Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-03, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2011síða 59

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 64 · 3. juni 2011 27 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagt til rættis: Eyðun Klakstein Stevna fyri børn og barnsligar sálir Um vikuskiftið halda tey Norðoyastevnu í Klaksvík. Traditionelt er hetta tann fyrsta av stóru summarstevnunum, og FM-kappróðurin byrjar á Norðoyastevnu. Umframt róður og annan ítrótt bjóðar Norðoyastevnan, sum hátíðarheldur 75 ára dag sín í ár, framsýningar, tónleikafestival, spøl, matsølur og mangt annað. Yvirskriftin fyri ársins stevnu er »Børn og barnsligar sálir«. Norðoyastevna Klaksvík Hósdagin 2/6-Sunnudagin 5/6 Seinasti kongur í Skotlandi Nýklakti skotski læknin Nicholas Garrigan vil fegin út at skoða heimin og hann endar í Uganda, har hann, eftir eitt bilóhapp, bergtekur einaræðisharran í Uganda Idi Amin so mikið, at hesin setur hann sum sín persónliga lækna. Í fyrstani fegnast Nicholas um starvið og er hugtikin av Amin, men varnast skjótt, at einaræðisharrin er bæði óútrokniligur og harðligur. So við og við uppdagar Garrigan, at hann er fangaður í einari ræðuligari marru, sum er ógvuliga ring at sleppa burturúr! Filmurin er grundaður á veruligar hendingar. The Last King Of Scotland SvF Leygarkvøldið 5/5 kl. 21.15 Gospel­ festivalur í Skálafirði Í hesum døgum verður Fjarðafestivalurin hildin í Skálafirði. Føroyskir og útlendskir bólkar spæla á gospelfestivalinum, sum verður hildin í og kring Kelduna. Millum tey, sum fara á pallin hesaferð, eru The Dawn úr Danmark, Samuel Ljungbladh úr Svøríki, og føroysk nøvn sum Heine Lutzen, T.O.S, Anna Háberg, The Least og Betesdakórið. Fjarðafestivalur Keldan í Skálafirði Mikudagin 1/6-Sunnudagin 5/6 Summarkrimi frá Läckberg Svenskir ummælarar halda, at nýggja krimisøgan hjá Camilla Läckberg er tann besta, sum hon hevur skrivað. Hetta er sjeynda bókin í eini røð hjá henni, og hesaferð gongur søgan fyri seg á eini lítlari oyggj við duldum søgum. Fíggjarleiðari hjá kommununi verður funnin deyður, og tá ið málið verður kannað, vísur tað seg, at alt ikki var soleiðis, sum fólk hildu. Camilla Läckberg Fyrmesteren Takast við Slovenia og Estland Føroyska a-landsliðið í fótbólti skal komandi dagarnar spæla tveir dystir í EM- undankappingini. Í kvøld vitjar Slovenia á Svangaskarði, og føroyingar kenna seg hava ein kjans at skapa óvæntað úrslit. Í næstu viku kemur Estland hendan vegin at spæla, og tann dysturin verður eisini spældur á Toftum. Landsdystir á Svangaskarði Føroyar-Slovenia 3/6 kl. 18.30 Føroyar-Estland 7/6 kl. 19.30 Meira X-Men Nýggjur biograffilmur í røðini um X-Men er nú frumsýndur kring heimin. Hesin filmurin fylgir byrjanina til X-Men søguna. Filmurin bjóðar sum vera man action, spenning og flottar pallsetingar. Søgan snýr seg um Professor X og Magneto, sum vóru bestu vinir, áðrenn teir blívu fíggindar. X-Men Biograffilmur Frá 1/6