mikudagur 28. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 18 - 28. januar 2004
Nr. 18 - 28. januar 2004
19
Seinasta hálva árið
hava tær báðar Paula
Neshamar og Sólja
Petersen av Argjum
arbeitt millum gøtu-
børn í Cape Town í
Suður Afrika. Tær
starvaðust á einum
skúla fyri tey ringast
støddu gøtubørnini.
Her greiða tær frá
teirra upplivingum,
sum ikki altíð vóru
serliga tespiligar
HJÁLPARARBEIÐI
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Tær greiða frá, at tað
kennist ómetaliga løgið at
koma aftur til Føroyar, nú
valstríðið júst hevur leikað
uppá tað harðasta. Ein
ókendur kundi fingið ta
fatan, at í Føroyum stendur
ógvuliga illa til, og fólkið
her í landinum líður neyð.
– Tað er stuttligt at koma
heim úr slumminum í Cape
Town til øll tey flottu val-
lyftini. Mann kundi trúð at
Føroyar
var
í
svárari
kreppu, siga Paula Nes-
hamar og Sólja Petersen
sum við ein munn, tá vit
spyrja, hvussu tað er at
koma heimaftur til Føroyar
eftir at hava livað millum
tey ringast støddu gøtu-
børnini í Cape Town.
Lær at liva
Paula og Sólja, sum báðar
eru 21 ára gamlar, fingu
studentsprógv í 2002 og
síðani arbeiddu tær ávika-
vist í barnagarði og sum
stuðul hjá brekaðum. Tær
høvdu báðar hug til at
sleppa út í heimin og hjálp-
ararbeiði lá teimum á hjarta.
Tær arbeiddu á einum
kristiligum skúla fyri gøtu-
børn miðskeiðis í Cape
Town. Tað er ein privatper-
sónur, sum hevur stovnað
henda skúlan, og hann
verður rikin við gávum frá
fólki. Harumframt er eitt
herbergi knýtt at skúlanum,
har heimleys hava møgu-
leika at sova undir taki.
Á skúlanum gingu um-
leið 90 næmingar, tá tær
fóru avstað, og har vóru
bert 5-7 lærarar til hesi
børnini umframt fleiri ólønt
hjálparfólk sum tær.
– Okkara fremsta upp-
gáva á skúlanum var ikki at
læra børnini at lesa. Skúlin
legði hinvegin størst dent á
at læra børnini at liva og
bera seg millum onnur
menniskju. "Learn to live"
var slagorðið hjá skúlanum,
og tað var eisini júst tað,
sum børnini høvdu mest
brúk fyri. Tað, sum var
mest umráðandi, var at læra
tey "life skills", sum vit
kallaðu tað á skúlanum,
sigur Paula Neshamar um
arbeiði á skúlanum.
Næmingarnir
vórðu
býttir upp í flokkar eftir
førleika, og stórur munur
var á næmingunum. Nakrir
dugdu ikki bókstavirnar,
meðan aðrir dugdu væl at
lesa. Ætlanin við undirvís-
ingini var eisini at fyrireika
næmingarnar
til
víðari
skúlagongd, men tað vóru
bert heilt fáir, umleið fimm
av tríati, ið sluppu víðari.
Bidda heldur enn at
lesa
Uppgávan hjá Paulu og
Sólju var at hjálpa læraran-
um í undirvísingini. Tær
plagdu at fara út úr flokshøl-
unum at lesa við einum
næmingi í senn, meðan lær-
arin hevði vanliga undirvís-
ing við restini av flokkinum.
– Fleiri av teimum dugdu
at kalla einki av tí, sum tú
vanliga væntar av einum
barni. Fleiri av børnunum
vóru analfabetar og fara
ongantíð at læra at lesa,
sigur Sólja Petersen.
Talið av næmingum var
ikki serliga støðugt. Tá tær
byrjaðu á skúlanum vóru
52 næmingar, men nú var
talið komið uppá 90.
Fleiri næmingar velja
heldur at bidda úti á gøtuni
enn ganga í skúla og læra at
lesa. Ein orsøk til at fleiri
hóast alt koma í skúla er, at
skúlin gevur teimum eina
máltíð um dagin, og tí kann
tað loysa seg hjá teimum at
møta upp í skúlanum.
Trupulleikin
í
Suður
Afrika er, at skúlagongd
ikki er ókeypis. Øll skulu
rinda fyri at ganga í skúla,
og tí velja fleiri foreldur
heldur at senda børnini út á
gøtuna at bidda og stjala
enn at ganga í skúla.
– Eg eri blivin ein glaðari
skattgjaldari enn áðrenn,
sigur Paula læandi, tá hon
skal samanbera okkara
framkomna vælferðarsam-
felag við eitt tilafturskomið
land sum Suður Afrika.
Tær greiða frá, hvussu
ringa støðu ein vanligur
borgari kann koma í, tá sam-
felagið ikki tekur sær av eitt
nú óvæntaðari sjúkralegu.
