mikudagur 28. januar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 18 - 28. januar 2004
Nr. 18 - 28. januar 2004
11
Høgni Hoydal formaður Tjóðveldsifloksins roynir í
viðmerking í blaðnum í dag at billa fólki inn, at krepp-
an, ið nú stendur fyri durum ella rættari sagt er byrjað,
verður skapt uppá fáar vikur av teimum, »ið vilja
prógva, at vit einki megna í Føroyum«. Eisini roynir
formaður Tjóðveldisfloksins at billa fólki inn, at fíggj-
arlógaruppskotið hjá Karsten Hansen fyri 2004 hevði
givið yvirskot, um sokallaða fasta búskaparstýringin
hevði hildið fram og sparitiltøkini við keksum, posum
o.s.fr vóru samtykt. Hetta passar ikki.
Seinastu metingarnar um skattainntøkur fyri 2004 eru
200 milliónir lægri enn, tá fíggjarlógin var løgd fram.
Hetta merkir undirskot, óansæð um spariuppskotini hjá
Karsten Hansen vórðu samtykt ella ikki. Hesar meting-
ar hava eftir øllum at døma verið kendar millum flokk-
arnar á tingi, men okkum lysti at frætt, hví Tjóðveldis-
flokkurin, ið legði so stóran dent á tann sterka búskapin
í valstríðnum, einki segði við veljaran um hesa mink-
ing uppá 200 milliónir í mettum skattainntøkum. Er
slíkur atburður tað, ið Høgni Hoydal vil síggja frá fjøl-
miðlunum?
Eins og 80’ini høvdu avleiðingar nógv ár fram, og eins
og krepputiltøkini undir m.a. Maritu Petersen sálu
tryggjaðu framgongd nógv ár fram, so koma avleiðing-
arnar av slappu stýringini seinastu árini at merkjast
nógv ár fram.
Tað er ein grov undirmetan av veljarnum, at fyrigykla
honum, at kreppur verða skaptar uppá fáar vikur.
Kreppur eru í stoypiskeiini í áravís, og nógvir faktorar
bæði innanlands og ikki minst uttanlands geva sítt
íkast. Hví man Høgni Hoydal verða so grammur at av-
nokta krepputeknini, ið standa sólarklár? Kann tað
veruliga hugsast, at hann vil pástanda, at kreppur verða
skaptar uppá fáar vikur fyri at kunna vaska hendur og
geva øllum hinum skyldina, tá núverandi kreppa, ið
longu er veruleiki úti um landið, fer at merkjast í
kioskum, radiobúðum og hárfríðkanarstovum í Havn-
ini?
Tað sigur nógv um, hvussu formaður Tjóðveldisfloks-
ins kundi hugsar sær fjølmiðlar, tá hann kallar fjøl-
miðlar ábyrgdarleysar, tí teir leggja merki til, at inntøk-
ur landskassans fyri 2004 verða mettar 200 milliónir
lægri enn í fíggjarlógaruppskotinum. Tað skuldi bara
manglað!
Í 1988 vóru krepputekin, og vit høvdu ein tjóðveldis-
fíggjarmálaráðharra, ið sambært sær sjálvum lat ein
landskassa á tremur frá sær. Í 2004 hava vit aftur
krepputekin og ein tjoðveldisfíggjarmálaráðharra, ið
sambært sær sjálvum hevur latið ein landskassa á trem-
ur frá sær. Vónandi kemur søgan ikki heilt at endurtaka
seg, men tá formaður Tjóðveldisfloksins roynir at
peika á onnur – ja sjálvt fjølmiðlar – fyri at geva teim-
um skyldina av, at kreppa hómast, so sær ikki bjart út
fyri framman. Vónandi fáa vit eina sterka og handli-
kraftiga samgongu, ið kann skalka sum frægast, áðrenn
búskaparligu brotasjógvarnir raka.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Góða mamma
tað var ikki eg...
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hjørdis Djurhuus
Tað mundi vera mangur
føroyingur, ið fyri og eftir
valið, spurdi um veruligu
orsøkina til ódámligu við-
ferðina okkara vælumtókti
løgmaður Anfinn Kallsberg
fekk av floksformonnunum
í hinum stóru flokkunum.
