mánadagur 6. juni 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
4
Sosialurin
Nú eru ábendingar um, at
allir teir, sum rógva út í
frítíðini, skjótt at missa loyv
ini.
Tað kom fram í Løgtingi
num mikudagin, tá ið Løg
tingið viðgjørdi málið um at
friða allar leiðir inni við land
fyri vinnuligari línuveiði.
Í hesum sambandi vóru
tað tinglimir, sum hildu, at
teir, sum liva av útróðuri
burtur av, eiga at fáa frið.
Hinvegin eiga loyvini at
verða tikið frá teimum, sum
hava útróður til hjávinnu,
afturat øðrum starvi.
Ein av teimum, sum held
ur hetta, er Bill Justinussen
úr Miðflokkinum.
Hann heldur, at allir teir
nógvu
útróðrarmenninir,
sum sigla undir DIS og FAS,
ella hava onnur størv, og sum
rógva út í frítíðini, leggja eitt
stórt trýst á stovnin.
- Hesir frítíðarfiskararnir
leggja kanska størri trýst á
stovnin enn teir gera, sum
liva av útróðuri burtur av.
Og hann heldur, at teir
skulu missa síni vinnuloyvi,
so at teir, sum rógva út burt
ur av, skulu sleppa at halda
fram ótarnaðir.
Jónannes
Eidesgaard,
tingmaður fyri Javnarflokk
in, tekur fult undir við hes
um.
- Teir, sum hava full
tíðarstarv
á
sjógvi
ella
landi, eru við til at minka
um tilverugrundarlagið hjá
teimum, sum liva av útróðuri
burtur av, sigur hann.
Og hann heldur, at frí
tíðarfiskarar og vinnuligir
útróðrarmenn eiga ikki at
verða javntsettir.
- Tað er ein spurningur,
sum avhjørt eigur at verða
tikin upp.
Eisini Kaj Leo Holm Jo
hannesen, løgmaður, heldur,
at hetta er ein áhugaverdur
spurningur at taka upp, tá
ið mál um stovnsrøkt eru til
viðgerðar.
Áki Bertholdsen
- Vit skulu hava eina mun
andi lønarhækking!
Tað
staðfestir
Selma
Ellingsgaard,
forkvinna
í
Starvsmannafelagnum.
Sáttmálarnir
ímillum
Fíggjarmálaráðið og øll fak
feløgini á almenna arbeiðs
marknaðinum fara úr gildi 1.
oktober.
Og samráðingarnar um
ein nýggjan sáttmála eru
longu byrjaðar, nakað væl
fyrr enn vanligt, tí oftast eru
samráðingarnar ikki byrj
aðar fyrrenn eftir summar
frítíðina.
Partarnir hava havt ein
fund og har hava tey avtalað
fleiri fundir.
Teir verða longu nú fyri
summarfrítíðina.
Málið er greitt
Eins og seinasta, verða tað
tey fimm størstu feløgini á
almenna arbeiðsmarknaðin
um, sum samráðast saman.
Tað
eru
tey
fimm
feløgini, Starvsmannafelag
ið, Pedagogfelagið, Lærara
felagið, Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar, sum
hava tikið seg saman í eitt
samstarv, tey stutt og greitt
kalla Almenna Fakfelags
samstarvið.
Tilsamans umboða tey
heili 7000 almenn starvsfólk,
so tað er ein máttmikil blokk
ur, sum samráðist saman um
nýggjan sáttmála.
Og nú tey fimm feløgini
hava sett seg til samráð
ingarborðið, er endamálið
greitt.
- Sjálvandi skulu vit hava
eina lønarhækking, sigur
Selma Ellingsgaard.
Hvussu stór lønarhækk
ingin skal vera, vil hon onki
siga um.
Men hon staðfestir, at tað
skal vera ein lønarhækking,
sum munar.
Hon heldur eisini, at tey
fimm fakfeløgini hava eitt
gott grundarlag at byggja
eitt lønarkrav á.
Hon vísir á, at nú Løg
tingið hevur samtykt fíggj
arkarmarnar fyri næsta ár,
stendur beinleiðis í teimum,
at broytast lønirnar, skal
útreiðslustigið hjá lands
kassanum lagast eftir tí.
- Tað taka vit sum um at
at samgongan er sinnað at
góðtaka eina lønarhækking
og tí halda vit eisini, at har
er okkurt at fara eftir, sigur
forkvinnan í Starvsmanna
felagnum.
Etin upp
Hon staðfestir eisini, at tað
var ein orsøk til, at tey fimm
fakfeløgini í oktober í fjør
góðtóku at gera ein eitt árs
sáttmála við eini lønarhækk
ing upp á eitt prosent.
- Seinast fingu vit ikki ta
lønarhækking, vit ætlaðu og
tískil vildu vit ikki gera sátt
mála fyri meiri enn eitt ár.
Men endamálið við at
gera ein so stuttan sáttmála
var heilt avgjørt, at vit skulu
hava eina líkinda lønar
hækking í ár.
- Tað skal vera ein lønar
hækking, sum munar, og hon
skal vera størri enn tað eina
prosenti, vit fingu í fjør.
Hon nevnir eisini, at
síðsta árið eru prísirnir nógv
uppfarnir, bæði matur og
brennievni, so tað eina pro
sentið, tey fingu í fjør, er upp
etið í prísvøkstri.
Samstundis eru útlit fyri
einum búskaparligum vøkst
ri, leggur Selma Ellingsgaard
afturat.
Hon sigur, at um tað so
verður ein eitt árs sáttmáli,
ella ein tvey ára sáttmáli,
veldst um úrslitið.
- At vit gjørdu ein eitt árs
sáttmála í fjør, skal takast
sum um at vit avgjørt ikki
vóru nøgd við úrslitið. Men
tað varð góðtikið upp á tað,
at vit skulu bæði hála tað inn
aftur í ár og fáa eina ítøkiliga,
sámuliga
lønarhækking,
sigur forkvinnan í Starvs
mannafelagnum.
Snorri Fjallsbak, leiðari á
lønardeildini í Fíggjarmála
ráðnum er burturstaddur.
aki@sosialurin.fo
Almenn starvsfólk
krevja meiri í løn
LØNARSAMRÁÐINGAR Vit skulu hava eina
munandi lønarhækking, sigur Selma Ellingsgaard
Tað skal vera ein
lønarhækking, sum
munar
Sjálvandi skulu
vit hava eina
lønarhækking
...Rakstrarútreiðslurnar
eru
framskrivaðar
við
2011-prísum, men landsstýrið er tó samt um, at verða
lønarsáttmálarnir broyttir, verður útreiðslukarmurin
broyttur tilsvarandi...
Tað eru hesi orðini í uppskotinum hjá landsstýrinum
til játtanarkarmarnir fyri 2012, sum geva almennum
starvsfólki góðar vónir um eina lønarhækking í heyst.
Frítíðarfiskarar skulu missa veiðiloyvini
Ónøgd
- Vit vóru ónøgd seinast, men í ár skal tað hálast inn aftur, og meiri afturat,
sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, nú 7000
almenn starvsfólk eru farin at samráðast um nýggjan sáttmála