Kvinnan, sum ein teirra
búði hjá, breyt ein dagin
beinið. Hon var seingjar-
liggjandi í fleiri mánaðir,
men einki trygdarnet var at
lofta henni, og tí mátti hon
klára seg uttan nakra inn-
tøku yvirhøvur í tíðini, með-
an hon var sjúk, og tá stóð
ikki væl til í húsarhaldinum.
Rúsevni
gerandiskostur
Tær greiða frá, at gøtubørn-
ini nýttu nógv rúsevni, tá tað
eydnaðist teimum at fáa
fatur á teimum. Hetta var
ein trupulleiki í skúlanum, tí
fleiri børn vóru ávirkað av
ymsum rúsevnum, tá tey
møttu upp í skúlanum. Fleiri
teirra høvdu sera aggresiva
atferð, tá tey vórða ávirkað,
og tað órógvaði arbeiði í
skúlanum.
– Tey flestu av børnunum
eru rýmd heimanífrá, tí at
umstøðurnar heima við hús
eru so vánaligar. Tey flestu
hava onga hóming av, hvat
lívið í veruleikanum snýr
seg um, og hvat tað inniber
at vera barn, sigur Paula um
børnini á skúlanum.
Tær greiða frá, at fleiri av
børnum eru bundin av rús-
evnum, og tey vilja gera alt
fyri at fáa hendur á slíkum
evnum. Eitt nú var tað
vanligt, at tey snoddaðu lím
fyri at fáa ein rús.
– Tann eini drongurin,
sum vit høvdu nógv sam-
band við, fekk sína fyrstu
yvirdosis sum sjey ára
gamal. Hann er nú lamm-
aður í høgru síðu av kropp-
inum, og heilin virkar ikki
sum hann eigur orsakað av
rúsevnismisnýtsluni, greið-
ir Sólja frá.
Hesin ávísi drongurin,
sum er sekstan ára gamal,
fer ongantíð at læra at lesa,
og tí varð hann settur at
arbeiða við leðri ístaðin, og
tær minnast, hvussu errin
hann var, tá hann sjálvur
hevði gjørt sína fyrstu
leðurtasku á verkstaðnum á
skúlanum.
Børn við slíkum vanlagn-
um komu tær nógv í sam-
band við á skúlanum, og tað
var mangan hart at hugsa
um, hvussu teirra lív fer at
vera framyvir, tí har bíðar
teimum ikki nógv gott.
– Fleiri av børnunum
fingu pening til vega við at
selja sín kropp til kynsliga
misnýtslu við eitt nú vaksn-
um monnum. Tað er rætti-
liga óhugnaligt at hugsa
sær, at fleiri av hesum heilt
ungu børnunum hava rætti-
liga drúgvar royndir á hes-
um økinum, greiða tær frá.
Ræðusøgur
Tað kundi vera langt ímill-
um sólskinssøgurnar, tá tú
arbeiðir á einum slíkum
skúla, sum bert er ætlaður
teimum allar ringast staddu
børnunum.
– Tað kendist onkuntíð
sum at vera við í einum
ræðufilmi, sigur Sólja Pet-
ersen.
Hon sipar til eina ræð-
andi hending við einum av
næmingunum. Ein dagin
spurdust tíðindi um, at ein
vandamikil brotsmaður var
sloppin úr fongsli. Hesin
brotsmaðurin hevði eftir
øllum at døma okkurt at
hevna og lá tí eftir hesum
dronginum.
Drongurin var ræðslu-
sligin, og hann flýddi um
háls og herðar. Tær sóu
hann ongantíð aftur á skúl-
anum, tí har var ov vanda-
mikið hjá honum at vera,
um nú hesin brotsmaðurin
fór at leita har.
Tær vistu eisini um, at
nakrir av næmingunum høv-
du verið við til at tikið lívið
av fólki eftir at hava brotið
inn í húsum hjá teimum.
– Har hendu ting, sum
mann ikki veruliga dugir at
ímynda sær, sigur Paula um
tær meira óhugnaligu upp-
livingarnar á skúlanum.
Spurningurin er so, um
tær ikki kendu seg hóttar, tá
tær dagliga livdu millum so
grovar lógbrótarar?
Men hetta var ikki nakað,
sum tær hugsaðu nógv um,
tí at hóast fleiri av børnun-
um onga veruliga uppaling
hava fingið, so merktu tær
týðuliga, at tey flestu børn-
ini høvdu stóra virðing fyri
skúlanum, og tey høvdu
munandi betri atburð inn-
anfyri skúlans gátt enn utt-
anfyri, har tey mangan
livdu á hinumegin lógar-
innar mark.
Orsøkin er møguliga hon,
at her upplivdu tey fyri
fyrstu ferð í sínum lívi, at
nakar var tilreiðar at geva
teimum nakað, og at skúlin
var har fyri teirra skyld,
halda Paula og Sólja.
– Eg haldi, at á skúlanum
føldu børnini, at tey vóru
virðismett, og at tey vóru
okkurt í mun til á gøtuni,
har tey bert vóru eitt av
mongum
gøtubørnum,
sigur Paula.
