Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 28. januar 2004 21 Við meðaltølum uppá 32, 31 og 25 hava spælarar hjá Kaggan- um og Klaksvíkar Billardfelag víst, at enn eru knotur í før- oyskum billardsspæl- arum. Bjarni Skaalum og Ólavur Kjølbro vístu framúr gott spæl í Klaksvík herfyri BILLARD Tíðindaskriv Herfyri leiktu 1. deildar- liðini hjá Kagganum og Klaksvíkar Billardfelag. Klaksvíkingar vístu, hvat teir veruliga duga til, tá tað kemur til avgerandi dystir. Teir vunnu 14-4 á einum kaggaliði, sum tó megnaði at fáa nógv eygu. Besti maður var Ólavur Kjølbro, sum vann allar sínar dystir og hevði eitt meðal uppá 31 eygu. Hetta vísir, at klaks- víkingar ikki bert eiga ein dugnaligan Føroyameistara í Krisjan Suna Høgensen, teir hava eisini ein ungan spælara í Ólavi, sum kann koma langt í komandi kappingum, og her hugsa vit eisini um FM fyri ein- staklingar. Við hesum úr- slitinum hevur hann víst, at tað er eingin sjálvfylgja, at verandi meistari endur- vinnur sítt heiti. Vit skulu heldur ikki gloyma, at Henrik Petersen eisini er við í ár. Men lat okkum ikki gloyma flotta úrslitið hjá øllum liðnum. Sonhard Jo- hannesen var eisini í tí góða hjørninum henda dagin og vann allar sínar dystir og við einum meðal uppá 25,23 eygu. Krisjan Sune Høgnesen mátti í hesi kappingini lúta í tveimum av dystunum og hevði eis- ini lægsta meðaltalið hjá liðnum 24,67 eygu. Ja, soleiðis kann tað ganga upp og niður í billard, eisini hjá teimum bestu. Á Kaggaliðnum var Bjarni Skaalum nógv best- ur. Hann vann bert ein dyst, men hann hevði kanska sítt besta meðaltal nakrantíð í eini kapping, 32,33 eygu. Hetta er einastandandi og lovar eisini gott fyri, at vit í ár fara at fáa eina sera spennandi kapping um FM heitið fyri einstaklingar. Eisini gjørdi Bjarni tað bragd at fáa omanfyri 800 í einum dysti. Johannes Skaarup vann hin dystin á Kaggaliðnum og hevði eitt av sínum heilt góðu meðal- tølum við 23,10 eygum. Hesaferð eydnaðist ikki Anfinni Hjalmarsson at gera tær stóru skreytirnar. Hann tapti allar dystirnar og hevði 18,50 eygu í meðal. Kaggin 2 hevði herfyri vitjan av Tvøroyar Klubba, sum vann 10-8. Hetta úrslit merkir, at Kaggin 2 liggur niðast í deildini. Tvøra- menn eru eitt vet framman- fyri. Annars liggur Klaks- víkar Billardfelag klárt á odda. Í 2. deild hevur verið dystur millum Klaksvíkar Klubba 2 og Havnar Klubba. Havnamenn vunnu 10-8. Besti maður í kapp- ingini var Jógvan Jørgensen úr HK við seks stigum og 11,443 eygum í meðal. Hans Jørn Nielsen og Høgni Højgaard høvdu ávikavist 10 og 8 eygu í meðal. Á liðnum hjá klaks- víkingum var Ørvur Heine- sen bestur við 4 stigum og 12 eygum í meðal. Tórur Andreassen, ein gamal kenningur úr Klaksvíkar Klubbatíðini og tá á 1. Deild, vann ein dyst og hevði 12,40 eygu í meðal. Triði maður á liðnum var Óli Biskupsstøð við 11,43 eygum í meðal. Billardrisar ruddaðu borðið Steinbjørn í Dali spælir fyri Kaggan 2 Ólavur Kjølbro úr Klaksvíkar Billardfelag Bjarni Skaalum úr Kagganum Finalistarnir skulu finnast II Marian Cirlogan- escu verður ikki tøk- ur komandi seks vikurnar hjá StÍF, sum í kvøld verður partur av eini av teimum fýra hálvfin- alunum, sum verða leiktar kring landið COCA-COLA KAPPINGIN Jákup Mørk Seinnu hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini í hondbólti verða leiktar mikukvøldið. Hjá kvinnunum tykist størsti spenningurin vera um dystin í Vági, har VÍF er á vitjan. Her hevur VB eina leiðslu á trý mál frá fyrra dystinum, og við fyrimuninum av heima- vølli, má VB roknast sum favorittur í hesari upp- gerðini, tó at trý mál ikki er nøkur trivalig leiðsla. Mótstøðuliðið hjá vinnar- anum av hesi uppgerðini verður uttan iva Stjørnan. Tær vunnu við 10 málum á Kyndli í fyrru uppgerð- ini, og tað vildi helst verið størsta sensatiónin í før- oyskari hondbóltssøgu, um tað á nakran hátt verð- ur pilkað við hesa leiðsl- una. Hjá monnunum bendir nógv á tvær spennandi hálvfinalur. Í Hoyvíki hevur H71 ikki færri enn sjey mál at geva av niður til Kyndil eftir fyrru hálv- finaluna, og einki er at ivast í, at tað skal nakað óvanligt til, um hetta skal broytast. Men bæði Kynd- il og H71 hava í ár latið fleiri óvanlig úrslit frá sær – ikki minst í innanhýsis uppgerðunum – og so er spurningurin, hvønn veg- in barometrini peika mikukvøldið. Hin mansdysturin verð- ur á Skála, har StÍF undan dystinum hevur eina tepra eitt-máls leiðslu móti VÍF. Spurningurin er so, hvørt strandingar megna at halda fast um hesa. Tað er í øllum førum dyggur smeitur fyri StÍF, at skaðin hjá Marian Cirloganescu tykist vera somikið álvarsligur, at talan helst verður um ein- ar seks vikur uttan hond- bólt. Hinvegin er Mihai Marinescu nú við aftur, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær. Dystirnir Kvinnur - Dystur: Stjørnan-Kyndil Dómarar: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen VB-VÍF Dómarar: Hannis Ward- um & Uni Wardum Menn - StÍF-VÍF Dómarar: Kristian Johan- sen & Sámal Hansen H71-Kyndil Dómarar: Trygvi Morten- sen & Kári Hansen Billardstøður Støðan, 1. deild Dystir Eygu Miðal Stig 1 Klaksvíkar Billardfelag 4 17504 24,31 62 2 Kaggin 1 4 14182 19,70 42 3 Havnar Klubbi 4 13962 19,39 28 4 Tvøroyrar Billardfelag 4 11088 15,40 26 5 Kaggin 2 4 11048 15,34 22 Støðan, 2. deild Dystir Eygu M iðal Stig 1 Klaksvíkar Billardfelag2 4 7944 11,03 52 2 Havnar Klubbi 4 6696 9,30 49 3 Klaksvíkar Billardfelag1 4 6780 9,42 42 4 Kaggin 4 5920 8,22 33 5 Tvøroyrar Billardfelag 4 3612 5,02 4 21 Meirilutin í nevndini í Fótbóltssambandin- um boðaði í gjár feløgunum frá, at teir skjóta upp, at Rúni Heinesen verður vald- ur til formann í FSF FSF UPPGERÐ Jákup Mørk Fyri fyrstu ferð í 25 ára longu søguni hjá Fótbólts- sambandi Føroya verður lagt upp til, at formaðurin skal skiftast út, sjálvt um formaðurin er áhugaður í at halda fram. Í gjár varð skriv sent limafeløgunum í FSF viðvíkjandi ársaðalfundin- um. Har verður boðað frá, at uppskotið hjá nevndini til formann er Rúni Heine- sen. Hetta er annar aðal- fundurin á rað, at tað verður lagt upp til kapping ella rættari stríð um týdningar- miklan sess. Í fjør bjóðaði Niklas á Líðarenda Børga B. Hansen, sum hevði verið næstformaður øll árini, síðani FSF varð stovnað í 1979, av. Avbjóðarin vann, tí gamli næstformaðurin tók seg aftur, áðrenn tað varð atkvøtt. Tað ljóðaði í heyst, at Dánjal Andreasen ikki fór at stilla uppaftur, tá ið fyrsta tvey ára skeiðið hjá honum í formansessinum var lokið, nú tá ið aðalfundurin verð- ur. Men Dánjal tók sjálvur broddin av hesum tíðindunum. Tá ið feløgini og FSF nevndin vóru saman fyri at eftirmeta farna kapp- ingarárið og tosa um nýggja árið, boðaði Dánjal Andrea- sen frá, at hann ætlaði sær at halda fram sum for- maður. Hann segði seg sam- stundis ikki skilja, hví tíðindini vóru farin at ganga, sum søgdu, at hann ikki fór at halda fram. Hesin fundurin var 15. november. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Dánjali Andreasen í gjár. Saman við Jógvani Martin Olsen og Karl Vidtfeldt var hann á veg til altjóða fót- bóltsfund í Berlin. Dánjal Andreasen varð valdur til FSF formann á aðalfundinum fyri tveimum árum síðani, tá ið Torleif Sigurðsson, sum hevði verið formaður síðani á heysti í 1981, legði frá sær. Frammanundan formans- valinum í 2002 varð nógv tosað og skrivað, áðrenn FSF nevndin kom við sín- um uppskoti um at velja Dánjal Andreasen til for- mann. Eitt nú vórðu bæði Christian Andreasen, sum nú er nevndarlimur í FSF, og Ísak Mikladal, aðal- skrivari í FSF, nevndir sum møgulig valevni. Tá ið avtornaði var bara Dánjal Andreasen í uppskoti, men nú vil nevndin ikki skjóta hann uppaftur. Í fráboðan- ini til feløgini verður sagt, at Dánjal sjálvur sigur seg vilja taka við afturvali, men at meirilutin í nevndini skjýtur Rúna Heinesen upp sum formansevni. Fýra av sjey aftanfyri Rúna Á keldum uttanfyri FSF, men sum kortini hava gott innlit í, hvat gongur fyri seg í nevndini, hava vit skilt, at tað í eina tíð hevur verið arbeitt við at finna nýtt for- mansvalevni. Nevndarar- beiðið hevur ikki gingið nakað serligt, og viður- skiftini millum meirilutan í nevndini og formannin hava ikki verið nakað at rópa hurrá fyri. Tað sigst, at formans- spurningurin hevur verið viðgjørdur á trimum nevnd- arfundum. Síðsti fundurin var nú mánakvøldið. Tá gjørdi meirilutin í nevndini greitt, at teir fóru at skjóta Rúna Heinesen upp sum formann. Í meirilutanum eru Niklas á Líðarenda, næstformaður, Karl Vidt- feldt, formaður í kapping- arnevndini, Christian Andr- easen og Rúni Heinesen, formaður í útbúgvingar- nevndini. Rúni Heinesen, sum er útbúgvin verkfrøðingur starvast sum skúlastjóri á tekniska skúlanum í Klaksvík. Hann hevur verið nevndarlimur í FSF síðani 2002, men undan hesum hevur hann í fleiri umførum verið nær knýttur at FSF, har hann hevur virkað sum konsulentur innan fyri graslíkisvallir. Aðalfundurin í FSF verður leygardagin, 14. februar. Síðsta freist at koma við uppskotum til formann og nevndarlimir er hósdagin, 5. februar. Um- framt Dánjal Andreasen, formann, standa Rúni Heinesen, Christian Andreasen og Karl Vidt- feldt. Christian Andreasen og Karl Vidtfeldt taka við afturvali til nevndina. Á aðalfundinum hevur FSF nevndin eina atkvøðu. Í FSF eru 21 limafeløg, sum hava hvør sína atkvøðu, soleiðis at talan í alt er um 22 atkvøður. Nr. 18 • mikudagur • 28. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo FSF vil ikki vita av Dánjali Alt bendir á, at tíðarskeiðið hjá Dánjal Andreasen sum FSF- formaður er av á komandi aðalfundinum. Hóast hann sjálvur hevur boðað frá, at hann tekur við afturvali, so peikar nevndin á annan kandidat, og tað fær neyvan verið annað enn eitt misálit á formannin Stendur tað til nevndina, so verður Rúni Heinesen úr Klaksvík nýggjur føroyskur fótbóltsbossur. Freistin at skjóta onnur formansevni er tó ikki runnin fyrr enn hósdagin, 5. februar C M Y K 20