Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 6 Sosialurin Randi Jacobsen Summi hava kanska hug at aftr­at seg við at fara til ein leik, sum er einmansleikur. Ella einkvinnuleikur. Men leikurin ”Í mínum hond­um” hjá Eyð Matras, sum hon framførir í hesum døg­um í Spaniastovu í Klaks­ vík er so spennandi, og søgan so væl søgd, at tað ber ikki til at keða seg. Eyð Matras megnar meist­ ar­liga at spæla fleiri leik­lut­ ir, hon flytir seg frá nútíð til fortíð gjøgnum allan leik­ in, og hóast hon ikki hev­ur annað á pallinum enn eitt klæði og eina kistu, er áskoð­ arin ongantíð í iva um, hvar hon er, tá ið hon skiftir mill­ um leiklutirnar. Hon byrjar við Onnu, sum hev­ur hægri útbúgving og er kom­in til Føroya eitt skifti at ar­beiða. Anna fær tilboð um eitt starv langt av landi, men skal hon fara so siga farvæl við mannin, hon er góð við. Eitt link til fortíðina Tá ið mamma hennara doyr, fær hon eitt armband frá pápa­num, og hesin lutur gev­ur henni hug at granska í fortíðini. Men hvør er hon? Hví kennir hon seg at vera øðr­vísi enn hinar. Vit bakka 300 ár aftur til eina syrgiliga lagnu hjá eini fá­tækrafamilju í Svínoy. Hús­ faðir­in verður dømdur sum seyða­tjóvur, børnini verða tik­in frá teimum, og Katrina noyð­ist til Lamba at tæna. Børn­ini fær hon ikki við sær. Ein ungur sprelskur og spennandi norðmaður kem­ ur í bóndahúsini í Lamba at vera fyri veturin. Hon hevur ikki vitað av manni í fýra ár, og hann næstan líka leingi, og seint eitt kvøldið finna tey saman. Hann fer avstað, men hon er við barn, rættari sagt við børn, og hon fær tvíburar. Aftur koma myndug­leik­ ar­nir á dyrnar, og hon verður dømd fyri hor. Aftur at flyta Aftaná er hon ikki vælkomin longur í Lamba við tveimum smá­børnum, men fer í Gerð­ ar í Klaksvík. Har enda hon og tvíburarnir sínar dagar í fyrra skalvalopinum í Gerð­ um. Har fær hon ein dag vitjan av dóttrini, sum tikin var frá henni, og hon gevur dóttrini arm­bandið, sum hon fekk frá nor­manni­num, dýrabarasta lut hennara. Tað er hetta armband, sum nútíðar Anna fær frá pá­pa­ num sum eitt minni um mam­ mu­na. Tað vísir seg, at Anna er eftirkomari hjá Katri­nu. Leikurin hevur ongan greið­an boðskap, og vit fáa ikki at vita, um Anna fer av landi­num, ella hon festir røt­ ur í Føroyum. Tað sterkasta við søguni er frásøgumátin hjá Eyð Mat­ ras. Ikki eina løtu stóð hon føst, og hon dugdi eisini sera væl at samskifta við áskoðar­ arnar. Leikurin er eisini ein máti at siga eina sanna søgu, sum ann­ars ongantíð hevur verið skri­v­að samanhangandi um eitt søguligt tiðarskeið. Sam­ stund­ir lýsir leikurin tankar hjá fólki, sum leingast ut í heim, men verða noydd at vel­ja. Eyð Matras hevur skrivað lei­k­in sjálv, og hon hevur lagt stórt arbeiði í at kanna søgu­ na, bæði í skjølum og við at tosa við fólk. Kundi verið styttri Hon hevur leitað fram nógv­ ar upplýsingar um tíðina og fólk­ini. Leikurin hevði verið sterk­ari og lættari fyri hana at framført, um hon sáldaði nakað av upplýsingunum burt­ur. Allar upplýsingarnar eru áhugaverdar, men leik­ur­ in hevði einki mist, um sumt varð tikið frá. Men samanlagt er leik­ur­ in eitt meistaraverk, og Eyð Matr­as prógvar enn eina ferð, at hon er ein megnar sjón­leikari við djúpum inn­ liv­ing­ar­evnum í søguna. Eitt meistar­ ligt avrik Framførslan av leikinum ”Í mínum hondum” hjá Eyð Matras fríggjakvøldið var so bergtakandi, at ikki eitt kis hoyrdist í Spaniastovu í Klaksvík teir 100 minuttirnar, Eyð Matras einsamøll var á gólvinum Randi Jacobsen Fríggjakvøldið høvdu royn­du politistarnir var­ hug­an av, at vikuskiftið í Havn fór at verða eitt av teimum gleðiligu. Í stað­ in fyri kæti varð hýr­ur­ in í býnum merktur av ungum fólkum, sum gin­ gu í bólkum og fóru ikki heim. Politistar vóru tí úti á gøtu­num alla náttina, og fleiri ferðir var neyðugt at skilja óst fólk sundur. Um hálvgum fýra tíð­ ina gekk galið. Tá varð ein ungur maður slig­in og kanska eisini spark­að­ ur og noyddist á skaða­ stovu­na. Seinni kom ein annar mað­ur til politiið og boð­ aði frá, at hann um nátt­ ina varð skallaður. Tann tilburðin er politi­ið við at kanna. Randi Jacobsen Norðoyastevnan var frið­ ar­lig, men sunnu­nátt­ina var nakað av ófriði í og uttan fyri KÍ-høllini. Fólk fóru til hendurs, og ein varð so illa sligin og sparkaður, at hann fór á sjúkrahúsið í Klaksvík. Fleiri fólk vóru stødd har, og politiið roynir at fin­na fram til, hvør tað var, sum leyp á. Á sama staði varð ein ann­ar maður tikin fyri at hava niðurgjørt og brúkt ljót orð móti politinum. Hann kann vænta sær eina skuldseting fyri at hava gjørt seg inn á tæn­ astu­menn í arbeiði. Sligin og sparkaður Ein maður varð sligin og sparkaður uttan fyri KÍ- høllina sunnunáttina Eitt harðligt vikuskifti Leygarnáttina varð ein ungur maður sligin í miðbýnum í Havn, og ein annar varð skallaður Tað hendir javnan í miðbýnum í Havn, at fólk verða sligin niður og ofta sparkað við. Modellmynd