Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 12 Sosialurin Orð&myndir: Snorri Brend 1. partur: Maarin hevur júst sett føtini út fyri dyr, her í húsi nr. 39 í landsbýnum Cornesti. Nú er farið at nærkast middegi, men tað er ein ávísur spurningur sum trokar á: Hvør skal gera døgurðan í dag? Og kanska tann nógv meiri avgerandi spurn­ing­ urin, hvat skal gerast til døg­ urða í dag? Fyrsti spurningurin er einfaldur at svara. Tað er bara hann sum kann gera døgurða til sín og til hini í húsinum – tey fýra yngru systkin hansara. Í øðrum lagi er hann fullkomuliga bundin av hjálp uttanífrá til tað dagliga húsarhaldið. Húsarhaldið her í nr. 39 eru fimm børn í løtuni. Ein eldri beiggi er í Sankta Pætursborg í Ruslandi og leitar eftir arbeiði. Og for­ eldrini, - tja, teirra lív lagaði seg so ymiskt: Pápin doyði fyri nøkrum árum síðani, og hetta kom so óvart á mammuna, at hon byrjaði at drekka, rann frá einum manni til hin, og orkaði at enda ikki meiri, og rýmdi til Ruslands frá heimi og børnum. Hon hevur vitjað í heimi sínum av og á, men nú er meiri enn ein mánaður lið­ in síðani tey seinast frættu frá henni. Um hon hevði forvunnið sær nakað av peningi, kundi hon sent okkurt av tí heim soleiðis at onkur kvinna ansaði børnum hennara ímeðan. Men sjálvt tað, megnar hon ikki í síni vónleysu støðu. Maarin er tí í mangar mát­ ar einsamallur í verðini, við ábyrgd fyri yngru systkjum sínum. Bert 14 ára gamal í ein­um húsum, sum illa kunnu lýsast øðrvísi enn ein kroysa. Var tað ikki fyri hjálp uttanífrá, er óvist hvørja framtíð hesi børnini í Cornesti gingu ímóti. Hjálpa onkrum Lukkutíð fyri Maarin og fýra systkin hansara finnast tey, sum hava sæð neyð hansara; hava sæð hvat kann gerast – og hava gjørt nakað við tað. Í bygd hansara, Cornesti, sum telur eini 10.000 fólk býr nevniliga ein maður, sum hevur hjarta fyri tørvinum hjá Maarin og hópin av øðr­ um illa støddum familjum og børnum teirra. Pastor Vitalie (sum meiri verður at frætta um í einum øðrum parti av eini greinarøð um Moldova) hevur, sum eina av uppgávum sínum, sett sær fyri at hjálpa teimum ringast støddu børnunum. Hann er sannførdur um, at eingin kann hjálpa øllum, men at øll kunnu hjálpa onkrum. Hetta tykist eisini vera lívsmotto hansara. Við góðari hjálp frá Skandi­navisku Barnamissi­ ónini, sum eisini hevur deild í Føroyum, er hetta húsið við nr. 39 á skjøldrinum eitt teirra sum hann vitjar regluliga. Tað basala Í fyrstu syftu var neyðugt at tryggja teimum í húsinum tað mest basala: at tey fáa mat, klæðir og aðra um­sorg­ an. Tað var júst hetta sum fyrst beiggin, og síðani mamma teirra ætlaðu at gera: At tryggja familjuni sømi­lig kor. Fyrst fór tann 19 ára gamli beiggi hansara, Denis, at finna sær eydnuna. Hetta er ikki nakað eindømi, tí soleiðis hava so mong onnur gjørt í Moldova – ella rættari: uttanfyri Moldova. Mett verður at tað búgva 4 mió fólk í Moldova, men at 1 mió moldovar búgva í Ruslandi, Ukraina, Italia, Portugal og so langt burturi sum í USA. Her royna tey at finna sær eydnuna blíða, men tað er langt frá altíð at tað eydnast. Hetta hevur bróðir Maarin av sonnum merkt fylgjurnar av. Eftir at pápin