At fáa skert virkisfrælsi,
tað er ikki eiti á dómir um
okkara leiðir. Ein kemur at
hugsa um prestastyrið í
Iran.
Svarið upp á viðferðina
av Anfinni Kallsberg fáa
vit frá Justinus Leivsson
Eidesgaard blaðmanni í
grein í Sosialinum 24.jan.
2004. Í eini sera væl skriv-
aðari og sakligari grein, ið
øll, ið hava áhuga fyri poli-
tikki, áttu at lisið.
Tøkk fyri greinina Jústin-
us Leivsson Eidesgaard.
Øvund hevur mangan
verið drívmegin til mangt
ódámligt, og hetta er sjálv-
andi ikki fyrstu ferð, at
polittikari hevur kent svið-
an av øvund.
Til fólkatingsvalið í l939
varð Jóannes Patursson ikki
uppstillaður av Sjálvstýris-
flokkinum, sjálvt um hann
hevði bestu møguleikarnar
at verða valdur. Tað var tá,
Vinnuflokkurin
bjóðaði
Jóannes Paturssyni at koma
upp í flokkin. Jóannes
Patursson tók av og bleiv
formaður
fýri
hendan
flokk, sum seinni bleiv til
Fólkaflokkin.
Flokkurin
sum Anfinn Kallsberg í dag
stendur á odda fyri.
Í sambandi við ráðagerð-
ina ímóti Jóannes Paturs-
syni tekur skaldið Pól F.
Joensen m.a. soleiðis til í
heilsan til Jóannes Paturs-
son:
Ov stórur fyri meðal
menn / teir fata ei títt viki
enn / tí vart tú burtur rikin /
men Føroya fólk gav svarið
nú / at eingin metist hátt
sum tú / ið varð so illa svik-
in.
Hugsaði, tá ráðargerðin
hjá feðgunum Kjartan og
Høgna Hoydal í samband
við lesarabrøvini frá Lon-
don varð avdúkað, at hetta
boðar ikki frá góðum. Báð-
ir uttan iva serkønir í,
hvussu ein politiskur mót-
støðumaður verður fyri-
beindur. Undirgravandi ar-
beiðið fyri at fella eins egna
løgmann má sigast at vera
bæði ódámligt og ófør-
oyskt.
At formaður Tjóðveldis-
floksins hevur ilt við at
góðtaka stóra munin mill-
um tað álit hann og fólksins
løgmanður Anfinn Kalls-
berg hava millum fólk, er
skiljandi, men tað má vera
eitt mark fyri, hvat fyri
vápn verða nýtt í politisk-
um stríði.
Framferðarhátturin hjá
Høgna Hoydal ímóti An-
finni Kallsberg er ein
skamblettur
í
nýggjari
politiskari søgu, ein skam-
plettur, ið føroya fólk seint
fara at gloyma.
Í sambandi við leiklutin
hjá Jóannes Eidesgaard og
Lisbeth L. Petersen at
skerja arbeiðsfrælsið hjá
Anfinni Kallsberg soleiðis,
at hann hvørki kann gerast
løgmaður ella landsstýris-
maður er at siga, at kanska
hava tey sovið í tímanum.
Tað sær nú út til, at Lisbeth
L. Petersen er vaknað við
kaldan dreym, og Jóannes
Eidesgaard plagar eisini at
vakna sum frálíður.
Eru vit í Føroyum komin
niður á tað støði, at »keypt-
ir« blaðmenn og politikarar
yvirtaka uppgávuna hjá
dømandi valdinum, so boð-
ar hetta frá ófrættindum.
Livst so spyrst.
Fólksins løgmaður
Annita á Fríðriksmørk
og Heidi Petersen
løgtingskvinnur
Tjóðveldisfloksins
Í Dimmalætting fríggjadag-
in 2. januar undrar tað okk-
um stórliga, tá Finn Ou-
gaard varafúti sigur, at
sølulýsingar við útlendsk-
um kvinnum í Føroyskum
bløðum ikki er ólóglig.
