mánadagur 6. juni 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65
Sosialurin
Beint fyri jól í 2010 varpaði
útvarpið ljós á eitt privat
sosialt hjálpartiltak, sum
hevði heitið “Í menniskjum
góður tokki”. Hetta jóla-
hjálpartiltak varð sett í verk
at royna at útvega hjálp til
jólahøgtíðina til fíggjarliga
og sosialt illa staddar einstak
lingar og húski, so tey eins og
øll onnur kundu halda jól við
jólamati og øðrum, ið hoyrir
jólunum til. Uml. 1200 fólk
søktu um jólahjálp. Úpplýst
varð, at fleiri teirra, ið søktu
um jólahjálp, vóru illa fyri og
bert fingu døgurða tríggjar
ferður um vikuna og summi
søgdu, at tey bert fingu døg
urða einaferð um vikuna,
tí tey áttu ikki pening at
keypa mat fyri. Fleiri teirra,
sum sum søktu um jólahjálp,
søgdu, at tey máttu leita
sær hjálp frá familjuni, tí
ongin hjálp var at fáa frá
Almannastovuni.
Sosiala
hjálpartiltakið vísti, at pen
ingaliga sperd verkafólk, sum
eru vorðin langtíðarsjúk ella
langtíðararbeiðsleys mugu
liva í fátækradømi ikki bert
á jólum, men alt árið, tí nøkt
andi uppihaldshjálp ikki fæst
frá Almannastovuni.
Uppihaldshjálpin í for
sorgarlógini er við árunum
vorðin alt ov lág og er onki
gjørt frá politiskari síðu at
hækka hesa uppihaldshjálp
seinastu mongu árini, held
ur ikki fyri árið 2011, - hetta
eisini
sjálvt
um
ovasta
leiðsla á Almannastovuni á
sumri 2010 gjørdi vart við, at
uppihaldshjálpin var alt ov
lág, og at uppihaldshjálpin
átti at hækka munandi.
Leiðslan á Almannastovuni
vísti á, at uppihaldshjálpin
til gift átti at verða hækkað
við 1.359 kr. um mánaðin og
uppihaldshjálpin
til
støk
átti at hækka við 1.710 kr.
um mánaðin (víst varð á,
at veitingarnar áttu at vera
á sama støðið sum grund
upphæddirnar í fyritíðar
pensjónini).
Uppihaldshjálpin
í forsorgarlógini
ikki hækkað
seinastu 12 árini
Uppihaldshjálpin í forsorg
arlógini, ið er ætlað til mat,
klæðir og leysar útreiðslur
er ikki hækkað seinastu gott
og væl 12 árini (síðan februar
1999). Hetta hóast prísirnir
á mati, klæðum og øðrum
vørum sambært Hagstovu
Føroya eru hækkaðir við uml.
25% sama tíðarskeið. Og miðal
lønarvøksturin á almenna
arbeiðsmarknaðinum síðan
1999 hevur verið uml. 42-
45%.
Fólk, sum fáa
forsorgarhjálp,
mugu sum er liva
í fatækradømi
Fólk, ið fáa forsorgarhjálp,
eru í flestu førum verka
fólk, ið hava mist inntøku
grundarlag sítt, tí tey eru
vorðin
langtíðarsjúk
ella
langtíðararbeiðsleys
ella
annað tílíkt, sum hevur
gjørt, at tey ikki kunnu vinna
pening til lívsins uppihald.
Fáa tey ikki hjálp frá sínum
nærmastu, noyðast tey snøgt
sagt at liva í fátækradømi í
okkara “vælferðarsamfelag”.
Føroyska
samfelagið
má
ásanna, at politiskt ásetta
uppihaldshjálpin, er púra
útholað og røkkur als ikki
til mat, klæðir ella aðrar
gerandisvørur.
Javnaðarflokkurin,
ið
er
sosialistiskur
flokkur,
eigur
sum
skjótast
at
koma við lógaruppskoti at
hækka uppihaldshjálpina í
forsorgarlógini heilt mun
andi, so føroyingar, ið eru
raktir av langtíðarsjúku ella
langtíðararbeiðsloysi
ikki
longur verða noyddir at liva
í fátækradømi, men kunnu
fáa nøktandi hjálp til undir
halds gjøgnum okkara sosial
lóggávu.
Milliónerskattur
at tryggja okkara
grundleggjandi
vælferð
At fíggja henda alneyðuga
bata á almannaøkinum eig
ur at verða ásett, í okkara
skattalóg, at tey, ið hava
sera høgar inntøkur skulu
gjalda
serstakan
skatt
“milliónerskatt”. Sosialistiski
Javnaðarflokkurin
má
tryggja, at tað verða tey við
hægstu inntøkunum, sum
skulu bera tyngstu skatta
byrurnar, at tryggja øllum
borgarum eina tilveru uttan
fátækradømi.
Tórshavn, hin 2. juni 2011
Forsorgarhjálpin alt ov lág
Ingrid S. Henriksen
valevni hjá Javnaðarflokkinum
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Íløga í útbúgving er íløga
í Føroya framtíð
Kristina Toftegaard Larsen
løgtingsvalevni Sjálvstýrisfloksins
Eins og føroyska samfelagið
eigur nógvar íðnar hendur,
ið byggja land og tjóð – hava
vit eisini tørv á nógvum
góðum høvdum, at tryggja
framtíðokkara.
Í stóran mun, verður
búðskapar virði í landinum,
sæð út frá hvussu nógvur
fiskur verður fiskaður og
hvussu
nógv
fíggjarliga
avkasti
frá
fiskivinnuni,
uppá stutt sigt, sæst aftur í
samfelagnum.
Við stórari virðing fyri
øllum góðum fólkum, ið
virka í fiskivinnuni, bæði
eigarum og arbeiðsfólkum,
ið gera eitt megnar arbeiði,
er tað umráðandi, at vit ikki
bert síggja fiskivinnu, sum
tað ultimativa svarið til
framburð og trygt fíggjarligt
støðufesti
fyri
føroyska
samfelagið.
Skal føroyska samfelagið
klára seg í kappingin mót
vegis
londunum
rundan
um okkum, er tað á hægstu
tíð, at vit í nógv størri mun,
eisini síggja útbúgving, sum
eina fíggjarliga íløgu fyri
føroyska samfelagði.
Bestu høvdini flyta
til útlondini!
Føroya ungdómur er týðn
ingarmesta tilfeingi vit eiga
og sera umráðandi er, at gera
íløgu í teirra framtíð her á
landi. Seta vit ikki útbúgving
á hægstu rók, flyta bestu
høvdini heimaífrá.
Vit hava alt ov leingi,
niðurraðfest
útbúgvingar
økið, og úrslitið er greitt,-
vit útflýggja okkara unga
ættarlið, sum tilfeingi til
onnur lond, og avodda okkara
egna land. Einki samfelag
kann fáa fíggjarligan vøkstur,
uttan at raðfesta útbúgving
og tí mugu og skulu vit gera
íløgu í útbúgving. Vit hava
simpulthen ikki ráð at lata
vera.
Sjálvstýrisflokkurin
vil
seta sjónareyga á útbúgv
ingarøkið, tí útbúgving er
fíggjarligur framburður.