mánadagur 6. juni 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
mánadagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Norðstreymoyar Tjóðveld
isfelag hevur stillað Dávid
Isfeld upp á listan hjá Tjóð
veldinum. Dávid Isfeld hevur
skrivað nógv í bløðunum, og
í skrivi frá Norðstreymoyar
Tjóðveldisfelag
endurgeva
tey hann fyri at siga:
»Eg kann við mínum
meiningum, og sannføring
gera mun, ávegis móti frælsu
Føroyum«.
David Isfeld er 39 ár og
er lærari á tekniska Skúla í
Havn.
Norðstreymoyar
Tjóð
veldisfelag sigur, at annars
eru fleiri ávegis á listan –
bæði kvinnur og menn, sum
úr Norðstreymi, ætla sær á
ting.
Meðan kvinnurnar og ungdómurin
lurta eftir ávaringunum frá Páli
Weihe, lækna og granskara, og Høgna
Debes Joensen, landslækna, so eru
tað eldri fólk – og serliga eldri menn,
sum vita betur og ikki vilja lurta. Tað
segði Pál Weihe við útvarpið leyg
ardagin.
Tað er áhugavert at fylgja við í,
hvussu samfelagið sum heild viðger
frámælið at eta grind, sum Pál Weihe
og Høgni Debes Joensen eru komnir
við. Hjá teimum er niðurstøðan púra
greið: Tvøst og spik av grindahvali
skal als ikki etast, tí tað er heilsu
skaðiligt!
Men hesum frámæli tekur Heislu
frøðiliga Starvsstovan als ikki undir
við. Í sínum tilmæli sigur Starvsstov
an fyri so vítt tað sama sum fyri 13
árum síðani, at vaksin fólk kunnu eta
ein grindadøgurða um mánaðin.
Tað er í grundini nokso herligt, at
okkara hægsti heilsufrøðiligi stovn
ur heldur fer uttanlands at leita sær
kunnleika um okkara egnu grind,
tá okkara egni granskari, Pál Weihe,
sum helst er tann persónurin í verð
ini, sum veit mest um evnið, og lands
læknin við danska heilsustýrinum í
rygginum beinleiðis siga, at grindin
er so skaðilig, at hon ikki er manna
føði.
Hvørjum skulu vit so trúgva?
Munnu Bárður Enni og hansara fólk
á Starvsstovuni, sum nú eisini er ar
beiðseftirlit, vita betur? Man tað bara
vera tvætl, sum Pál Weihe og lands
læknin koma við?
Ein lækni í Klaksvík roynir eisini
at grugga málið við at blanda chips
og pizza uppí. Ofta ber tað brá tollut
um undirlutakenslum fyri høvuðs
staðnum, sum liggja sum grund fyri
argumentatiónunum – og tað skuggar
tíverri eisini fyri íkastinum til kjakið
um grindina. Tí hann birtir soleiðis
undir ein mistanka um onkrar per
sónligar agressiónir ella lokalpatri
otiskar frustratiónir.
Jú, tað er eitt eymt mál at skula
nokta føroyingum at eta grind, treyð
ugt so. Men løgið er tað, at so lítil
virðing er kring kanningarnar hjá
Páli Weihe, sum hava vakt so stóran
ans úti í verð. Og sera løgið er tað, at
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur
so diamentralt øvuta fatan.
Pál Weihe vísir á, at tað er ov seint
at koma um 10 ella 20 ár og vísa á
tann sama vandan, sum hann longu
er komin fram til, og at læknafrøði
liga tilmæli tí er púra greitt.
Vit skulu ikki á hesum stað koll
døma grindina, tí tann kunnleik
an hava vit ikki. Men tað undrar
ikki sørt, at boðskapurin frá fakliga
myndugleikanum víkir so nógv frá
arbeiðinum hjá fremstu granskarum
okkara. Tað kann merkja, at myndu
gleikin Heilsufrøðiliga Starvsstovan
heldur, at Pál Weihe og landslæknin
eru á skeivari leið – at tað er møsn
og fjas teir koma við. Um tann dagur
kemur, sum prógvar boðskapin hjá
Páli, tá man onkur hava ringan smakk
í munninum.
Stór andsøgn millum
granskaran og Starvsstovuna
»Stjóri, stjórari, stjórast...«
Soleiðis stigbendi skemt
iteknarin Óli P herfyri
tað fyribrigdi, at stjórar
– vrakaðir ella ikki vrakað
ir – halda fram við at blíva
stjórar. Hendan vikan byrj
aði við trimum slíkum.
Fyrst var tað Eik Banki,
sum »stjól« ein stjóra frá
BankNordik. Tað var, tá
Súni Schwartz Jacobsen
varð settur sum forstjóri
í endurreista Eik Banka.
Hann var frammanundan
annar stjórin í BankNord
ik.
Súni Schwartz Jacobsen
hevur sína fortíð sum rík
isgóðkendur grannskoðari
hjá Spekt. Men eftir at Jørn
Astrup Hansen legði frá
sær sum forstjóri í Føroya
Banka, og Janus Petersen
avanseraði
til
forstjóra,
varð Súni Schwartz Jacob
sen settur sum medstjóri.
Men nú er tað BankNor
dik, sum »stelur« frá Trygg
ingarfelagnum
Føroyar,
sum eigur Eik – tað vil siga
um tað var orsøkin til, at
Edvard Heen legði frá sær
sum tryggingarstjóri her
fyri. Ella hevur bankin bara
handlað skjótt, tí nú hevur
bankin sett Edvard Heen
sum undirstjóra í Bank
Nordik.
Í øllum førum er talan
um ein stjóraumbýti...
Stjóraumbýti
í bankunum
Grindafrámæli og vísindi
Býráðslimurin hjá Javnað
arflokkinum í Havn, Levi
Mørk, stillar nú kortini upp
til løgtingsvalið. Hann boð
aði annars frá, eftir at hann
var komin á listan, at hann
bar seg undan, tí hann hevði
so nógv um at vera sum bý
ráðslimur og leiðari fyri Frí
tíðarskúlan í Hoyvík.
– Eg havi allatíðina hildið,
at eg skuldi stilla upp, men eg
hevði brúk fyri einum time
out, og eg hevði ikki meira
enn tikið meg av listanum, so
føldi eg, at avgerðin var skeiv,
sigur hann.
– Verði eg valdur, so fari
eg at siga alt hitt fra mær
og taka farloyvi, sigur Levi
Mørk, sum nú altso aftur
telist millum valevnini hjá
Javnaðarflokkinum til løg
tingsvalið komandi.
Levi Mørk stillar upp – kortini
Dávid Isfeld á tjóðvelidslistan
Forsorg
arhjálpin er
ov lág
Ingrid S. Henriksen
kjak á síðu 29
Íløga í
útbúgving
íløga í
framtíðina
Kristina t. larsen
kjak á síðu 29