– Tó kundi tað vera sera
strævið, tá mann veruliga
royndi at hjálpa børnunum,
men eingin bati var at
hóma. Mann vil so gjarna
hjálpa teimum, men í fleiri
førum var tað næstan til
onga nyttu, tí fleiri teirra
enda hóast alt sum ólukku-
dýr. Tá kundi mann blíva
rættiliga argur inn á hesi
neyðars børn, leggur Sólja
afturat.
Apartheid
Suður Afrika er mest kent
fyri sína apartheid skipan,
sum hevði við sær skilnað
millum tann hvíta og svarta
partin av fólkinum. Frá
1948 vóru apartheid lógir-
nar handhevjaðar við harð-
ari hond, og málið var, at
einki samband skuldi vera
millum tey svørtu og hvítu.
Tann hvíti minnilutin ráddi
fyri svarta meirlutanum.
Paula og Sólja greiða frá,
at leivdirnar frá apartheid
skipanini framvegis eru
sjónligar í dagsins samfel-
ag, og hetta kemur til
sjóndar á arbeiðsmarknað-
inum, íbúðarviðurskiftun-
um og í teimum fíggjarligu
og sosialu møguleikunum,
har tey svørtu framvegis
eru fyri vanbýti. Eisini
fingu tær eina fatan av, at
fleiri hvít høvdu ilt við at
venja seg við broytingarnar,
eftir at apartheid varð
avtikið fyrst í nítiárunum.
– Vit hoyrdu á fleiri til-
komnum hvítum, at tey
longdust eftir apartheid
tíðini. Tá høvdu tey arbeiði,
og kriminaliteturin var ikki
so umfatandi. Hetta er ikki
nakað, mann sigur hart,
men tað lá mangan í luftini,
tá tú tosaði við hvít til-
komin fólk, greiða tær frá.
Trupulleikin hjá fleiri
hvítum er, at rasukvotur eru
ásettar á arbeiðsmarknað-
inum fyri at tryggja svørt-
um arbeiði fyri at minka
um gjónna millum tey hvítu
og svørtu. Tí missa fleiri
hvít fólk starvið fyri at geva
pláss fyri einum svørtum.
Hetta verður gjørt fyri at
minka um tann ovurstóra
stættarmunin, sum fram-
vegis ræður millum tey
hvítu øðrumegin og tey
svørtu hinumegin.
Tær leggja afturat, at tey
ungu duga nógv betur at
venja seg við tær nýggju
tíðirnar, og tey hava ongar
trupulleikar við teimum
broytingum, sum vórðu
settar í verk fyri umleið
tíggju árum síðani. Men tað
verða komandi ættarlið,
sum skulu koma leivdunum
frá apartheid til lívs, tí
henda
skipanin
liggur
framvegis djúpt í fólkinum.
– Eftir at apartheid er
avtikið, eru myndugleikar-
nir farnir at skriva nýggjar
skúla- og søgubøkur, sum
skulu lýsa fortíðina frá
øllum sjónarhornum. Áður
vóru tað bert valdsharrar-
nir, ið skrivaðu søguna,
sigur Paula.
Síðan apartheid varð
avtikið er tað umráðandi at
hava politiskt korrektan
málburð, og tí eitur tað ikki
ein
"svartur
persónur"
longur, men tað er broytt til
"previously disadvantaged
people".
– Hetta hevur verið ein
sera lærurík tíð, og vit
kundu væl hugsað okkum
at vitja Cape Town einaferð
enn, um vit fingu møgu-
leikan, siga Paula og Sólja
at enda. Nú skulu tær finna
arbeiði sum skjótast, tí ein
slíkur túrur er ikki ókeypis.
Úr ringastu armóð til gylt vallyftir
Hendan myndin er tikin inni í einum barnaheimi í tí vánaliga býarpartinum í Cape Town. Tey
flestu børnini á myndini hava eina ivasama lívsleið fyri framman
Fyri stuttum vóru konsertir
hildnar í Klaksvík og í Havn,
og peningurin fór til hetta
barnaheimið í Cape Town,
sum kallast Nazareth House.
Paula og Sólja vitjaðu
heimið, men tær sluppu ikki
at síggja børnini, tí at tey
skulu liva eitt so normalt lív
sum gjørligt og tí sleppa
"áskoðarar" ikki inn á
heimið
Ein smádrongur uttanfyri heim sítt í slumminum í Cape
Town. Stórur stættarmunur er millum hvít og svørt í
landinum, og tað er ein leivd frá apartheid skipanini, sum
varð avtikin fyri umleið tíggju árum síðani
Paula Neshamar (vinstrumegin) og Sólja Petersen av Argjum hava seinastu seks mánaðirnar arbeitt á einum skúla fyri gøtubørn í Cape Town í Suður Afrika. Tíðin hevur verið sera lærurík og mennandi, men tað
hevur eisisi verið skelkandi at uppliva, hvussu gerandisdagurin hjá børnunum er
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
19
18