Grundgevingin hjá honum
sambært blaðnum er, at
»Tað, sum fyrigongur í Tei-
landi, kann ongantíð koma
undir føroyska lóggávu, og
tískil er einki ólógligt í ein-
ari slíkari lýsing í einum
føroyskum blaði«.
Sjálvsagt kann føroysk
lóggáva ikki lóggeva um,
hvat er rangt og rætt í Tei-
landi. Men tað, sum undrar
okkum er, at gingið verður
so lætt um lýsingina í
Dimmu, sum eggjar giftum
monnum
og
gomlum
dreingjum í Føroyum at
keypa sær kvinnur úr Tei-
landi, Kina og Russlandi.
Um hildið verður, at tað er í
lagi at lýst verður við sølu
av kvinnum úr triðja heim-
inum, kunnu teir væl sakt-
ans eisini lýsa við sølu av
børnum, menniskjagøgnum
o.s.fr.
Hetta má sigast at verða
undir allan moral og ein
góðkenning frá ákæru-
myndugleikanum um, at
lýsast kann í
føroyskum
bløðum við
keypi og sølu
av kvinnum,
bara sølan fer
fram
uttan-
lands.
Uttan
at
gera okkum
til
dómarar
yvir, hvat donsk lóggáva
loyvir í Føroyum, so skulu
vit bara minna á, hvat t.d.
stendur í revsilógini grein
233, har tað stendur soleið-
is:
»Den, som opfordrer
eller indbyder til utugt eller
stiller usædelig levevis til
skue på en måde, der er
egnet til at forulempe andre
eller vække offentlig for-
argelse, straffes med hæfte
eller fængsel indtil 1 år
eller under formildende
omstændigheder med bøde«.
Nú er tað sjálvsagt upp til
ákærumyndugleikan og í
síðsta enda dómsvaldið at
gera av, í hvørjum einstøk-
um føri, hvar markið fyri
ólevnað og ósiðiligan livi-
hátt gongur.
Men tað undrar okkum,
um ikki ákærumyndugleik-
in og dómsvaldið eru samd
við okkum í, at tað er ósig-
ur og ótespiligur ólevnaður
at bjóða gomlum dreingj-
um og giftum monnum at
keypa sær kvinnur úr øðr-
um londum.
Tí er síðsta orðið ikki
sagt enn! Sigur danski
myndugleikin í Føroyum.,
at hetta er í lagi, so má
hetta reisast í løgtinginum,
so skjótt tingið kemur sam-
an aftur.
Vit ætla so at gera tað,
sum liggur í okkara makt,
fyri at steðga slíkum!
Skipaður kvinnuhandil í Føroyum
VIÐMERKINGAR
Um Kallsberg er fortapt-
ur í allar ævir – er ein
persónligur spurningur
Tað er einki beinleiðis
samanhang millum at
verða valdur á løgting og
at gerast løgmaður ella
landsstýrismaður.
T.d. kann nevnast, at
Tjóðveldisflokkurin
ongantíð hevur havt løg-
mann, hóast hann hevur
verið størsti flokkur í
samgongu og við for-
manni, sum hevur nógv
fleiri atkvøður enn Kalls-
berg
Abraham Mikladal
At vera løg- ella lands-
stýrismaður er ikki tað
sama sum at vera løgtings-
limur.
Tað er staðfest í stýris-
skipanarlógini, hvat stødd
av lógarbroti er nokk at
taka valbærið/órinið frá
einum løgtingslimi.
§ 4. Valbærur er hvør, sum
hevur valrætt til løgtingið,
uttan so er, at hann er revs-
aður fyri gerð, sum hevur
við sær, at hann eftir al-
mannahugsan ikki er verd-
ugur at sita á tingi.
Stk. 2. Tann, ið dømdur er fyri
revsiverda gerð, verður ikki
óverdugur til tingsess, uttan
so, at hann fær fongsulsdóm
í 4 mánaðir ella longri, ella
trygdarvarðhaldsdóm.
Stk. 3. Heldur ikki er hann
óverdugur, tá ið 5 ár eru lið-
in frá tí, at revsingin er av-
sitin, fyrnd, ella eftirgivin
ella frá endaligari leysgev-
ing úr trygdarvarðhaldi.
§ 24. Eingin løgtingsmaður
má uttan samtykki løgtings-
ins verða ákærdur ella
fongslaður á nakran hátt,
uttan so at hann verður tikin
á búri.
Stk. 2. Eingin løgtingsmaður
kann uttan samtykki ting-
sins verða kravdur til svars
uttantings fyri tað, hann
hevur sagt innantings.
(Stýrisskipanarlógin)
Við løgmanni og lands-
stýrismonnum er tað annar-
leiðis. Her er talan um
ÁLIT.
Spyr bara Kallsberg sjálv-
an – hann sendi jú Annlis
heim orsakað av væntandi
áliti.
§ 29. Loystur skal verða úr
embæti løgmaður ella lands-
stýrismaður, ið biður um
tað.
Løgtingsformaðurin
loysir løgmann úr embæti,
og løgmaður loysir lands-
stýrismann úr embæti.
Stk. 2. Løgmaður kann eisini í
øðrum førum loysa úr em-
bæti landsstýrismann og
skal loysa landsstýrismann
úr embæti, um tað við at-
kvøðugreiðslu í løgting-
inum, har ið meira enn
helmingur av øllum ting-
monnum
atkvøður
fyri,
verður samtykt, at løgtingið
ikki longur hevur álit á
landsstýrismanni.
§ 30. Um tað við atkvøðu-
greiðslu á løgtingi, har ið
meira enn helmingur av øll-
um tingmonnum atkvøður
fyri, verður samtykt, at løg-
tingið ikki longur hevur álit
á løgmanni, skal løgmaður
biðja
løgtingsformannin
loysa seg úr embæti.
(Stýrisskipanarlógin)
Orsøkin til, at Tjóðveldis-
flokkurin, og eftir øllum at
døma Javnaðar- og Sam-
bandsflokkurin eisini, ikki
ynskja Kallsberg sum ráð-
harra, er vantandi ÁLIT.
Málið um Kallsberg, snýr
seg ikki bara um, hvat hann
hevur gjørt í fortíðini. Tað
átti at verið avgreitt rættar-
liga, og so var tað staðfest.
Men málið snýr seg um,
hvat hann hevur gjørt sum
løgmaður.
Kallsberg hevur ferð eftir
ferð logið fyri Føroya fólki
um sína fortíð. Hann hevur
brúkt løgmansembætið til
at hótta eina samgongu til
at fjala út yvir sína fortíð,
og hann hevur slitið eina
samgongu til tess at verja
sín egna persón. Hartil hev-
ur hann sum løgmaður bor-
ið í bøtuflaka fyri lógarbrot
og sagt, at tað er í lagi, um
bert tað tænir einum enda-
máli.
Um hetta verður góðtik-
ið, so kann ongin hava
álit á løgmansembætinum
nakrantíð.
• Hugsa tær, um tað eitt nú
var fútin ella dómarin,
sum fingu okkurt mál
fram, um at teir høvdu
framt lógarbrot.
• Hugsa tær, um teir síðani
hóttu síni starvsfólk og
fjølmiðlarnar við at tað
fór at fáa avleiðingar um
tey ikki tóku orð síni
aftur.
• Hugsa tær, um teir síðani
sendu øll starvsfólkini til
hús, tá tað kom fram, at
teir høvdu logið.
• Og hugsa tær, um teir
síðani søgdu, at tað var í
lagi at fremja lógarbrot, tí
tað tænti einum enda-
máli.
Um hetta ikki hevði fingið
avleiðingar, hvør hevði tá
nakrantíð kunnað havt álit á
landsins hægstu embætum?
Men hevði Kallsberg lagt
kortini á borðið, sagt allan
sannleikan og biðið um
fyrigeving, so hevði hann
fingið hana – eisini frá
Tjóðveldisflokkinum – tað
boðaði hann greitt frá bein-
anvegin.
Tú veitst Jústinus – at
treytin fyri at fáa fyrigev-
ing er at biða um fyrigev-
ing og tað hevur Kallsberg
ikki gjørt. Nei hann var og
er harðhjartaður og kastaði
Føroyar ferð eftir ferð út í
stjórnarkreppu. (Hjartagóð-
ur maður ger væl við seg
sjálvan, men hin harðhjart-
aði forkemur sær. Orðt.
11:17)
Í løtuni stendur hevnd
ovast á dagskránni hjá
Kallsberg.
Tað fer óivað at eydnast
honum í fyrstu atløgu, men
betur man sannleikin og
evnini at seta mark millum
rangt og rætt fara at roynast
í longdini.
Eg eri errin av at hoyra til
ein flokk, sum tordi og
megnaði at seta mark ímill-
um rangt og rætt. Tað skal
fara at vísa seg, at vera ein
stórsigur
fyri
føroyska
fólkaræði.
Fyri tí, tú veitst, er rætt,
doyggj, um so má vera;
tá skal lívið falla lætt,
deyðin einki gera.
Rættvísi sigrar at enda!
Aftursvar til Jústinus Leivsson Eidesgaard
Zakarias Wang
Valið 20. januar 2004 var
ein sigur fyri sjálvstýristil-
gongdina í Føroyum. Teir
flokkar, sum hava stríðst
við hond og fót ímóti at vit
skulu gerast eitt sjálvstøð-
ugt ríki, høvdu fyri valið
46,9% av atkvøðunum. Val-
dagin tann 20. januar fingu
teir 45,6, ein afturgongd
upp á 1,3%. Har afturat
kom, at tí vallóg fyri at
takka, sum javnaðarløg-
maðurin í 1978 við undir-
tøku frá Sambandsflokk-
inum fekk ígjøgnum, misti
Sambandsflokkurin
ein
mann. Úrslitið er sostatt, at
teir flokkar, sum eftir valið
1998 fóru til verka við tí
bjarta endamáli at vinna
okkum frælsi, fingu 16 av
32 tinglimum, og einki
landsstýri kann skipast
uttan um teir.
Stóðu hesir flokkar sam-
an, so var bara at fáa ein
tingmann afturat at lata
vera við at atkvøða ímóti
teimum, og so kundu teir
stýrt Føroyum fram til 20.
januar 2008. Hetta skuldi
ligið væl fyri, tí í tí sam-
gongu, sum var skipað eftir
valið í 2002, var Miðflokk-
urin eisini við, og hann
hevur ikki sambandspoli-
tikk sum sítt fremsta mið.
Hesin flokkur var tann
veruligi vinnarin av val-
inum og fór eitt umboð
fram.
Nú skuldi so bara verið at
hildið saman hjá sjálv-
stýrisflokkunum.
Men tíverri tykist støðan
at vera sum í Runsival á
sinni, tá ið tólvjavningarnir
viltust og hvør mót øðrum
slóg. Tað er nevnliga vandi
fyri, at persónligt agg kann
forkoma sjálvstýristilgongd-
ini.
Skuldi hetta hent, so vita
vit eitt, og tað er, at gleði-
rómurin
hevði
ljómað
hvøllur á Christiansborg.
Síðan
landsstýrið
varð
skipað í 1998 hevur danska
stjórnin og hennara skutils-
sveinar ligið sjálvstýris-
samgonguni eftir lívinum.
Hesar myrkursins kreftir
hava nýtt øll vápn fyri at
forða hesum landsstýri at
seta í verk bjørtu ætlan
sína.
Hetta má ikki eydnast
teimum!
Øll orsøk er hjá hesum
flokkum at seta seg niður at
fáa greiðu á teimum illstøð-
um, sum eru íkomnar, og
fáa tær beindar av vegnum.
Tað ber ikki til, at Føroya
land ikki skal fáa frælsi, av
tí at teir menn og tær kvinn-
ur, vit hava sett okkara álit
á, í hesu lagnustund seta sín
egna persón fram um bjarta
mál okkara.
Samgongur
Anna Djurhuus
Hoyrdi í tíðindunum fyri
nøkrum vikum síðani
um, at læknar høvdu
funnið fram til eina
tøkni, sum kundi ávísa,
um kvinna við barn bar
barn við Downs syndrom
(mongolismu) undir belti.
