Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 36 síður

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2011 · Nr. 65 36 Sosialurin avfall Í morgin hósdagin HITalag lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið mikudagin VESTFALLSKYRRINDI 27. mai Mánin longst frá jørðini 1. juni Tendring 9. juni Fyrra kvarter 12. juni Mánin næstur jørðini Kelda. Álmanakkin 2011 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, seinnapartin upp í hvassan vind. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 3 og 6 stig. Strúkur í vindi ella hvassur vindur av landnyrðingi og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum 5 og 8 stig. Gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 10 stig. 6. juni 10.53 23.17 09.53 22.17 10.08 22.32 00.30 12.53 01.30 13.53 09.08 21.32 08.08 20.32 11.08 23.32 - 12.08 10.38 23.02 11.53 - 7. juni 11.41 - 10.41 23.04 10.56 23.19 01.17 13.41 02.17 14.41 09.56 22.19 08.56 21.19 11.56 - 00.32 12.56 11.26 23.49 00.17 12.41 8. juni 00.04 12.27 11.27 23.50 11.42 - 02.04 14.27 03.04 15.27 10.42 23.05 09.42 22.05 00.19 12.42 01.19 13.42 - 12.12 01.04 13.27 9. juni 00.50 13.26 - 12.26 00.05 12.41 02.50 15.26 03.50 16.26 11.41 - 10.41 23.18 01.05 13.41 02.05 14.41 00.35 13.11 01.50 14.26 10. juni 02.03 14.40 01.03 13.40 01.18 13.55 04.03 16.40 05.03 17.40 00.18 12.55 11.55 - 02.18 14.55 03.18 15.55 01.48 14.25 03.03 15.40 Hitalagið kring knøttin Nuuk Reykjavík Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Paris Madrid Róm Malorca Athen Beijing New Dehli Bangkok Sydney New York 0 10 9 8 16 18 14 10 9 14 15 10 25 19 22 25 26 23 24 27 36 34 15 25 13-18 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s 13-18 m/s 5-10 m/s 9-14 m/s 7/10 °C 8/11 °C -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti hiti máldur 12,0° 7° Hitin í dag Minsti hiti máldur 5,9° fyri juni fyri juni ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 18 mm higartil Miðal: 61 mm Miðal: 9,5° Síðstu nátt: Eitt lágtrýst, 1004 hPa. sunnan fyri Ísland fer í landsynning og dýpist. Komandi nátt: Hátrýstið í útsynning úr Íslandi fer í landnyrðing og gevur høgætt á okkara leiðum. 4/7 °C SEV Nýggi deildar­stjórin fyri fyrisitingina á SEV eitur Bogi Bendtsen Nevndin í SEV hevur eftir til­ mæli frá stjóranum sett tann 45-ára gamla Boga Bendt­sen í starvið sum deild­ar­stjóri. Hann myndar saman við stjóra­num, Hákuni Djurhuus, og deildarstjóranum fyri tøk­ ni, Finn Jakobsen, dagligu leiðslu­na í SEV. Bogi Bendtsen tekur við eftir John P. Danielsen, sum legg­ur frá sær 1. juli, eftir at hava verið deildarstjóri fyri fyri­sit­ing­ina í stívliga 25 ár. Bogi Bendtsen hevur útbúgv­ing sum cand.merc. aud frá handilsháskúlanum í Aarhus í 1995. Hann tók útbúgving sum spari­ kassa­ass­istent­ur í Før­oya Sparikassa í 1985. í 1986 byrjaði hann sum grann­ skoðari hjá P/F Grann­ skoðara­stovuni hjá Paula Ellefsen, har hann var til 1989, tá hann fór á Handils­ há­skúl­an í Aar­huus. Har tók hann fyrst út­búgv­ing í HA Økonomi og síða­ni Cand Merc Aud (revisor­ kandidatprógv) í 1995. Eftir lokna útbúgving fór hann í starv hjá Før­ oya Sparikassa (seinni Eik- banka). Har hevur hann starvast sum ser­frøð­ing­u­r í grannskoðan, verið inn­an­ hýs­is grann­skoða­nar­leiðari, kreditt­leiðari og undirstjóri. Hann er eisini ráðgevi hjá Trygg­ing­ar­eftirlitinum. Bogi Bendtsen nýggjur deildarstjóri á SEV Skatturin í Føroyum er alt ov høgur Høgi marginalskatturin forðar fyri búskaparvøkstri og hevur við sær, at dugnalig starvsfólk og onnur ikki vilja búseta seg í Føroyum. Marginalskatturin í Føroyum er so høgur, at arbeiðsgevarar hava trupult við at fáa fólk til arbeiðis. Løntakarar vilja ikki arbeiða meira enn neyðugt, tí ov nógvur skattur fer av inntøkuni. Hetta er ein álvarslig avbjóðing fyri føroyska vinnulívið, sum bløðir undir høga skattinum. Tað skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag á síni heimasíðu í dag. Samanborið við onnur lond hava føroyingar hægsta skattatrýst á lønarinntøku yvirhøvur. Skattaprosentið í Føroyum er 60 og hægri enn í bæði Danmark, Íslandi og Noregi. Munur er á, hvussu skattgjaldarar í Føroyum verða raktir av høga marginalskattinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at fyri teir borgarar, sum búgva í teimum kommunum, har kommunuskatturin er hægstur, loysir tað seg minst at arbeiða eyka. - Tey, sum forvinna millum 250.000 og 400.000 krónur um árið, rinda 60,5% í skatti av seinast forvunnu krónu. Í einstakari kommunu gjalda tey, sum forvinna meira enn 400.000 krónur um árið, 62,5% í skatti. Hetta merkir, at tey bert hava 37,5 krónur eftir av hvørjum 100 krónum, sum tey tjena. Í teirri kommununi, har skatturin er lægstur, er marginalskatturin 53%. Av tí, at skatturin er ov høgur, og skattgjaldarin eisini skal gjalda MVG av vørum og tænastum, verður enn minni eftir. Sostatt verður lítið áhugavert at arbeiða eyka, og løntakarin vil heldur halda frí. - Neyðugt er tí at endurskoða føroysku skattaskipanina, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.