Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 18 - 28. januar 2004 Nr. 18 - 28. januar 2004 17 UTTAN ÚR HEIMI Metstórt hall Kongressin í USA hevur roknað út, at hallið á ameri- konsku fíggjarlógini verður 477 milliardir dollarar í hesum fíggjarárinum, sum endar tann 30. september. Í seinasta fíggjarári var hallið 375 milliardir dollarar. Næsta fíggjarár verður heldur frægari, tí tá verður hallið 362 milliardir dollarar, sigur útrokningin hjá Kongressini. Stjórin hjá George W. Bush, forseta sigur, at hon fer at skerja hallið á fíggjarlógini, og at tað skal gerast við almennum sparingum og skattalætta. Sambært uppskotinum hjá stjórnini skulu amerikanarar hava 1,7 billión dollarar í skattalætta, men hetta eru allir politikararnir ikki so fegnir um. Teir vísa á, at skatta- lættin fer at skerja inntøkurnar hjá ríkiskassanum, samstundis sum útreiðslurnar fara at veksa. John Snow, fíggjarmálaráðharri, ásannar fyri CNN, at hallið á fíggjarlógini er alt ov stórt, men hann sigur, at hallið fer at minka, tá gongd kemur aftur á búskap- in. Afghanar heimaftur Ein afghani, sum hevði søkt um friðskjól og uppi- haldsloyvi í Danmark, varð sendur aftur til heimland sítt mánadagin. Hetta er fyrstu ferð síðani seinasta summar, at donsku myndugleikarnir hava sent ein afghana til Afghanistan ímóti hansara vilja. Í juli í fjør vórðu tveir menn sendir til Afghanistan. Jørgen Tagge hjá ríkisløgregluni sigur, at ongar ætlanir eru um at senda fleiri fólk aftur til Afghanistan fyribils. Hetta kemst lutvíst av, at flóttafólkanevndin hjá ST hevur mælt Danmark og øðrum londum frá at senda afghanar heimaftur, tí viðurskiftini í Afghanistan eru ikki nóg trygg. Nøkur fólk, sum flýddu til Danmarkar undan kríg- num í Afghanistan, hava sjálvi valt at fara heimaftur. 196 afghanar, sum eru í Danmark, hava fingið boð um, at teir fáa ikki friðskjól, og at teir verða sendir heimaftur seinni, fara teir ikki sjálvir. Churchill var tann besti Skjøl frá 1953 avdúka, at svenska akademiið var í iva, tá tað í 1953 gjørdi av at lata Winston Churchill fáa bókmentaheiðursløn Nobels. Í skjølunum sæst, at Churchill varð valdur fram um Ernest Hemingway, og at tveir aðrir mætir rithøvund- ar, amerikanarin Robert Frost og bretin Walter de la Mare, vórðu eisini vrakaðir. Somu lagnu fingu bretin Graham Greene og íslendski Halldór Laxness, sum eisini vóru í uppskoti hetta árið. Í skjølunum sæst, at limirnir í svenska akademi- inum ivaðust, og at summir teirra vóru ímóti at lata Churchill heiðurslønina. Onkur teirra helt heilt ein- falt, at hann var ikki so góður høvundur, og onkur annar helt tað vera óheppið at lata einum virknum politikara bókmentaheiðursløn Nobels, tí tað kundi tulkast sum ein politisk heldur enn ein bókmentalig viðurkenning. Men meirilutin av nevndarlimunum hildu bretska fotrsætisráðharran vera ein so góðan rit- høvund, at hann hevði heiðurslønina uppiborna. Prógv ímóti Hitler Hóast nógvir granskarar í mong ár hava roynt at finna prógv fyri, at Adolf Hitler sjálvur gav boð um at týna jødarnar í Evropa, er einki slíkt prógv funnið enn. Men nú siga amerikanskir granskarar, at teir hava funnið prógv fyri, at Hitler sjálvur gav sínum monn- um boð um at beina fyri jødunum í Fraklandi. Talan er um eitt skjal, sum Heinrich Himmler skrivaði tann 10. desember