðkomandi er stongt. Í 2008 fann Havborg tíbetur eitt gott rækjumið í Loynikrókinum. Annars hevði verið enn trengri hjá okkum rækjuskipum, tí normenn hava stongt hinar rækjuleiðirnar við Svalbard. Hetta hava teir gjørt, tí tað eru meiri enn tvey kongafiskayngul fyri hvørji 10 kilo av rækjum. Tey, sum hava skil fyri tí, vita, at tvey yngul fyri hvørji 10 kilo av rækjum, er ikki nógv, serliga tá hetta verður samanborið við, at rækjuskip vanliga høvdu umleið eina miljón kongafiskayngul í hvørjum tóvi, áðrenn rækjuristin varð uppfunnin – tó uttan at eg skal forsvara, at tað var rætt. Bjarni sigur, at nú eru flestu norsku flakatrolararnir komnir í Loynikrókin at fiska rækjur. Teir nýtast yvirhøvur ikki nakra rækjukvotu til hesa veiði. - Eg veit ikki, hví føroysku flakatrolararnir ikki gera tað sama? Vit hava samtykt, at norðmenn skulu hava yvirvaldsrættin og kunnu steinga økir við Svalbard. Bjarni hugleiðir Skiparin á Arctic Viking hugleiðir eisini um, hvussu norðmenn geva nøvn í eyst og vest. - Nú kalla normenn alment leiðina við Eysturgrønland fyri ”Vestlige Norskehavet” í veður-og ísfráboðanum – og norðhavssild kalla teir eisini ”norsk vårgytende sild”. Ja, nú eru sjálvt føroyingar farnir at kalla norðhavssild fyri norska sild. Makrelurin var sjálvsagt eisini norskur, til ein lítil klænur kollfirðingur fyri eini 10 árum síðani fann út av, at hesin norski makrelurin var komin til Føroyar at eta seg feitan. Meðan Bjarni hugleiðir, minkar fiskiskapurin í Loynikrókinum, og Arctic Viking leggur nú leiðini til Svalbards. - Men tá vit høvdu fýra tímar eftir til Hinlopen, brotnaði okkurt í motorinum, og vit máttu venda við og inn til Longyearbýin, har døgnið er 24 tímar við sól. Lógu so har og bíðaðu í fýra dagar eftir hesum eykaluti, sum ikki mundi komið fram, tí hann úr Finlandi mátti til Svøríkis at venda, síðan til Noregs – og at enda til Svalbards, har tað bert tók tveir tímar at seta eykalutin í. Skiparin sigur, at tá teir loystu úr Longyearbýnum, fóru teir aftur til Hinlopen, har teir høvdu góðan fiskiskap. - Fýra norsk skip vóru eisini á hesi leið, men so kom høgætt, ísurin kom og rak okkum allar burtur, leggur hann aftrat. Vóru hepnir Arctic Viking lá nú og bíðaði vestanfyri Svalbard í einar seks dagar, tá skiparin helt, at teir kanska fóru at sleppa til aftur. - Tað sluppu vit eisini sum ein svisk. Ein renna var opin at sigla ígjøgnum. Ein norðmaður kom dagin eftir okkum, men hóast teir royndu í tvey samdøgur, so sluppu teir ikki eystur til okkara, tó at trolarin hevði tvífalt so stóran motor sum vit. Júst hesin trolarin hevði onkuntíð fyrr loyst okkum úr ísinum. So, tað var ikki sørt nervapirrandi soleiðis at ligga innibyrgdir. Bjarni Petersen minnist, tá Arctic Viking í 1996 lá innifrystur í 16 samdøgur júst á hesi somu leið í mai. - Vit lógu so har einsamallir og høvdu rímiligan fiskiskap, og tá lastin var full, fóru vit ígjøgnum ísin. Okkara góði vinur, R. Saldao í Íssentralinum á Meteorologisk Institut segði, at kanska var ein renna dygst við land. Og so var. Vit komu nú ”krúpandi” tvørtur við landi, har óuppmerktir boðar og sker eru í hópatali. Tíbetur var mest sum ísfrítt. Tá vit vóru komnir vestur um, kom eitt lot høgt, og alt klamsaði saman aftur. Olevinus, stýrimaðurin, segði, at hetta var júst sum tá ein ísraelsmaður við fólki sínum fyri nøkrum 1000 árum síðani fór um Reyða Havið, hugsi hann kallaðist Móses, sigur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking, at enda. lagt til rættis: Vilmund Jacobsen Skiparin hevur orðið Rækjutrolarin Arctic Viking kom á Havnina seinnapartin mikudagin eftir at hava lagt 525 tons av rækjum upp í Noregi. Hesin túrurin eystanfyri vardi í hálvan annan mánaða. Skiparin, Bjarni Petersen, sigur, at túrurin gjørdist ov langur. Veiðan er posarækjur, sum eru smáar, men kortini gevur sølan góðar 7 miljónir krónur. Manningin á túrinum telir 18 mans Fakta Navn: Bjarni Petersen Starv: Skipari Skip: Arctic Viking Manning: 18 Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking