Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 18 - 28. januar 2004 Nr. 18 - 28. januar 2004 13 Høgni Hoydal Útvarp Føroya hevur eins og oddagreinar í Sosial- inum fleiri ferðir roynt at mana stór undirskot fram á fíggjarlógini. Hesi tíðindi eru bygd á, at um vit sleppa búskaparstýringini og ongi tiltøk seta í verk á fíggjar- lógini, so verður undirskot. Ja, tað skal eg halda við. Men tað er júst tí, at vit skulu hava politikarar, sum kunnu halda skil á búskap- inum. Ábyrgdarleysur tíðinda- flutningur kann bert gerast eitt alibi hjá politikarum fyri at knúsa búskapin. Tá Anfinn Kallsberg valdi at skriva út val, lá eitt uppskot til fíggjarlóg á borðinum, sum gav yvir- skot. Uppskotið hjá Kar- sten Hansen bygdi á, at sparast skuldi á fyrisiting- arútreiðslum landskassans og at nýggjar inntøkur skuldu útvegast. Til hetta kravdust fleiri lógarbroyt- ingar, sum eisini vóru lagd- ar fyri tingið. Harímillum vóru eisini tey uppskotini um avgjøld, sum aðrir flokkar gjørdu gjøldur burt- urúr. Men við valinum duttu øll uppskot burtur. Karsten Hansen varð sendur til hús og síðani hevur ongin polit- isk stýring verið á lands- kassanum. Nú borðreiða bæði Út- varp Føroya og oddagreinar í Sosialinum við tí boð- skapi, at stórt hall verður á fíggjarlógini. Hetta er bygt á, at allar útreiðslur bara verða framskrivaðar og hækkaðar, soleiðis sum tøl- ini vóru á fíggjarlógini fyri 2003. Og hetta er bygt á, at inntøkurnar verða minni, tí tey tiltøk, ið Karsten Han- sen legði fram, verða ikki framd. Skal ongin stýra búskapinum? Men hetta er ábyrgdarleys- ur tíðindaflutningur. Tøl verða slongd út, sum ikki hava hald í veruleikanum – og tað er skjótt at kanna hjá Fíggjarmálaráðnum. Tølini, sum Útvarp Føroya ber fram sum tíðindi, eru polit- iskt litaðar metingar. Og onki verður spurt um, hvat ein nýggj samgonga skal gera fyri at taka teym- arnar upp, eftir at lands- kassin hevur ligið í stjórn- arloysi í tveir mánaðir. Sjálvandi skulu politikar- arnir tryggja, at skil verður í búskapinum. Sjálvandi skulu politikararnir hava rygg til at spara og at út- vega landskassanum neyð- ugar inntøkur. Og tað er hetta, sum ein ábyrgdarfull- ur tíðindaflutningur átti at hugt at. Alibi fyri at tøma landskassan? Eg eri stórliga bangin fyri, at tílíkur ábyrgdarleysur tíðindaflutningur kann fáa sera ringa ávirkan á bú- skapargongdina, um fólk trúgva tí. Verri er tað, at tað tykist sum, at nú verður roynt at finna eitt alibi fyri, at ein komandi samgonga fer at sleppa teymunum og bara brúka av tí uppsparda pen- inginum í Landsbankanum til at fíggja eitt undirskot. Haldi meg eisini hoyra, at leiðandi politikarar rógva fram undir, at studningur skal latast vinnuni til tess at fáa »hjólini at mala aftur«. Aftur í 80’ini eftir fáum vikum Er hetta tað, sum liggur í kortunum, so mugu vit staðfesta, at tað tekur bert fáar vikur at enda afturi í 80’unum. Tað tekur bert fá- ar mánaðir at bróta alt tað niður, sum er bygt upp, um endamálið er at prógva, at vit onki megna í Føroyum. Rakstrarætlanirnar hjá øllum teimum virkjum og fyritøkum, ið fingu studn- ing í 80’unum, vístu jú altíð eitt stórt hall, um studning- urin ikki varð tikin við. Tað bar jú altíð til at prógva, at onki kundi hanga saman uttan stóran studning. Um tað er henda poli- tikkin vit ynskja fyri Før- oya land, so er tað ongin kunstur. Tað er lættasta ting av verðini at seta seg upp afturá og lata slúsurnar upp. Tað er lættasta ting av verðini at siga, at vit fáa onki gjørt, tí nú er so langt liðið út á árið. Men fjølmiðlarnir áttu at verið meira at sær komnir enn at latið politikararnar sleppa við tí. VIÐMERKINGAR Alibi fyri at knúsa búskapin TÍÐINDASKRIV Løgtingið hevur samtykt ST Barnakonventiónina, sum áleggur limalondunum at verja børnini og somu- leiðis at syrgja fyri at øll børn hava nøkur grund- leggjandi rættindi – m.a. rættin til bæði foreldrini og rættin til sína familju. Í Føroyum er hetta í dag ikki ein rættur hjá børn- unum hvørs foreldur eru ógift ella fráskild. Børnini hava ongan rætt yvirhøvur, men tað er bara, í flestu før- um, mamman, sum hevur rætt til børnini. Børn, hvørs foreldur eru fráskild, eru bundin av, at foreldra- myndugleikin – um tað so er mamman ella pápin er líkamikið – vil samarbeiða við hitt foreldri um børnini. Vit hava enn tað gomlu myndugleikalógina frá 1922, sum er frá eini tíð, har pápin í minni mun enn í dag tók lut í umsorganini og uppælingini av børn- unum. Tí er tónin í lógini eisini, at mamman pr. de- fenitión er hon, ið dugur at taka sær børnunum. Pápin er hinvegin pr. defenitión ikki egnaður at hava ábyrgd av børnunum. Tá lógin áleggur myndugleikunum at velja annað foreldrið frá eftir hjúnarskilna, verður tað tí oftast rættin til pápan børnini missa. Ein sannroynd er, at nógvir pápar stríðast sum úlvur á skóg fyri at hava eitt rímiligt samband við síni børn. Alla staðir er tað, sum at renna ímóti einum múri! Boðini alla staðir frá eru, - tað er mamman, sum altíð hevur rætt at avgera í hvønn mun sambandið millum børnini og pápan skal vera møguligt. Í flestu førum er tað tí- betur soleiðis at tørvurin hjá børnunum á báðum for- eldrunum vigar mest hjá foreldramyndugleikanum, soleiðis at tað ber til at gera rímiligar avtalur um sam- veru. Hinvegin eru tíverri eis- ini nógv dømir um, at per- sónligt agg, bitturheit og enntá hatur til hjúnarfelaga, sum valdi at fara, er so stórt at tað (skuggar) forðar fyri øllum rímiligheitum. Ofta verður hetta til, at børnini verða brúkt sum eitt vápn til – »hetta skal tú fáa afturlønt«. Rætturin og enn minni tørvurin hjá børn- unum at vera saman við í flestu førum pápanum, fán- ar heilt burtur. Gamaní, Ríkisumboðið ásetir í flestu førum ein minsta samverurætt til páp- an, men hetta er ikki eftir tørvinum hjá børnunum, men eftir tí vanliga »rets- praksis«. Nógv dømir eru um páp- ar, sum støðugt noyðast at skriva brøv til Ríkisumboð- ið fyri at verja seg ímóti íspunnum ákærum um bæði líkt og ólíkt frá mammuni at børnunum í eini roynd at taka enn meira av samverurættinum. Langt ífrá altíð er neyðugt hjá mammuni at prógva ákær- urnar, fyri at Ríkisumboðið gongur hennara krøvum, um at avmarka samveruna, á møti! Børni eru fullkomiliga verjuleys! Mamman hevur rætt til at frátaka børnunum møguleikan til rímiligt samband við fyrst og fremst pápan, men eisini alla pápafamiljuna annars. Nógv dømir eru um, at børnini ongantíð sleppa við til nakað, sum familjan øll annars er saman um. Mamman sigur nei, tí tað merkir at pápin eisini er til staðar, – og hann hevur ikki rætt at síggja børnini uttan fyri tey ásettu samveru- vikuskiftini, tí skulu hesi stakkals børn heldur ikki við. Børnini hava ikki rætt til eina føðingardagsheilsan frá pápanum, um mamman vil frátaka pápanum henda møguleikan. Nú glógvar vónandi fyri framman. Í valtríðnum hesa- ferð hava fleiri politikkarar tikið henda trupulleikan upp, sum nakað tey vilja ar- beiða við. Ein skipaði enntá fyri einum fundi, har sálar- frøðingur, umboð fyri Al- mannastovuna og umboð fyri barnaverndina í Havn søgdu frá sínum royndum. Øll vóru tey á einum máli um, at hetta er eitt serstak- liga forsømt økið og at her má okkurt gerast. Umboðið fyri Almannastovuna segði beinleiðis, at tað er »flóvis- ligt« at verða uttanlands og vara av eini so gamlari skipan, har rættarstøðan hjá hesum børnum er so út av lagið vánalig. Nógvir pápar stríðast hvør í sínum lagi, men koma tíverri ikki altíð líka langt við hesum einsamall- ir. Tí eru vit nú nøkur, sum hava sett okkum fyri at samla allar hesar kreftir til eitt felags stríð, fyri at halda politikkarunum fast við tey úttalilsir, teir eru komnir við í valstríðnum. Fyrr enn myndugleikalógin er dagførd til samfelagið vit liva í í dag, broytist einki hjá børnunum. Í Danmark hava tey »For- eningen Far«. Vit stíla eftir einum líknandi felagið. Men vit vita, at tað ikki bara eru pápar, sum eru við skerdan lut. Vit vita eisini at tann størsti taparin í øll- um hesum eru børnini. Tí hava vit valt at endamálið hjá felagnum skal verða rætturin hjá børnum. Okkara útgangsstøðið er, at øllum børnum eigur at verða tryggjað felags for- eldramyndugleika. Líka so lætt, sum tað er í dag, at taka mynduleikan frá pápa- num, líka so torført skal tað framyvir verða at taka myndugleikan frá øðrum foreldrunum. Foreldrini skulu hava skyldu til at verja henda rættin hjá børnunum og at samarbeiða út frá hesum. Tað skal ikki vera nokk, at mamman t.d. sigur, at tað ikki ber til at samarbeiða fyri síðan at fáa allan rættin einsamøll. Tá skal t.d. Ríkisumboðið, sum í dag umsitur hetta økið, hava skyldu til við serkønari hjálp at hyggja nærri eftir, hvat og ikki minni hvar trupulleikin er. Vónandi eru tit nógv, ikki bara pápar ella mammur, við ella uttan myndugleika, men eisini øll tit onnur, sum standa hesum børnum nær. Jú fleiri vit eru, jú bet- ur! Tað er ikki neyðugt at øll eru virkandi í felagnum, men tað ber eisini til at ger- ast stuðulslimir. Øll tit sum hava áhuga í antin at vera virkandi ella stuðulslimur í einum slík- um felagi, sendi ein teldu- post til »Børn uttan rætt- indi« bur@hotmail.com. Tá vit hava eina mynd av, hvussu áhugin verður, verður skipað fyri einum stovnandi aðalfundi. Helst ongantíð ov skjótt!!! siga stigtakararnir í tíðinda- skrivinum. Felags foreldramyndugleiki – ein rættur fyri øll børn Don Petersen Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin ætla sær at vanvirða føroyska flaggið og tjóðsangin: »Tú alfagra land mítt«. Nú veruligar samgongu- samráðingar eru farnar í gongd millum Javnaðar- flokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin minnast føroyingar flestallir fót- bóltslandsdystin millum Føroyar og Danmark í Gundadali. Undan dystinum kom bólkur av sambandsfólki inn á áskoðaraplássini við einum av valevnum teirra á odda íklæddir donsku litir- nar, reytt og hvítt, við donskum fløggum og klapphattum og hildu mikl- an gang meðan teir sungu »vi er røde vi er hvide«. Tá føroyski tjóðsangurin bleiv sungin, ýldu sam- bandsmenn »BUUUH«, meðan teir hinvegin sungu danska »yndiga landið« av fullum hjarta. Føroysku leikararnir allir stríddist mennskir av full- um huga og stóðu dønum javnir í leiki bæði tekniskt og kroppsliga, men hvørja ferð føroyskur leikari og dani brustu saman og danin fall, ýldu hesir sambands- menn »BUUUH«. So hvørt sum dysturin leið, og okkara fólkakæri, mæti, sterki og ágangandi álopsleikari Todi nærkaðist danska málinum og fleiri ferðir var um at fáa mál, nevaði danski málverjin ferð eftir ferð upp í andlitið á Toda. Sambandsmenninir ýldu: »SLÁ, SLÁ«. Hetta fólkaslagið ætlar Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin sær í sam- gongu við. Gera teir álvara av tí, eru føroyingar greiðir yvir, hvat teir standa fyri! Føroyingar er tolið fólka- slag, tí ein kann ímynda sær, hvat vildi hent, um bólkur av onglendingum hevði tíggjað sær á sama hátt undir landsdysti millum Ongland og Týskland á Wembley. Vanæra Kári Svensson 50 ár Í dag, 28. januar, fyllir Kári Svensson listamálari í Havn 50 ár. Kári er havnar- maður, sonur Hedvig, f. Johannesen, og Henry Svensson, ættaður úr Svø- ríki. Eftir lokna skúlagongd byrjaði Kári at arbeiða í familjufyritøkuni P/F Demmus, fyrst í miðbýnum og síðaní SMS. Kári hevur altíð havt hug til at mála, og sína fyrstu sjálvstøðugu framsýning hevði hann sum 15 ára gamal í framsýningarhøl- inum hjá Andori Eirikstoft í Fransabrekkuni í Havn. Hann var eisini við á Ólav- søkuframsýningum í 70- og 80-unum. Fyri fimtan árum síðan gavst hann sum handils- maður og fór at arbeiða sum listamaður burturav. Hann hevur havt framsýn- ingar í ymiskum londum sum t.d. í Íslandi, USA og Singapore, tó hava tær flestu framsýningarnar ver- ið í Danmark. Kári er giftur við Louisu, f. Dam, úr Havn, tey eiga tríggjar døtur: Barbara, Ásla Rannvá og Beinta, sum allar búgva í Havn. Í sambandi við føðingar- dagin letur Kári upp eina listaframsýning í listaskál- anum undir heitinum »Hug- birtingar«. Framsýningin letur upp fríggjadagin 30 januar kl. 16.00. Á hesi framsýning verða 31 máln- ingar, og á fyrsta sinni sýnir hann eisini 6 standmyndir. Til framsýningina hevur Kári givið út eina snotuliga myndaskrá, sum sýnir um helvtina av myndunum á framsýningini. Jógvan Isak- sen mag.art. og rithøvundur hevur skrivað tekstin. Framsýningin er ein ferða- framsýning, sum m.a. verð- ur sýnd á Randers Kunst- museum og aðrastaðni í Norðurlondum. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 28. januar. Karlamagnus keisari, deyður í 814. Eini 400 ár eftir deyða sín varð hann eftir uppskoti frá týska keisaranum Friðriki Barbarossa skírdur halgimenni, men heitið varð inni viðurkent av pávanum í Róm. Karlamagnus hevur annars verið høgt í metum, ikki minst í Føroyum. Karl er germanskt navn og merkir maður. Magnus er latínskt og merkir stórur. Torrey Lindberg 80 ár Leygardagin 24. januar fylti Torrey Lindberg í Klaksvík 80 ár. Hann er ættaður úr Trongisvági, sonur Hansinu og Andreas Lindberg. Hansina var ætt- að av Víkum, húskið flutti seinni til Gásadals at búgva. Andreas varð van- liga nevndur Andreas í Beitinum har suðuri. Torrey vaks upp í stórum systkinaflokki, tí Hansina og Andreas fingu 11 børn, 9 dreingir og 2 gentur. Børnini vóru: Maria (Mia) var gift við Pola Mohr Mortensen. Tey búðu fyrst í Vágum, síðani í Havn. Jacob sigldi úti í eina tíð og búsettist so í Hillerød. Jens búði í Keypmanna- havn. Hermund doyði av sjúku 14 ára gamal. Hans búsettist á Havnar- firði í Íslandi. Henry fór 16 ára gamal fyri kríggið við skúlaskip- inum Danmark. Teir fóru inn í New York, skipið varð internerað, og manningin mátti í land. Henry vitjaði ikki heima aftur fyrr enn 20 ár seinni, tá hann var 36 ár. Hann býr í Florida. Næstur í røðini er Torrey. Elly giftist við Erning hjá Bókbindaranum, og tey bú- settust á Tvøroyri. Hon er á lívi enn og var tað einasta av børnunum, sum búsettist har suðuri. Hermund, uppkallaður eftir beiggjanum, sum doyði, býr í Helsingør. Eilev er yngstur. Hann giftist við Kirstin Restorff, og tey búgva í Havn. Systkinini vóru ongantíð heima í senn. Umframt henda stóra barnaflokk fostraðu Hansina og An- dreas eisini móðurloysingin Frits Olsen upp. Hann gift- ist til Klaksvíkar við Inu. Eftir lokna skúlagongd fór Torrey at arbeiða hjá einum kolafelag, sum helt til á Drelnesi. Hann sat á skrivstovuni í erva saman við Peturi Bærentsen. Und- ir krígnum varð Drelnes bumbað. Torrey var staddur á skrivstovuni, tá flogfarið kom, men náddi í evstu løtu niður, áðrenn bumban brast. Í 1946 fór Torrey til Dan- markar á handilsskúla. Hann fór við Atlantsfar- inum úr Klaksvík. Skipari var Jógvan Isaksen, sum átti skipið saman við Kjøl- bro. Við á ferðini var eisini næstelsta dóttir skiparan, Korintha, og tað man hava verið ein av teimum stóru romansunum í Norður- atlantshavi, tá tað rann saman millum hana og Torrey á ferðini. Tey giftust uppundir jól í 1947 og bú- settust í Klaksvík. Tey fingu sonin Kára, sum er giftur við Mariu, f. Olsen í Gøtu. Torrey fekk starv á mæt- astu skrivstovu í Klaksvík, hjá Kjølbro, har fleiri suðuroyingar og aðrir av- bygdarmenn høvdu arbeiði. Klaksvíkingar sjálvir róðu út ella fóru á fjarleiðir. Fyrst í 1960-unum fekk Kjølbro sær heilsølu. Torr- ey fór at starvast har, fyrst saman við Poul N. Kjølbro (Nølla) og Kristian Hvid- bro. Seinni var hann leiðari á heilsøluni. Í 1977 fór hann saman við soninum Kára at hava egnan handil, Norðoya Fruktsølu. Torrey var eisini eitt skifti lærari á handilsskúla- num, sum var kvøldskúli, og hann hevði onkrar rokn- skapir um hendi. Korintha hevur verið minnisveik í nøkur ár og er nú á tí nýggja røktarheim- inum á Heygnum í Klaks- vík. Torrey er birgur enn, sum tað eisini sæst á mynd- ini, tikin 80 ára føðingar- dagin. Hann situr ikki bara og bínir, men fer hvønn morg- un av Garðavegi út á Bums- hamarsveg, har Kári nú rekur heilsøluna. Har er hann stóran part av degn- um, og tað sigst, at hann framvegis ger eitt sindur til nyttu. Torrey er annars nær knýttur at samkomuni í Betesda og gongur trúliga har. Føðingardagin helt hann leygardagin á Klaksvíkar Sjómansheimi fyri einum 40 innbodnum gestum. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Valborg Anna Maria Næs Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk til sjúkrasystrarnar á B8. Tøkk til prestarnar Bjarna Bæk og Meinhard Bjartalíð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk til Runavíkar Kommunu fyri vælvild í sambandi við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur og kransar, og ein tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarða rferðina og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Kaj Aage og Johanna Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Petra Ingigarð Sørensen fødd Petersen,Tórshavn andaðist á Lágargarði fríggjadagin 23. januar, 76 ára gomul. Kistan fer frá Lágargarði hóskvøldið kl. 17.00 Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin kl. 14. Fyri tey avvarðandi Amandus Tey ið vilja minnast Ingigarð við blómum ella kransi kunnu ístaðin lata Lágargarði eina gávu – konto í peningastovnunum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Kjeld Thomsen Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum 26. januar 65 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju hósdagin 29. januar kl. 13.00 Familjunnar vegna Poula, Bjarki, Malan, Finnur, Sára og Ragnar C M Y K 13 12