í 1942, og sum liggur í einum savni í Washington. Í skjalinum skrivar Himmler, at Hitler hevur givið boð um, at ímillum 600.000 og 700.000 franskir jødar skulu handtakast og flytast burtur. Tað stendur ikki, at teir skuldu takast av døgum. Men tað eru ikki allir granskarar, sum halda hetta vera prógv fyri, at Hitler gav boð um at beina fyri jød- unum. Summir teirra siga, at skjalið hjá Himmler hevur verið kent í fleiri ár, og at tað prógvar ikki, at Hitler gav boð um jødatýningina. Í dag verður kunn- gjørt, hvør hevði ábyrgdina av, at bretski vápnaserfrøð- ingurin David Kelly tók lívið av sær sein- asta summar BRETLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá David Kelly valdi at taka lívið av sær í juli í fjør, gjørdi Tony Blair, forsætis- ráðharri, av, at málið skuldi kannast. Hutton lordur varð settur at kanna málið, og í dag kemur frágreiðing hans- ara, sum kann avgera fram- tíð Blairs í bretskum poli- tikki. Hóast Hutton lordur er dómari, vóru tað mong, sum ivaðust í, um hann var tann rætti maðurin til at kanna málið. Spurt varð, um hann kundi tryggja eina óhefta kanning, og sum hann var førur fyri at standa ímóti møguligari ávirkan frá teimum politisku myndugleikunum. Men hansara dómara- felagar eru ikki í iva. – Hutton er so avgjørdur og samvitskufullur sum fáir aðrir dómarar. Hann ber orð fyri at ganga egnar leið- ir, og hann er ikki bangin fyri at taka tað avgerð, sum hann heldur vera rætta, sama hvørjar avleiðingar- nar eru, sigur ein ónevndur dómari um hann. Í dag fæst so at vita, hvørja niðurstøðu hann er komin til í Kelly-málinum. Í dag fellur avgerðin um framtíð Blairs Tony Blair. Frágreiðingin hjá Hutton lordi kann avgera politisku framtíð hansara. Ein dómstólur í Kali- fornia sigur, at ameri- kanska lógin ímóti yvirgangi er í stríð við amerikonsku grundlógina. Stjórnin lovar at kanna málið LÓGARSMÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Sambært dómaranum Au- drey B. Collins í Los Ang- eles er lógin, sum skal forða yvirgangi, ikki nóg neyvt orðað, og tað ger, at í minst tveimum førum stríð- ir hon ímóti amerikonsku grundlógini, sigur dómarin. Hetta er fyrstu ferð, at amerikanska yvirgangslóg- in møtir so beinleiðis mót- støðu. Dómarin í Los Angeles er heldur ikki einsamallur um hesa støðuna. Løgfrøði- professarin David Cole segði í gjár, at úrskurðurin hjá dómaranum staðfestir tað, sum onnur hava víst á fyrr. Hann og onnur vilja vera við, at Kongressin gjørdi ov skjótt av, tá hon samtykti yvirgangslógina, og at hon ikki gav sær stundir til at kanna, um lóg- in skerjir tey rættindini, sum amerikanska grund- lógin tryggjar einstakling- um. Ein talsmaður hjá løg- málaráðnum í Washington segði í gjár, lógin ímóti yvirgangi er neyðug, men at løgmálaráðið fer at kanna úrskurðin hjá dómar- anum í Los Angeles. Dick Cheney, varaforseti, heldur eisini fast um, at yvirgangslógin er neyðug. Hann segði í Rom mána- dagin, at yvirgangsmenn hótta framvegis við at søkja at málum, og at talan kann vera um álop við evnafrøði- ligum ella lívfrøðiligum vápnum. Lógin ímóti yvirgangi stríðir ímóti grundlógini Maður leyp út úr glíðandi lastbili – Vandi var fyri, at bilurin fór á sjógv, og tí leyp lastbilaførarin út úr bilinum, sigur løgreglan á Tvøroyri FERÐSLUÓHAPP Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var