Tað ljóðaði fyri mær,
sum um hetta vóru gleði-
lig tíðindi, ella ein sensa-
tión. Jú, vit einum skann-
ara kundu læknar kanna,
um barnið hevði ein ávís-
an nakkafald. Um so var,
bleiv tilboð givið um at
gera ein fosturvatns-
roynd, sum so endaliga
kundi staðfesta, um tað
veruliga var Downs syn-
drom. Barnið kundi so
takast.
Við hesum blivu »bert«
5 børn við Downs syn-
drom fødd í Danmark um
árið ístaðin fyri 60-70.
Annað floks menniskju?
Eg sat eftir við einari
løgnari kenslu, tá eg
hevði hoyrt tíðindini og
hugsaði við mær sjálvari:
Hvat mugu foreldur at
børnum við Downs syn-
drom hugsa, hvat mugu
tey sjálvi hugsa. Eru
hetta »2. floks menniskj-
ur«.
Eg eigi sjálv fimm so-
kallað vælskapt børn, og
kann kanska ikki seta
meg í stað teirra, sum
eiga børn við breki, men
eg veit bert, hvat tey
sjálvi siga.
Vælskapt brek
Fyri nøkrum árum síðani
kom fløga út, ið var
nevnd vælskapt brek, har
ljós bleiv sett á børn við
viðføddum breki. Var
sjálv á konsertini, ið
bleiv hildin í Norður-
landahúsinum. Ein sera
góð og rørandi konsert,
har temaið var, hvørja
gleði hesin bólkur av
børnum ber sínum kæru
og øðrum við.
Heiti vælskapt brek er
eitt ógvuliga vælvalt og
sigandi heiti.
Ein ríkt tjóð!
Í kvøld 25. januar 2004
sá eg sending í Sjónvarp
Føroya um daglidagin
hjá Jóannesi Jacobsen,
við hansara arbeiði mill-
um menningartarnað. Eg
má siga, at tá eg sá M´as
Blues Band spæla í Vest-
manna skúla, tá rørdist
mítt hjarta, og eg hugsaði.
Vit eru rík sum samfelag,
at eiga hendan vælsign-
aða bólkin av menniskj-
um, sum skapa slíka
gleði rundan um seg har
tey eru. Tøkk skal Jóan-
nes hava, sum í síni frítíð
ger hetta frálíka arbeiði
fyri at gleða okkum øll.
Man tað ikki verða, tí
hann sjálvur er vorðin
ríkari at vera saman við
teimum?
Vit verða fátæk
uttan tey
Eg hugsi, um vit sum
samfelag skulu sleppa
okkum av við tann bólkin
av menniskjum við Downs
syndrom, hvør verður so
tann næsti bólkurin?
Eru við blivin, sum
Hitler í nazi tíðini har
hann skuldi hava eina
reina ariska rasu? Nei, eg
spyrji bara. Eitt veit eg,
at tá verða vit ógvuliga
fátæk sum tjóð, og Gud
forbjóði, at so verður.
Tey gera okkum rík!
Zacharias Zachariasen,
hevur yrkt ein sang um
Brekaða
barnið,
har
síðsta ørindi ljóðar:
Júst hetta lítla barn,
ið mikið brekað var,
mest gleði teimum vann
og størstu signing bar.
Og har, sum sorgin neit,
og royndin var so svár,
nú hoyrist takkarljóð,
og skyggja gleðitár.
Hetta er tað sum eg hoyri
og síggi foreldur, avvarð-
andi og onnur sum hava
við brekað og menning-
artarnað at gera siga.
Tí haldi eg, at vit sum
samfelag heldur skuldi
hjálpt teimum meir og
givið teimum betri kor og
sømdir, sum tað sømir
seg einum ríkum sam-
felag, tí tey gera okkum
rík.
Sjálv bleiv eg ríkari í
kvøld!
Tey gera okkum rík
C
M
Y
K
11
10
Til sølu
Lítil persónbilur Fiat Cinquecento, árg. 11/95 í
sera góðum standi.
Lagalig fígging.
Velbastaðvegur 78
Tel. 317300 ella 217300