doyði, varð tað líkasum hansara uppgáva at forsyrgja familjuni, og tí legði hann leiðina til Rus­ lands. Hann hevði hoyrt og fingið lovað, at har var bæði arbeiði og góður peningur at forvinna. Sannleikin var hinvegin hann, at bert fyrri partur av hesum lyftinum helt – hann fekk arbeiði, men arbeiðs­gevararnir hildu unga dreingin fyri gjøldur. Teir søgdu honum, at teir ikki plagdu at gjalda lønina beinanvegin, men seinni. Hetta ”seinni” upprann ongatíð. Tí fekk Denis ongar pengar ella nakra hjálpa haðani, og tí var einki at senda heim til svongu familj­ una í Moldova. Sum skilst hevur hann nú fingið eitt annað arbeiði, har tey fáa lønina útgoldna til tíðina. Men við hjálp frá Vitalie er nú møguleiki skaptur fyri at hesir faðir- og móður­ loysingarnir kunnu fáa eina betri – kanska enntá eina bjartari – framtíð. Vinartænastu Fólk úr lítlu samkomuni hjá pastor Vitalie, sum bert telur 40 limir, fingu lagnuna hjá húskinum hjá Maarin sum sítt hjartamál. Í roynd og veru er hetta 14 ár og ábyrgd MOLDOVA 14 ára gamli Maarin sær hugsanarsamur út. Kanska átti hann ikki tað, henda hósdagin 2. juni 2011. Í gjár var barnadagur hildin kring landið, har øll gingu í sínum bestu klæðum. Og í dag skínur sólin oman og niðan, og kundi nakar hugsað sær ein betri byrjan uppá summarferiuna í barnaskúlunum. Men Maarin hevur hvørki tíð, umstøður ella orsøk at gleðast um tað. Barna­ missiónin Skandinaviska Barna­ missi­ónin varð stovnað av Sigvard Wallenberg, har ein í fyrstu syftu hugsaði um at arbeiða á Filipsoyggjunum. Ar­ beiðið er síðani víðkað til eisini at umfata Ukraina, Zambia og Moldova. Í Føroyum finst eisini ein deild av Skandi­navisku Barna­ missi­ónini, hvørs leið­ ari er Ella Niclasen, tlf. 213407. Hildið verður í Evensens Pakkhúsi. Í Moldova stuðlar B a r n a m i s s i ó n i n pastor Vitalie, sum hev­ur ábyrgd av lítl­ari samkomu, og at geva fleiri børnum bæði mat, innivist og um- sorgan. Greinarøð um Moldova Ætlanin er at skriva meiri um Moldova í næstum. Talan verður um eina greinarøð í fleiri pørtum: Í dag um Maarin og systk­in hansara, ann­ ars verða evnini hesi: Um Eyðgerð og henn­ara leiklut í før­ oysku deild­ini hjá Skandi­navisku Barna­ missiónini Um kvinnur og menn sum pakka klæð­ir til Ukraina og Mol­dova Um pastor Vitalie í Moldova sum brennir fyri landsmonnum sín­um Um Karolinu og henn­ara arbeiði í Barnamissi­ónini Um familjuna hjá Lyud­mylu sum ikki eigur til dagsins uppi­ hald Og at enda um, hvussu arbeiðið í Før­ oyum verður skip­að undir leiðslu av Ellu Niclasen og hjálpar­ fólk­um henn­ara. GLEÐI Systir Maarin, Adriana, veit stórt sæð ikki um annað lív enn eitt uttan faðir sín og seinni móður sína, sum bara hvarv tann eina dagin. Fríggjadagin fekk hon kortini vitjan, sum endaði við at honn fekk eina dukku við dukkuklæðum sum gávu, ið ein føroysk kvinna við hjarta fyri Moldova hevur gjørt. heimið Húsini hjá teimum fimm systkjunum - Maarin, Shugar, Paul, Adrianu og Sabinu líkist meiri einum slíkum, ið eru ætlað djórum. Tey kunnu í roynd og veru detta niður hvønn dag tað skal vera. Paul var dottin dagin fyri, tá hann sparkaði fótbólt og hevur tí eitt "band" um ennið