ikki nógv hjá einum lastbilaførara at gera, tá ið bilur hansara fór á glið í óvanliga nógvu hálkuni hendan morgunin. Hendingin fór fram á bryggjuni í Vági týs- morgunin um 8.30-tíðina. Ein lastbilur hjá Jakku Vilhelm í Vági var á veg niðan av bryggjuni. Komin niðan á endan á kai- brekkuni, tey rópa, steðgaði førarin bilinum, áðrenn hann skuldi koyra út á vegin. Men so hált var í brekkuni, at bilurin stóð ikki fyri bremsunum, hóast bilførarin bæði nýtti fótbremsu og hondbremsu. Leyp út Løgreglan á Tvøroyri sigur, at bilurin gleið omanaftur gjøgnum brekkuna, oman á bryggjuna millum Suður- laks og egningaskúrarnar, ið standa har. – Førarin sær, at her er vandi á ferð. Einki er at gera, og lastbilurin kann saktans enda á sjónum. Tískil ger førarin av at leypa út úr glíðandi bilin- um, so hann ikki endar á blámanum saman við bilinum. Løgreglan á Tvøroyri sigur, at tá ið lastbilurin kemur oman á slætt, missir hann nakað av ferðini, og á veg út um bryggjukantin, tekur kanturin eisini nakað av ferðini, ið eftir er. – Hetta er ein stórur lastbilur við tveimum aksl- um aftan. Endin verður, at báðir akslarnir og hjólini aftan enda uttan fyri bryggjukantin, soleiðis at lastbilurin hongur á "búkinum". Lítil skaði Við bryggjuna lá glas- trevjabáturin, Alis T. hjá Paula Lassen, og aftur- parturin á lastbilinum hongur niður yvir fremsta partin av galendaranum. Løgreglan sigur, at gal- endarin boygnaði nakað, men annars kom einki uppá bátin. Bilførarin fekk tíbet- ur einki mein, og lítið og einki hendi lastbilinum. Kanska hevur útstoytið fingið ein minni stoyt. – Tað var óvanliga hált í morgun – ikki bara í Vági, men um meginpartin av Suðuroynni. Vit spurdu løgregluna, hvussu lastbilurin var skøddur. – Bilurin hevur nýggj, grov og góð dekk, men hann hevði ikki píkar. Løgreglan sigur, at bil- urin hevði tóma last, tá ið hendingin fór fram. Í nógvu hálkuni í Vági týsmorgunin mundi hesin lastbilurin endað á blámanum. Førarin leyp út úr bilinum, tá ið hann sá, hvønn veg tað bar C M Y K 17 16 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 1 vika í Danlandi Íroknað er: ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari við wc/bað, innan. Uppihald í Danland-íbúð í Hirts- hals, Blokhus ella Ebeltoft í 1 viku. Fráferð 01.04 ella 08.04. 6.995,- mmarhúsi í Easterhoull í Hetlandi 1 vika Íroknað ferð við gisting fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur úr 4.500,- hitt best umtókta ferða- málið hjá føroyingum Danland frítíðardeplarnir hava vælinnrætt- aðar íbúð ir við køki og nógv frítíðartilboð eru fyri bæði vaksin og børn. Summarhúsini hava køk og baði rúm og eru væl útgjørd ann ars. Tey hava 2 ella 3 kømur og kunnu hýsa upp til 6 fólkum. Danland Danland Pers Hotel Pers Hotel So fara vit á páskaferð, So fara vit á páskaferð, páskaferð, páskaferð... páskaferð, páskaferð... 1 vika á Pers Íroknað er: Sigling Tórshavn-Bergen og aftur í 4- koyggjukamari innv. við wc/bað. Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost og 2 gistingar í Bergen á út- og heim ferðini. úr 6.000,- Pers Hotel er ein av teimum fáu frítíðardeplunum í Noregi, ið hava baðiland. Depilin liggur í tí avbera vakra Gol-økinum. Sera barna vinarligt við einum hópi av frítíðarmøguleik um. Koyri tíðin frá Bergen er einar 4-5 tímar.